Enn ein heimafturkomin!

Fyri nógvum árum síðani fór eitt gylt ættarlið til B36 at leika, men í dag eru so at siga allir tíbetur aftur í felagnum, har teir av fyrstan tíð byrjaðu.

Fyri gott 4 árum síðani hevði B71 trupult við at bjóða regluligan ungdómsfótbólt fyri teir dreingir og tær gentur, ið blivu tilkomin. Orsaka av hesum, so hava vit roynt okkara besta at skapa samstarv við onnur feløg, við tí fyri eyga at ongin ungur á Sandoynni skal noyðast at reika fyri vág og vind í fótbóltssamanhangi. Hesi samstørv hava riggað annahvørt væl og illa, men tíbetur hava okkara ungdómar eydnast væl, antin teir hava verið verandi í felagnum ella roynt aðrar leiðir í eina tíð.

Fyri nøkrum árum síðani valdu fleiri at leggja leiðina heimaftur úr B36 og í dag kunnu vit so kunngera at enn ein, og møguliga tann seinasti av teimum sum av fyrstan tíð legði leiðini tvørturum fjørðin, hevur valt at koma heimaftur, menna seg og hjálpa barndómsfelagnum fram á leið.

Jónas Warner hevur verið sáttmálabundin leikari í B36 í fleiri ár, har hann eisini hevur trivist væl. Tó ber tað illa til at taka gul/bláa litin úr sandoyingum, eisini hjá teimum sum ongantíð venda aftur. Av tí sama, so eru vit ómetaliga glað tá vit síggja sandoyingar rógva aftur á slóðina og í samráð við B36 og leikaran, so hava vit gjørt sáttmála við Jónas fyri kappingarárið 2021.

Afturat Jónasi, so hevur B71 frammanundan fingið Aron Clementsen heimaftur at venda, meðan korona forstýrar lesnaðin og tískil kunnu vit staðfesta at miðjan stendur at bresta við evnaríkum leikarum og tað verður ein ávísur luksustrupulleiki, tá venjaratoymið skal til at velja liðið út komandi tíðina.

Vælkomin heimaftur Jónas og blíðan byr komandi árið í gulum og bláum!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar