Tættur dystur; men ósigur

Dystarfrásøgnin er sein ávegis, men ósigrar eru eiheldur líka stuttligir at skriva heim um.

Leygardagin í farnu viku spældi B71 í Leirvík ímóti næstbesta Víkinga liðnum, ið vann deildina í fjør. Úrslitið gjørdist ein 2-1 heimasigur til mótstøðulið okkara, men góðar taktir frá sandoyingum, ið tó mugu leita sær betri úrslit inni í Dal fríggjakvøld ímóti B36.

Fyrsta málið kemur longu eftir tríggjar minuttir, tá Víkingar vinna sær eitt horna í høgru síðu. Horna verður tikið og bólturin verður stútaður í netið við fremru stong av rættuliga ódekkaðum manni. Ikki tann allarbesta byrjanin og helst skuldu tílíkar barnasjúkur ikki komið ov ofta fyri. Tað gongur tó onki serligt at fáa nakað spæl í lag í fyrra hálvleiki og longu 5 minuttir inn í 2. hálvleik er aftur galið, tá vit missa bóltin í verjustøðu og Víkinga leikari kann renna púra fríur inn í sekstanmeturin og plasera bóltin framvið Gerhardi P. Lognberg í B71 málinum. 2-0 til Víking áðrenn vit nakrantíð hava fingið gongd á nakað.

Ein orsøk til ringa spælið er sjálvandi eisini skaðar, ið koma fyri dystin ígjøgnum. Fyrst rýkir Tijani Mohammed út eftir 27 minuttir spæl, síðani Gunnar Lydersen, ið hevur gjørt nýggja karrieru á vinstrabakkinum, men noyðist út við skaða í 58. minutti, meðan Klayver noyðist av vølli í 70. minutti.

Nýggi áloyparin úr Amerika, Joel Vazquez, er ein veruligur glotti í hesum dystinum og trýsti alt hann megnaði, serliga í 2. hálvleiki, tá spælið hjá B71 byrjar at batna.

Tað er eisini amerikumaðurin, ið trýstir seg ígjøgnum verjuna og rennir ímóti baklinjuni vinstrumegin og hælar bóltin aftureftir til Clayton, ið bíðar mitt fyri í sekstanmeturinum. Málmaðurin er púra seldur og aldrandi áloyparin vísir at enn eru knotur í brasilieskum kongum, tá hann morar bóltin í netið til 2-1 í 73. minutti.

Seinastu 15 minuttirnar trýsta B71 meira enn Víkingur og tað er nær við fleiri ferðir at vit koma til góðar møguleikar. Eina ferð støkkur bólturin eisini í hondina á Víkinga verjuleikara í sekstanmeturinum, men dómarin metir ikki at tað skal straffast við brotssparki. Ístaðin megnar Víkingur at halda sigurin inntil seinasta bríksl og gleðin er stór á heimamonnum. B71, ið vísir góðar taktir hettar kappingarárið, má tó lúta á hesum degi og arbeiða harðari næsta dyst.

 

Uppreisn í kvøld?

Møguleiki er til staðar at koma upp á rætt kjøl aftur longu í kvøld, fríggjakvøld, tá B36 vitjar inni í Dal. Dysturin byrjar kl. 19.30 og mangan hava dystir ímóti teimum hvít/svørtu úr Havnini verið heitir. Hesu ferð eru teir vónandi ikki so naskir sum teir onkuntíð hava verið og ymiskt ið gruggar frá fyrr av verður slept.

Vit vóna eina góðan dyst, helst ikki alt for javnan, men undirhaldandi fyri allar partar. Helst ein sigur til heimaliðið, men livst so spyrst. Ein arbeiðsinnsatsur fyrst og fremst og síðani taka vit tað har frá.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar