Triði sigur á rað!

Tað eru ikki nógv sum geva B71 ans í uppflytingarstríðnum, men hettar spælir væl í okkara hond. Vit koma sníkjandi við fullari ferð.

Eina løtu sá tað út til at vit høvdu spælt okkum av við møguleikan at fylgja við í oddastríðnum, men nú knappliga hava menninir vent øllum á høvdið og eru snøgt sagt skítfarligir at fáast við úti og heima. Álopini eru gifti og verjan er gróthørð. Frá at ridla eitt sindur á ótryggum grundarlagið, so tykist tað sum at vend er komin í og nú rigga tingini bara sum oftast.

Fótbóltssambandið og mótstøðuliðini annars royna hvat tey kunnu at leggja fótonglar fyri dreymin hjá sandoyingum at flyta upp, men hettar er ongin nýggjheit, vit eru von við gomorin og onki kenst betur enn tá tey ið misunna tær alt mest, onki fáa burturúr. Í løtuni eru tað vit gulu og bláu sum seta dagsskránna og tað er eitt sjáldsama gott fornemmilsi.

Seinasta nýggja frá toppinum av er at ætlaði dysturin hjá 07 Vestur og B68 skuldi bara knappliga ikki spælast orsaka av at bæði liðini hava U21 leikarar, sum eru í landsliðsørindum og tískil hava ynskt at leika annað tíðspunkt tá hesir eru tøkir. Hettar verður bara opinbart bara eftirlíka tí hví ikki. Var tað B71, so fingu vit ivaleyst fótin í reyvina og bidnir um at spæla allar tíðir á døgninum, men nú ynski kemur frá liðum sum fólk opinbart ynskja alt gott, so er onki óført. Eitt enskt orðafelli sigur "the more things change, the more things stay the same". Tað er antin tað, ella síggja vit trøll á alljósum degi. Onnur kunnu sleppa at meta um, hvørt viðurskiftir sum blíva við at henda, kunnu áhaldandi vera skýrd tilfeldigheitir.

Góðu tíðindini er at B71 spælir tá vit vera bidnir at spæla. Tá vit vera bidnir um at fylgja reglunum, so fylgja vit reglunum. Onnur eru opinbart ikki líka medgjørlig, men tað er teirra sak. Vit hava pá trods av mótgongd, bart okkum upp á 5. plássið og liggja í skrivandi stund 2 stig aftanfyri B68, ið liggur á plássinum, ið gevur beinleiðis uppflyting.

Eitt bragd og prógv um at valdi leisturin og leiðin er tann rætta. Leikarar, venjarar, hjálparfólk, ja øll, eiga stórt rós uppiborið fyri at hava barst okkum hesa longu leið, men enn er nógv arbeiði eftir at gerast um vit skulu halda fast í møguleikanum at spæla okkum upp í bestu deildina.

 

Dysturin

Dystir ímóti B36 hava tíðum verið rokaligir og hóast hesin ikki var so kontroversiellur sum teir onkuntíð hava verið, so vóru nøkur ting sum gjørdu hendan minniligan á góðar og minni góðar mátar.

Tað sær gott út frá byrjan hjá B71, ið hevur gott tak á havnamonnum frá fyrsta bríksli, men vit skulu nærum til endan av fyrru hálvu áðrenn Tijani Mohammed sleppir leysur ímóti B36 málverjanum í 40. minutti. Ístaðin fyri at skjóta so rundar hann málverjan av høgrumegin og kann seta bóltin í netið til 1-0! Løtu seinni er Tijani aftur í hopla tá hann er á blettinum at pota bóltin í netið til 2-0!

Hettar er fyrstu ferð ghanesiski sandoyingurin er á máltalvuni í 3 mánaðir. Undanfarna mál var hinvegin eisini ímóti B36, tá besta liðnum, tá hesir vitjaðu inni í Dal í juli mánaði í samband við fyrsta umfar í steypakappingini. Tað sigur seg sjálvt at forloysingin er stór tá man sum ein dugnaligur málskjútti fer ígjøgnum eitt so langt tíðarskeið uttan eitt mál.

Verjuspælið hevur riggað serliga væl seinastu nógvu ferðirnar, men álopsspælið riggar harafturat framúr í løtuni og í 63. minutti er tað Tijani ið leggur ein bólt innfyri til Valdemar, ið skallar bóltin ímóti Clayton Soares, ið smekkar bóltin í netið til 3-0!

í 74. minutti er tað at enda danski málslúkarin Valdemar Schousboe, ið vinnur bóltin og sneiðir sær á at skjóta ímóti málið og leggur bóltin uppá tvørs og í høgra málhorn til endaligu støðuna 4-0.

Mótvegis endanum av dystinum trýstir B71 fyri at fáa fleiri mál og ein høgur bóltur frá Gustavi Wassman ferðast inn í sekstanmeturin har Valdemar bakkar við rygginum ímóti málinum fyri at fáa fatur á bóltinum, samstundis við at málverjin Eyðbjørn Østergaard loypir úr málinum fyri at tryggja sær bóltin. Í bardaganum um bóltin er menninir so óhepnir at stoyta saman og hóast Valdemar fær eina stóra skoynu í bakhøvdið, so er tað B36 málverjin ið er óhepnari í støðuni, tá hann eftir øllum at døma skamfýlar sær fleiri tenn og má berast av vølli á børu og verður fluttur norð við sjúkrabili.

Ein sera óheppin endi av dystinum og dómarin floytar eisini av stutt aftaná, hóast tað lystir okkum at vita um tað ikki var mest fyri at náa bátin enn nakað annað, tí har tóktist vera ríkiligt av yvirtíð eftir at leika.

Tað er ongantíð nøkur ynskistøða tá menn koma til skaða og vit harmast um óhappi í dystinum og ynskja Eyðbirni góðan batna. Vónandi verður maðurin at síggja aftur á vøllinum skjótast gjørligt.

 

Klaksvíkar leygardagin

Komandi leygardag verður næsta uppgáva hjá 1. deild menn og hon verður í Klaksvík har vit hava havt mangan truplan dyst. Eftir hettar vitjað vit í Runavík, ið ikki er minni trupul uppgáva. Fortreytirnar leggja upp til at vit skulu savnað stig og sigrar eru nokk útgangsstøðið, skulu vit gera okkum vónir um at fangað og yvirhálað toftamenn og vágamenn í seinasta enda.

Hvørt hesin málsetningurin fer at eydnast veldst um so mangt, men eitt sum er heilt vist er at B71arar tevja blóð og fara at kempa til seinasta dropa at fáa stigini í hús.

Um tað verður nóg mikið í seinasta enda, ja tað fer tíðin at vísa. Vit fylgja tó við og rópa hart!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar