Besta tap leingi

Misskil okkum rætt; man skal ikki gleðast um tap. Og dó. Øll væntaðu skrædl, men felagsliðið stóð seg útyvir allar forvæntningar væl ímóti FM vinnarunum úr Klaksvík.

Hesin dysturin hevur verið leingi ávegis. Longu fyri fleiri mánaðum síðani var lutakast í steypakapping fyri kvinnur og vit vistu ikki eingong av at AB/B71 var tikið við í hesa kapping, men funnu útav tí tá boð sendust aftur og fram á sosialu miðlunum um at felagsliðið skuldi hitta KÍ á heimavølli 28. oktober.

Loksins upprann so dagurin tá dysturin skuldi spælast og tað mundu vera nógv sum stúrdu fyri einum ordiligum avsmurningi, eftir eitt so frálíkt kappingarár.

Uppgávan var sera torfør. KÍ kvinnurnar eru enn í fullari gongd og venja ímóti evropeiskum dysti, meðan AB/B71 spældi sín síðsta dyst fyri fleiri vikum síðani og venjingin hevur verið heldur óstøðug síðani, umframt at eini 4-5 av leikarunum, ið hava verið fastar í byrjunaruppstillingini, vóru skaddar til dystin.

Av tí sama, so talaði alt fyri at tað fór at vera sera trupult.

Men; tað gekk ikki heilt sum øll høvdu hugsað. KÍ kemur gamaní á odda, men tá fyrst í 24. minutti. Nú kundi man hildið at so var ongin vegur aftur og KÍ maskinan fór at trumla okkum niður, men í 32. minutti vinnur Fridrikka M. Clementsen bóltin væl úti frá málinum og driblar framvið allari KÍ verjuni frammanfyri sær við fullari ferð, gerst leys ímóti málverjanum og potar bóltin framvið til 1-1! Eitt sjokk aftursvar fyri at siga tað milt.

Gleðin er stokkut tí løtu seinni er bólturin aftur í AB/B71 málinum og nakrar minuttir eftir tað, so er økt til 1-3. Fleiri mál koma hinvegin ikki í 1. hálvleiki og úrslitið er faktiskt heilt okey tá leikur er hálvrunnin, sjálvt um man eina løtu droymdi at alt fór at bera til.

Annar hálvleikur er tað meiri KÍ ið fær yvirtakið og tær leggja seg bæði 1-4 og 1-5 framum í 56. minutti og 60. minutti.

AB/B71 verjan stendur ein góðan dyst, hóast nøkur mál fara ígjøgnum og serliga málverjin Eyðbjørg Reynslág eigur kempi herðaklapp fyri ein branddyst. Nógvar ferðirnar var tað aftasti skansin, ið var munurin ímillum skrædl og heiðurligt tap.

Endaligi lítli hálvi tímin gongur, har KÍ ikki sleppir til líka nógv sum áðrenn og ístaðin er tað felagsliðið AB/B71, ið gerst naskari og naskari ímóti endanum.

Trýstið á KÍ verjuna gevur úrslit og vit vinna eitt fríspark uttanfyri sekstanmeturin. Fridrikka skýtir og skotið er lágt og hart; somikið hart at málverjin megnar ikki at halda bóltinum, ið støkkir út og ein AB/B71 leikari vinnur hann og fær sent hann í netið til 2-5. Fleiri vildu vera við at tað var Kristianna á Lofti Haraldsen, ið hevði seinastu táina á, men dómaraseðilin gevur Judith Rasmussen málið í 88. minutti, so vónandi er tað tað rætta.

Annars mundu vit enntá minkað munin enn meira tá Judith sleppur leys ímóti málinum eitt sindur úti í vinstra borið løtu seinni, men skotið fer beint í síðunetið.

Dómarin floytar og endaliga úrslitið er 2-5 til KÍ. AB/B71 sleppir ikki at halda á fram í steypakappingini, men vit kunnu fegnast um óvæntaða góða úrslitið, ið ikki beinleiðis vitnar um nakran klassamun. Munur ja og uppiborðin sigur til klaksvíkskvinnur, ið vóru betri enn okkara. Men vit vuksu við uppgávuni og tað gongur sjón fyri søgn at við miðvísari venjing veturin yvir, so eru vit meira enn klár til at luttaka í bestu deildini í 2021!

Tillukku við víðari luttøkuni KÍ og ikki minst tillukku við góða stríðsviljanum AB/B71!

Drívið á AB/B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar