Små slag

Málúrtøkan eftir 5 umfør eitur heldur snópisligt 3-26 og man nýtist ikki at hava serliga góðar rokniførleikar til at síggja at tað gongur illa hjá okkum at fáa bóltin í netið og uppaftur verrið at halda bóltinum úr okkara egnu netmeskum.

Ongin hevði væntað, tá tað stundaði til kappingarbyrjan, at kvinnurnar skuldu standa seg væl hvønn einasta dyst, hettar fyrsta árið í bestu deildini. Tær allarflestu hava ongar royndir í fremstu kvinnudeildini og nógvar eru ógvuliga óroyndar í vaksnamannafótbólti yvirhøvir. Hinvegin, so gav steypadysturin ímóti KÍ við árslok í fjør, okkum kanska nakrar naivar vónir um at okkara fóru at standa seg betri enn tær higartil hava gjørt.

Onki av hesum er nøkur skandala. Tað liggur lærdómur í øllum og man skal ikki skammast av at ynskja sær tað allarbesta. Tá man so finnur útav at man er enn longri frá málinum, í mun til hvat man kundi ynskt sær, ja so rættar man seg inn eftir tí. Finnur útav hvar mistøkini liggja og rættar hesi. Hettar árið eru vit, sum Allan Simonsen segði, við fyri at læra. Vit skulu sjálvsagt ikki gladliga taka ímóti tap omaná tap, men vit skulu ikki verða meir enn neyðugt kritisk við leikarar og venjarar, tí, sum sagt, ongin hevur roynt akkurát hettar áður.

Tað gongur ein hálvur tími, áðrenn nakað sum helst vandamikið kemur fyri frammanfyri AB/B71 málinum. Unga og evnaríka Eyðbjørg Reynslág í málinum tekur tað allarmesta, sum B36 diskar upp við, ið mestsum bara eru long skot, orsaka av at verjan stendur stinn hesa løtuna.

Fyrsta málið er eiheldur nøkur perla. Troðkan í sekstanmeturin og bólturin verður ikki beindur burtur og gleppur leysur. Lív Rúnadóttir hjá B36 er skjót og skýtir. Eyðbjørg fær ikki komið skjótt nokk niður og skotið fer framvið málverjanum og í mál.

Seinna málið er nokkso leys uppdekking í feltinum. Bólturin verður spældur tvørturum málið og so lagdur flatt innaftur mitt fyri, har ein ódekkað Emma Hansdóttir setur bólti ómakaleyst í málið.

Lív Rúnadóttir fær økt til 3-0 áðrenn blást verður til hálvleiks. Ongin ør hálvleiksstøða, men í fyrra hálvleiki stóðu okkara betur enn hálvleiksstøðan boðar frá. Ivaðust við minni og ageraðu leikararnir skjótari, so var støðan kanska bara 1-0, ella 0-0 um vit eisini høvdu eitt sindur av hepni.

Í øðrum hálvleiki kemur eitt mál nærum beinanvegin, tá Jacoba Langaard økir til 4-0. Síðani skulu vit heilt fram til 78. minutt, áðrenn Emma Hansdóttir fær sítt seinna mál og økir til 5-0. Ímillum hesi bæði málini, so fær Judith Rasmussen hjá AB/B71 ein fríløbara og manglar bert at fáa bóltin framvið málverjanum. Hon skýtir, men bólturin trillar beint við síðunar av og skeivu megin stongina. Onki mál á hesum sinni.

Eitt troystandi mál kemur tó í yvirtíðini tá Fridrikka Clementsen gerst leys av verjuni og rekur við beinari kós ímóti málverjanum, har hon er ósvikaliga trygg og plaserar bóltin framvið og í mál til endaligu støðuna 5-1.

 

Mugu rætta smáfeilir

Onkrir størri mistøk og manglar eru at hóma á kvinnuliðnum og tað er sum so ikki nakað, ið man ikki hevði væntað frammanundan. Hesir manglar fær man ikki rætta í eini handavending, men nakrir býttir smáfeilir og barndómssjúkur burdu vit sloppið okkum av við alt fyri eitt. Okkara standa for stillar, for ofta. T.d. hendir tað alt ov ofta at vit vinna bóltin í eini umstilling og tá bólthaldarin byrjar renningina frameftir, tástani tá byrja liðið hjá okkum at flyta seg. Sjálvandi mugu vit viðhvørt, serliga álopsleikarar, vænta at bólturin verður vunnin og at man tá byrjar alt fyri eitt at flyta seg, so man ikki hevur ein verjuleikara omaná sær allan samlan vegin. Vit kundu saktans fingið fleiri góðar møguleikar og álop um bert kvinnur líta á viðleikarar sínar og gera seg til reiðar. Sama kann sigast tá farið verður hin vegin. Missa vit bóltin í einum álopið, so skal man renna heim, serliga um tað var tú sum misti hann. Ongir umskyldningar. Renningarnar geva úrslit. Eisini tær tú ger, uttan at tú nakrantíð móttekur bóltin. Rennir tú uttan bólt og dregur verjuleikarar við tær, so opnar tú samstundis fyri øðrum viðleikarum, ið kunnu gera sær dælt av plássinum tú skapar.

Vit skulu ikki hiðani lira alt ov nógva fótbóltslærdóm av, tí hettar fara leikararnir at fáa at vita frá venjarunum komandi vikurnar. Poengið við hesum var bara at lýsa at lítið skal til fyrrenn vit lata færri mál inn. Her finnast ongar quick fixes fyri at vinna dystir, men her finnast absolutt quick fixes fyri hvussu vit tapa 3-1 ístaðin fyri 5-1.

Arbeiðið miðvíst. Arbeiðið hart. Betri úrslit, so við og við.

Drívið á AB/B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar