Strálandi frá byrjan

Eitt væl upplagt heimalið var spælstýrandi og vit fingu fleiri mál afturfyri í ársins fyrsta dysti.

Fyrireikingarnar til kappingarárið 2021 í fótbólti hava verið drúgvar og munagóðar. Fyri fyrstu ferð luttekur felagið í bestu deildini í kvinnufótbólti og á manssíðuni hevur dreymurin leingi verið at finna stevið frá fyrr av aftur, har vit, eitt skifti vóru heilt fremst í oddinum í føroyskum fótbólti uppá tað allarbesta, síðani fastir gestir í bestu deildini eftirfylgjandi ár.

Árini eftir hettar hava verið alt frá minni góð, til ring, men seinastu tíðina hava vit notið gott av einari tilgongd av nýggjum og góðum kreftum, umframt stórt trúfesti frá leikarunum heimahoyrandi á Sandoynni. Felagið hevur sett inn, allastaðni har vit hava mett tað verða mest neyðugt og úrslitið hevur víst seg at verið batnandi úrslit, bæði leikliga, men eisini á menniskjasligu síðuni. Stutt sagt, so trívast vit saman og góða samanhaldi ber okkum fittan part av vegnum. Evnir, treiskni og hart arbeiði skal so bera okkum allan vegin á mál.

Hóast vit hava gjørt eitt gott fyrireikandi arbeiði tá tað kemur til at savna ein kappingarføran hóp, so er tað mestsum av tilvild at vit í dag kundu tørna út við uppaftur fleiri leikarum enn vit av fyrstan tíð høvdu roknað við.

Jónas Warner og Aron Clementsen eru lagdir afturat hópinum og váttaðir í hesi vikuni. Jónas hevur verið aftur í B36 og vent, eftir eitt væleydnað leigu ár við B71 í fjør og Aron skuldi av røttum verið aftur í reguligum skúla niðri. Men lagnan vil tingini øðrvísi og Jónas hevur sáttmála við okkum í 2021 og tá skúlagongd á flatlondum er eitt sindur svikalig í løtuni, so merkir hettar at vit kunnu gera okkum dælt av Aroni, í minsta lagið meðan korona tíðina broytir hesa sannroynd við óstøðugum skúlaskapi.

Lagnan hevur harafturat nógv triks í ermuni, tí tað eru júst hesir báðir jokararnir, ið leggja B71 framum bæði 1 og 2-0 í fyrra hálvleiki. Jónas Warner leggur heimaliðið framum 1-0 í 4. minutti, eftir at hann leggur trýst á málverjan hjá klaksvíkingum og vinnur bóltin frá honum. Aron Clementsen økir til 2-0 í 13. minutti, eftir at Jónas sneiðir bóltin frameftir vinstru síðu til Tijani Mohammed, ið fer beinleiðis til baklinjuna og leggur innfyri til málskjúttan, ið smekkar bóltin í netið.

Hálvleiksstøðan er 2-0 til heimaliðið, ið sær út til at hava gott stýr uppá tingini.

Longu í fyrstu minuttunum í øðrum hálvleiki verður brotsspark dømt til B71. Clayton Soares sendir bóltin út á vinstra vong til Tijani, ið enn einaferð rennir móti baklinjuni. Hann sleppur framvið KÍ verjuleikaranum, ið fellir ghanesiska sandoyingin, meðan hann rennir framvið. Veteranurin, Clayton Soares, verður settur at skjóta og fillar bóltin lágt í vinstra borð. Málmaðurin fer rættan veg, men nær ikki niður til skotið, ið endar í netmeskunum. 3-0 til B71.

Seinasta málið hjá B71 skorar Tijani Mohammed sjálvur í 68. minutti. Gunnar Lydersen á vinstra bakki tekur innkast og Bogi Hentze skallar bóltin víðari til Tijani, ið hesuferð tekur eitt trekk inn í banan og smekkar til. Skotið ferðast lágt og í øvugtu síðu av málinum og so er 3-0 til B71.

Í 74. minutti fær KÍ eisini tiltuskað sær eitt brotsspark tá Eirikur Jacobsen er ov seinur við eini takling. KÍ leikarin sendir Gerhard P. Lognberg í B71 málinum skeivan veg og so er støðan 4-1 til B71, ið eisini gerst endaliga støðan í ársins fyrsta dysti.

 

3 stig út av 81 møguligum

B71 liggur fyribils á odda í deildini eftir nærum lokið fyrsta umfar. Byrjanin er góð og liðið, og ikki minst hópurin, sær sannførandi út. Vit fara at ganga út frá at til ber at kappast við øllum liðum í deildini, eisini hóast vit ikki enn vita sikkurt akkurát hvussu væl niðurflytararnir úr AB og Skála eru hettar kappingarárið.

Týdningarmikið er at vit spæla okkara spæl í hvørjum dysti og halda fokus á hvat vit ætla at gera og at gera tey tingini væl. Tá fáa vit valla gjørt meira og so mugu vit fáa ella missa stig, alt eftir hvussu væl vit raka dagin.

Enn er tó lítið og onki vunnið. Vit hava verið sannførandi í 90 minuttir útav minimum 2430 minuttir í kappingarárinum 2021 og fingi 3 stig útav 81 møguligum stigum. Hettar er ikki fyri at niðurspæla týdningin av eini góðari byrjan, men heldur fyri at tryggja at vit halda fokus á hvussu stór, men væl møgulig, uppgávan er. Í ár kunnu tað líkasovæl vera vit sum nakað annað lið, ið liggja omaná tá avtornar. Sjálvsálitið er stórt og nú er bert eftir at síggja hvussu langt vit klára at trýsta okkum frameftir. Vónandi allan vegin, men latum okkum nú síggja. Fyribils so feira vit ein væl avgreiddan fyrsta dyst og í morgin, so fara vit at fyrireika okkum til eina nýggja viku av undanarbeiði til næsta vikuskifti ímóti Víkingi á útivølli.

Tillukku og drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar