Amerikanskur áloypari

Hettar verður ikki fyrstu ferð B71 fær leikarastyrk úr Amerika og annað árið á rað at amerikanarar eru umboðaðir í felagnum.

Fyrra árið var venjarin Richard Goffe ein túr í Amerika á eini venjingarlegu og leitaði eftir møguligum leikarum til kappingarárið 2020. Afturkomin av túrinum, settu vit okkum niður og gjøgnumginu møguligar leikarar og avgjørdu tá at størstan týdning var styrkur í miðverjuna og at vit høvdu ikki fíggjarligt rásarúm eisini at taka ein áloypara heim, hóast hettar var ynskiligt. Tá avtornaði, so gjørdu vit sáttmála við Brian Okpala, ið vísti góðar taktir og var okkum ein tryggur aftasti skansi farna kappingarár.

Hettar kappingarárið valdu vit at venda aftur til valmøguleikarnar frá fyrra árinum, tá serliga áloypara hesu ferð, aldan tí vit longu høvdu samband við verjuleikaran Victoriano, ið vit hava gjørt sáttmála við her fyri. Joel var fyrra árið fyrsta val hjá venjaranum, um vit gjørdu av at taka ein áloypara afturat einum verjuleikara og heppi var tað tí fyri okkum at maðurin var leysur og klárur at royna eydnuna í Føroyum. Sum skilst, so hevur hann verið ein túr í Íslandi, í Keflavík og royndarvant ímidlartíð, men ongin sáttmáli spurdist burturúr ta ferðina. Afturkomin til USA, hevur hann leikt við einum liðið, ið kallast Houston FC og skotið heilt fitt av málum har. Vit ivaðust ikki og komandi kappingarár fara vit vónandi at síggja nógv gott frá 23, skjótt 24 ára gamla amerikumanninum. Mál sjálvsagt eisini.

Um nýggja leikaran verður sagt at hann, sum flestøll duga at síggja, er høgur og stórur og góður at spæla bóltar upp uppá. Ætlanin er at Joel fer at geva álopsspæl okkara okkurt annað enn vit frammanundan hava og meira afturat.

Vit gleðast ómetaliga nógv um at hava fingið enn ein fryntligan og arbeiðssaman ungan mann úr útlondum at leika við B71. Vit hava ein sterkan, ungan og svangan hóp, ið hevur tørv á leikarum við nógvum og øðrvísi royndum at mennast og styrkjast saman við.

Spennandi verður undir øllum umstøðum at fylgja við hvussu leikur ferst.

Hjartaliga tillukku við sáttmálanum Joel og blíðan byr!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar