Stórsigur áðrenn korona steðg

Menninir hava rættuliga funnið stevið seinastu tíðina, men nú rakar korona so igen igen...

Í fjør rakti korona til kappingarbyrjan 2020, eftir drúgvar fyrireikingar til 50. árið hjá B71, ið flestøll droymdu um fór at blíva nakað heilt serligt fyri felagið. Vit náddu at spæla tann eina dystin í 1. deild og so var støðgur í øllum í longri tíð. Tá vit loksins fóru í gongd aftur, so vóru menn ikki líka væl fyrireikaðir og úrslitini, hóast heilt hampulig, vóru svingandi. Tá vit ímóti hálvuni loksins sóu út til reiðiliga at vera komnir inn í ein góðan stima, so kom Ólavssøkan og nøkur forkunnug tilfeldir av korona í Sandoynni og enntá mitt í B71 leguni.

So var aftur lukkað fyri heita vatninum í eina tíð, áðrenn vit veruliga sluppu í gongd aftur og hesu ferð sást tað aftur at stop-startingin bar onki gott við sær og vit dragnaðu bara meir og meir sum 2. hálva fráleið.

Í ár hevur tað ikki verið nakað sørt av korona í Føroyum higartil og fótbólturin hevur verið nokkso normalt aktivur síðani kappingarbyrjan. Men í dag komu so boðini enn einaferð at fólk hava ikki verið nóg dugnalig við sóttarhaldi og frástøðu, við tí úrslitið at smittutalið hækkaði munandi frá degi til dags.

Hettar er sera spell og man kann so siga at fótbólturin er so bara ein detalja í stóru myndini, men ongantíð enn júst í korona tíð hevur man sæð hvussu nógv fólk sakna savningsmegina í ítrótti og serliga í fótbóltinum, ið, antin man vil viðurkenna tað ella ei, hevur ótrúliga stóran týdning fyri samfelagið.

Fyribils er allur fótbóltur avlýstur, meðan vit bíða eftir at fáa meiri at vita. Vit mugu bara fylgja við gongdini og gera sum frægast, til vit aftur sleppa ótarnaði í holt við verðins besta spæl.


Menn leveraðu

Eftir fyrstu dystirnar í 1. deild 2021, so var ikki so nógv at rópa hurrá fyri í Sandoyar leguni. Byrja sera væl við einum 4-1 sigri ímóti klaksvíksingum, fyri síðani at tapa 3 dystir á rað, umenn tepurt.

Eftirfylgjandi kom eitt sindur betri skil á og vit byrjaðu eina betri gongd av dystum í Suðuroynni, tá vit vunnu, aftur tepurt, 2-3 á FC Suðuroy. So sigrar heima ímóti AB, úti ímóti EB/Streymi, vaklaðu ímóti HB og taptu, men vunnu síðani aftur ímóti NSÍ, javnt ímóti AB har vit dominera og í vikuskiftinum vunnu vit so stórsigur ímóti EB/Streymi.

Batnandi úrslitini og favorabul úrslit aðrastaðni merkja at vit í løtuni liggja á einum triðja plássi, ið av røttum, átti at rokkið til beinleiðis uppflyting, um støðan verður verandi soleiðis ella betri við ársenda. Men nú eru vit longu í vanda fyri at blíva ov hástór. Stigini eru væl býtt millum liðini og man kann altíð koma út at skíta eina løtu í hesi deildini, um man ikki hevur tunguna mitt í munninum.

EB/Streymur var vitjandi mótstøðuliðið leygardagin og tað var eitt skert felagslið, ið trein inn á leikvøllin inni í Dal fyri nøkrum døgum síðani. Tí hava teir rós uppiborið fyri at fara hegnisliga til uppgávuna og fyrstu løtuna var tað als ikki nemt at bróta liðið niður. Tó so, vit fáa tvey mál í fyrra hálvleiki. Clayton Soares við einum skallara og Joel Vazquez, ið fær bóltin í netið í næstu royndini, eftir at fyrra skotið verður blokerað.

EB/Streymur svarar tó aftur 10 minuttir áðrenn hálvleik og so er eitt sindur av spenningi í eina løtu. Spenningurin varar tó ikki leingi, tí 2 minuttir inn í 2. hálvleik, so er Clayton Soares aftur á blettinum og 3-1 heldur sær líka til seinastu minuttirnar, tá Joel Vazquez fær vent sær í sekstanmetrinum og plasera bóltin høgrumegin málverjan til 4-1.

Málrevurin Clayton Soares er tó ikki heilt liðugur og skal líka vísa ungdómunum hvør enn er vandamiklasti skjúttin í deildini og skorar sítt triðja og okkara fimta mál í dystinum í 90. minutti. Nakrir minuttir av yvirtíð og so bríkslar dómarin dystin av.

Seinastu dystirnir serliga, hava verið framúr væl spældir. Vit hava ikki havt tað so nemt, útidyst í Runavík og útidyst á Argjum við tveimum reyðum kortum og serliga verjan hevur verið blandað bomm seinastu tíðina, men menn hava hórað sera væl undan og beint nú spæla vit besta B71 fótbóltin leingi.

Tí er tað heilt forferdiliga spell at vit ENN einaferð mugu leggja alt lamið, tí onkur ikki dugir at halda sær innandura í kravdu sóttarhaldstíðini, men tað vísir seg at tað er trupult hjá menniskjum, tá man ikki heldur í oyrunum á fólkum í heilum. Man skal bara ikki geva handan lítlafingurin.

Vit fáa at síggja hvussu leikur hilnast komandi tíðina og hvørt vit innan ikki so langa tíð eru klár aftur at venja og dystast sum vant. Fyribils síggja vit tíðina an og gleðast um góðu gongdina sum var og helst verður afturt tá gongd kemur í aftur.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar