3. deild upp á topp!
Hóast eina svingandi byrjan, bæði við uppmøting og einstøkum úrslitum, so hevur tað koyrt rættuliga væl hjá næstbesta liðnum hjá B71 í ár. Ein sigur á heimavølli í vikuskiftinum, merkir at menninir eru á ovasta plássinum í bólkinum.
Undan dystinum var næstbesta mansliðið ovarliga í stigatalvuni í B-bólkinum í 3. deild. Mótstøðuliðið av Skála er annars eitt av liðunum sum hava argað okkum seinastu tíðina, men leygardagin var onki ivamál. B71 skoraði tíðliga til 1-0 og løgdu seg framum bæði 2-0 og 3-0 ímóti endanum av dystinum, við málum frá Tummas Paula Olsen, Rana Nicolajsen og Gunnari Lydersen, áðrenn skálamenn megnaðu at fáa bóltin í okkara mál í yvirtíðini til endaliga úrslitið 3-1.
Enn mangla eini tvey úrslit at koma inn aðrastaðni frá, ið merkir at B71 eigur at liggja á 1. plássinum frammanfyri Undrið, men orsaka av hesum vantandi úrslitunum, so eru kappingarneytarnir fremri í løtuni. Forvitnisligt er harafturat at síðsti dystur verður leiktur ímóti júst Undrinum og tá er so møguleiki at seta endaligt punktum við kappingarárið og vónandi avgreiða ein sigur á útivølli í Hoyvík leygardagin 24.10.
Eitt er sikkurt og tað er at menninir hava gjørt eitt sera gott arbeiði fyri felagið og góðan figur fyri seg sjálvar hettar kappingarárið. Vónandi verða vit uppaftur sterkari hópur komandi kappingarár.
Drívið á B71!