Mundi enda galið

Sandoyingar væntaðu neyvan so dygga mótstøðu, sum teir endaðu við at fáa frá einum sterkari og klárari Undrið manning. Neyðugi dugnaskapurin og hepni fingu tó okkara um málstrikuna at enda.

Tað er sjáldsamt at B71 er nakar greiður favorittur at vinna, men tað kemur fyri. Steypadysturin sunnudagin var eitt dømi har vit fyri einaferð skyld vóru favorittar at spæla okkum víðari, men tað sást týðiliga at hettar heitið dugdu vit ikki serliga væl at hava sitandi á okkkum.

Undrið spælir til dagligt í 2. deild, har teir vísa góðar taktir. Tveir dystir spældir og báðir vunnir. B71 hevur havt eina trupla byrjan á kappingarárið í 1. deild, men vit eru so smátt við at koma okkum. Tað er onki at siga til at munurin millum tvær deildir eigur at vera sjónligur, tá tað kemur til tílíkar dystir, men tað kemur meir enn so fyri at man verður lumpaður.

Kanska okkara tóku for lætt uppá uppgávuna, kanska teir megnaðu ikki reiðiliga at fóta sær í byrjanini av dystinum og Undrið var tað skjótari at útnytta veiku løturnar. Hvussu so er og ikki, so er tað vitjandi liðið, ið fær mál fyrst í 1. hálvleiki, tá Undrið áloyparin verður spældur púra leysur ímóti Gerhardi P. Lognberg í málinum. Í øðrum hálvleiki mátti Gerhard út við skaða og í hansara stað kom so Klæmint Olsen, ið tíðum hevur vart B71 málið.

Spælið hjá B71 er snøgt sagt ringt í 1. hálvleiki. Tað er heilt klárt Undrið, ið er komið suður at vinna hendan dystin og teir gul/bláu fáa onki at hanga saman og hava tað trupult at finna eitt mótsvar uppá harða trýstið og góðu organisatiónina. Harafturat vóru havnamenn yvirraskandi væl fyri. Serliga hettar voldaði okkara monnum stórt høvuðbrýggj allan dystin.

Tíbetur raknað okkara menn meira við í 2. hálvleiki og byrja at vísa batnandi spæl og betri taktir. Enn er sum so onki reiðiliga vandamikið og sum so ofta er, tá spælið er læst og undirtippaða liðið leggur seg lágt, so skal okkurt serstakt einmansavrik til.

Tá 15 minuttir resta í av dystinum, so spælir Clayton Soares bóltin úr høgru síðu og inn á miðjuna har Klayver fær fatur á bóltinum, ið er eitt petti uppifrá jørðini, tá hann høggur til við uttaru síðuni av vinstra fóti og snýtir einum Terja Brynjarsson, ið sjálvur spældi fleiri ár við B71, og syngur í netmeskunum aftanfyri. Javnleikur 1-1 og ein perla av einum málið.

Fáar minuttir seinni er aftur galið. Aftur er tað Clayton, ið leggur ein langan bólt fram í sekstanmeturin hjá vitjandi liðnum, ið ikki fáa beint burtur. Bólturin støkkur til Aron Clementsen á kantinum á feltinum, ið fær lagt hann innum til Tijani Mohammed, ið smekkar til úr høgru síðu. Terji í málinum fær hendurnar á hann, men megnar ikki at steðga skotinum, ið ferðast allan vegin inn í málið. 2-1 til heimaliðið og nú sær betri út.

 

Vit hava verið har

Tað er gleðiligt at B71 megnar at venda ósigur til sigurs og tað er bestemt onki at skammast yvir at man ikki greiðir setningin serliga sannførandi ímóti einum liðið úr eini lægri deild. Um man heldur tað, so virðir man ikki mótstøðuliðið serliga nógv. Undrið kom málbevíst suður og mundi fangað okkum á skeiva beininum.

Til tíðir spældu teir betri enn vit, men at enda, so vunnu vit orsaka av treiskni og áhaldni. Men tað tók leingi áðrenn nakar munur sást og har eigur vitjandi liðið stórt rós uppiborið.

At enda, so eru vit sera takksom fyri at vit ikki taptu og sera takksom fyri at vit ikki nýttust út í longda leiktíð fyri at finna vinnaran.

Passandi er at takka Undrinum fyri ein góðan dyst. Teir vildu tað nógv, men vit vildu tað eisini nógv í øðrum hálvleiki tá vit raknaðu við.

Sjálvi hava vit tómu kensluna av at verið nær við eitt stórt úrslit, ið so útivblívir tí man ikki fær hildið høvdið nóg kalt, nóg leingi. Tí er tað uppá sítt pláss at vit eru eyðmýkir hesu ferð og viðurkenna at var dysturin eitt vet stytri, so vóru vit úti úr steypakappingini í skrivandi stund.

Vit vunnu 2-1 og drátturin um fjórðingsfinalurnar í steypakappingini var í 3-2 í gjár, har vit trektu heimavøll ímóti (surprise, surprise) HB.

Tað verður spennandi at bjóða HB upp til dyst á heimavølli. Tað man vera langt síðani besta liðið hjá teimum reyð/svørtu, seinast spældi inni í Dal. Latum okkum ikki sleppa teimum avstað aftur 30. mei við nøkrum at reypa av.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar