Tryggur sigur

Hóast B71 kom heili fýra mál framum í 2. hálvleiki, so vístu vit nakrar veikleikar ímóti endanum av dystinum.

Tað var lagt upp til spennandi dyst í suðurøkinum av Føroyum, tá FC Suðuroy vitjaði inni í Dal í gjár. Líkindini vóru sera góð, bæði turt og lýtt og góða veðrið smittaði eisini av á gott fótbóltsspæl, í øllum førum fyri okkara viðkomandi.

Longu eftir 10 minuttir kemur glið á, tá Klayver Nascimento skýtir úti frá í høgru síðu. Fleiri mans standa fyri, men skotið ferðast allan vegin ímóti málverjanum, ið sær bóltin for seint og bólturin endar tískil í málinum. Ikki verðins flottasta mál, men tað telir. 1-0 til B71. Spælið hjá B71 fleyt sera væl í fyrra hálvleiki og har vóru fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, m.a. tvey skot á stongina, men hálvleiksstøðan er ótrúligt nokk bert eina málið til heimaliðið.

Í øðrum hálvleiki kemur meiri ferð á, fyrst er tað Joel Vazquez, ið kemur leysur ímóti málinum og smekkar bóltin í yvirleggjaran og inn til 2-0 í 50. minutti og ein minutt seinni er tað Jónas Warner, ið sleppur leysur í høgra borði og leggur bóltin framvið málverjan og í mál til 3-0. Málrevurin Clayton Soares er noteraður fyri bæði uppleggini.

Seinasta málið hjá B71 kemur eftir at Alvi Jespersen, brýtir ígjøgnum høgrumegin og leggur bóltin flatt innfyri til Aron Clementsen, ið plaserar bóltin í einum bleytum boga, lágt í vinstru síðu av málinum. 4-0 til B71 og eini 15 minuttir eftir at leika.

Hóast sandoyingar høvdu víst stórspæl 3/4 av dystinum, so missa vit fullkomiliga takið tann síðsta 1/4. Man stóð eitt sindur spyrjandi eina løtu, tí tað tykist sum um eitt mál til suðuroyingar slóg heimaliðið eitt sindur út av kós og ilt var at finna stevið aftur.

Fyri fyrstu ferð í dystinum sá tað út til at vera reiðiligt óskil í verjuni, tá ein annars hondterilig støða rundanum feltið, knappliga blívir sera vandamikil. B71 fær ikki rudda burtur, eiheldur forða fyri at suðuroyingar sleppa til skot í sekstanmetrinum og Salmundur Bech sleppur so at snara sær á og heldur lættliga skjóta bóltin í málið til 4-1 í 76. minutti.

Tá 10 minuttir resta í, so er aftur galið tá verjan missir markeringarnar og Reidar Dahl Joensen er hægstur og fær skallað bóltin í mál til 4-2.

Endin er so at siga sleptur um hettar mundi og fokus flytir ístaðin til at tryggja at man ikki missir sigurin á stokkinum. Ein eitt sindur margháttlig støða at enda í, tá tað ein stóran part av dystinum ikki var nakað ivamál at vit skuldu heim við trimum stigum, men soleiðis er væl viðhvørt. Meira hendir tíbetur ikki í dystinum og suðuroyingar fáa bert hesi tvey troysti málini við sær í skjáttuna og sær man burtur frá síðstu løtuni, so spældi heimaliðið væl og sigurin var fult uppiborin.

 

Góðir, men óroyndir

Man hevur kanska lyndi at gloyma, at hóast vit hava fleiri á liðnum, ið hava leikt fótbólt í nógv harrans ár og hava upp í spannir av rutinu, so eru minst líka nógvir, ið júst eru byrjaðir við fótbóltsleiðini og tað fara at vera løtur har manglandi rutinan vísir seg. Sjálvsagt skal man ikki góðtaka hettar sum umskyldning, tí man gloymir ikki hvussu man spælir fótbólt, fyri tað um man ikki hevur líka nógvar minuttir, sum onkur annar, men royndir gera mun og tær fær man bara við at spæla.

Tað man vera langt síðani at B71 hevur havt eitt so góðan og samanspældan hóp sum í seinastuni og serliga í ár, har vit hóast eina ringa byrjan, veruliga hava funnið stevið og kunnu spæla upp til eitthvørt lið í hesi deildini.

Sum steinur omaná byrðu, so hava vit havt ríkiligt av skaðum, men gleðiligt er at síggja at ístaðin fyri at noyðast at tøppa hol við breiddarleikarum, so hava menn tikið av tá møguleiki hevur verið til tað og spæla góðan og sannførandi fótbólt. Kunnu menn koma aftur frá skaða og gera seg galdandi, so verður harðari kapping um plássini og tað er ótrúliga gleðiligt, tí tað er tað sum eggjar góðar leikarar til at blíva betri leikarar.

Kanska hettar við kapping um plássini, afturat tí at hugburðurin er nógv sunnari enn vanligt, ger at úrslitini hava verið so jalig higartil í ár. Nú er ein steðgur fyri framman og tá er møguleiki at seta fótbóltin á pausu eina løtu og eftirmeta eitt sindur, áðrenn vit fara til verka aftur, so vit eru til reiðar til 2. hálvu, ið byrjar longu um Ólavssøku tíð.

Stuttligt at sleppa til dyst inni í Dal og síggja spæligleði og undirhaldandi fótbólt.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar