Fyrsti argentinski leikarin

Sandoyingar eru ikki óvanir við at B71 heintar leikarar úr øllum verðinshornum at leggja afturat hópinum.

Hesuferð hava vit verið ein túr nærhendis Buenos Aires í Argentina at leita okkum nýggjan styrk til miðverjuna. Nigerianskt føddi amerikumaðurin, Brian Okpala, valdi at leita sær annað felag til komandi kappingarár og hesum vistu vit av longu við lokna kapping. Síðani var eitt miðvíst arbeiði gjørt at fylla plássið við júst tí rætta leikaranum og tað meta vit at vit hava funnið í Victoriano.

Victoriano er 26 ára gamal og fyllir 27 ár í juli. Hann er royndur sum yrkisleikari og hevur leikt í bæði Suður og Norður Amerika, seinast í ovastu deildini í Bolivia, men hevur nú valt at leita sær til Evropa at royna eydnuna. Sum leikari er maðurin kraftfullur og tryggur við bóltinum. Vit gleða okkum at síggja hann í dysti. Hettar fáa vit høvið til longu leygardagin 06.02, kl. 12.00 í Hoyvík, tá vit hava fyrsta venjingardystin ímóti FC Hoyvík.

Altíð tá felagið leitar sær styrk, so er tað ein fortreyt at vit meta at leikarar sum menniskju hoyra heima í felagnum. Tí eru samrøður og prát um krøv, treytir og forvæntningar líka stórur partur av arbeiðnum at finna nýggjar leikarar, sum teirra fótbóltsligu førleikar.

Eisini her hava vit mett at Victoriano lýkir treytirnar. Argentinin er bæði fryntligur og blíður og tað ljóðar kanska løgið at nevna tað í eini leikara kunngerð, men hesi viðurskifti hava stóran týdning í okkara felagið og fyri framtíðar ætlanir okkara. Taka vit gott fólk inn í felagið, so legst gott fólk afturat.

Hjartaliga tillukku við nýggja sáttmálanum Victoriano. Vit gleða okkum at síggja teg tuska runt á leikvøllinum inni í Dal og kring Føroya land í 2021!

Vælkomin / Bienvenido

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar