Spell

Skaptu nærum ongar møguleikar. Tá kann man tíverri ikki vinna ein dyst.

Farið var norð leygarmorgunin við fyrsta báti við tí fyri eyga at vinna okkum trý týdningarmikil stig, so til bar at hanga við í oddinum av deildini, men tá avtornaði, so vóru vit ikki heilt vaknir og klárir kl. 11.00 í Klaksvík hendan leygardagin fyrrapart.

Nógv stóð uppá spæl og tað er sjálvsagt spell at annars góða spælið í seinastuni fór at ridla so nógv tá vit høvdu mest brúk fyri stigunum. Men hattar er fótbóltur. Vit liggja enn væl fyri, men vónin um at luttaka í stríðnum um uppflytingina, hann er farin afturum aftur fyribils. Enn mugu vit hava sum málsetning at vinna teir írestandi 4 dystirnar og so fáa vit at síggja hvussu stigatalvan sær út um tað mundi og hvørt vit sleppa uppí part ella ei. Realistiskt sæð, so er møguleikin nokk eitt sindur farin í ommu sína. Men men. Onki er liðugt fyrrenn alt er liðugt og vit skulu, enn sum altíð, út at vinna allar dystirnar.

Tað er kanska ikki so løgið at okkara menn vóru eitt sindur tamir leygardagin og fleiri orsøkir enn eitt vánaligt leiktíðspunkt kunnu vit nokk vísa á. Símin Hansen, ið veruliga hevur funnið dagsformin aftur og hevur verið ein av bestu leikarunum fleiri ferðirnar í seinastuni sat úti við leikbanni eftir at hava savna 4 gul kort, meðan Jónas Warner, ið somuleiðis hevur verið flúgvandi seinastu tíðina, meiddi seg í farna dysti, ið merkti at hann mátti sita hendan dystin yvir og spurningurin er hvussu støðan er til komandi dystir.

Fyri at gera ilt verrið, so mátti Valdemar Schousboe út við pínu í fótinum í hálvleikinum og tá fóru vit frá at mangla leikarar í bæði verjuni og á miðjuni, til at mangla ein týdningarmiklan mann í álopinum eisini.

Leikararnir gjørdu tað teir vóru mentir, men burtursæð frá einum sera góðum langsskoti frá Hans H. Oddson í fyrra hálvleiki, ið dykkaði beint uppum yvirleggjaran, so vóru vit tannleysir og langt frá at koma til nakað sum helst. KÍ vóru væl organiseraðir og vistu hvat teir vildu. Hettar gav úrslit beint eftir hálvleik tá teir leggja seg framum og eftirsum okkara menn ikki klára at opna nakað í verjuni hjá klaksvíksingum, so verða allar atsóknir til onkis. Ístaðin er tað KÍ ið økir í 70. minutti til 2-0 og longu tá sær tað út til at vera yvirstaðið. Gustav Wassmann fær einasta ordiliga møguleikan í dystinum til B71, tá hann sleppur leysur ímóti málmanninum í 91. minutti, men skotið er ov vánaligt og rullar við síðunar av stongini til málspark.

Dysturin endar fult uppiborið 2-0 til KÍ og vit mugu tungu leiðina um fjørðin við einum ringum avrikið og ongum stigum.

 

Hvat nú?

So er passandi at spyrja seg sjálvan, hvat so nú? Kappingin er við at halla og vit liggja á 6. plássið, ávikavist 4 og 5 stig aftanfyri 07 Vestur og B68 á uppflytingarplássunum.

Møguleikin er ikki fokin, sum onkur vil vera við, tí teirra innanhýsis dystur er ikki avgreiddur enn, meðan vit hava ein dyst ímóti báðum liðunum at avgreiða á heimavølli, umframt at man veit ongantíð hvat knappliga sker á døgunum.

Tað kann tískil enn venda eitt sindur á høvdið, men tað krevir enn at vit hanga í og fáa okkum tey neyðugu stigini, so vit í tað allarminsta lagið, kunnu spæla kappingarneytunum eitt puds, og enda árið á jaligan hátt, tí higartil í ár, so hava vit sæð nógv, ið vit kunnu gleðast um.

Nógvir ungir leikarar eru komnir á liðið og fingið rættuliga nógvar minuttir. Teir eru óroyndir og møguliga er tað tað sum ger at vit detta eitt sindur longri frá málstrikuni enn onnur lið, ið ikki dúva uppá yngri kreftir í sama mun sum vit gera, men tað gerst ikki við.

Tað kundi verið fantastiska stuttligt at vent aftur til bestu deildina á sjálvasta 50 ára føðingardagsárinum hjá B71, men í seinasta enda, so eru hettar bara tilvildarlig tøl, hvørs meining vit tilskrivað. Tað er minst líka stórt bragd at vinna sær sætið í bestu deildini á 51. árið. Tað rullar bara ikki líka nemt av tunguni, sum hitt, ið er munandi nemmari at marknaðarføra.

Tíbetur snýr tað seg um fótbóltin og tað sum er best fyri felagið, leikarar og limir tess uppá sikt. Tað snýr seg um menniskjuni og felagsskapin. Ikki bestu deildina í mansfótbólti aleina. Aðrastaðni hava vit vunnið okkum sætið í bestu kvinnudeildini og tað frøðast vit almikið um og tað er kanska bragdið, saman við øðrum góðum úrslitum vit fara at minnast 50 ára føðingardagin hjá B71 fyri og tað er super.

Menninir klára tað ivaleyst komandi ár, um tað ikki eisini gerast teir í ár.

Men latum okkum nú síggja. Allar súður eru verrið enn so syftar enn. Trýstið er eitt sindur av og "we live to fight another day".

Latum okkum síggja hvat fyri stoypningi tit eru gjørdir av. Leggja vit okkum niður? Ella reisa vit okkum upp?

Drívið á B71!

 

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar