Ballið búið fyri í ár

Kappingarárið bleiv longri og drúgvari enn væntað; hjá summum meir enn hjá øðrum. Men væl spældi tó av.

Hettar bleiv eitt løgið kappingarár uppá nógvar mátar. Korona kreppan, ið ikki slepst undan at nevna í øðrum hvørjum andadrátti, hevur forstýra okkara dagliga virksemi nógv og nógvar ymsar loysnir hava vit verið noydd at funnið og livað við minni enn áður, alt fyri at umgangast at gerast sjúk av eini heimsfarsótt. Í nýggjari tíð hava vit ikki upplivað tílíkt og tí er tað ógvuliga trupult at góðtaka at alt ikki ber til eins og tað gjørdi fyri einans lítið yvir einum hálvum árum síðani. Fótbólturin og frítíðaráhugamál eru kanska ikki tað sum vigar tyngst á vágskálini tá man kappast ímóti áhugamálum sum at halda fólk á lívið og forða fyri óneyðugum vanda, men tá avtornar so ber tað heldur ikki til at liva lívið í ótta og ikki í minsta lagið royna at koma víðari, um ikki líka sum fyrr, so so tætt við sum gjørligt, ella á ein nýggjan hátt.

Menniskju eru sosialar verur og hóast vit gott kunnu liva í lítlum bólkum eina løtu, so verður tað ikki leingi fyrrenn vit byrja at leingjast eftir samveruni við størra bólkin. Tað er nokkso natúrligt og tá man hevur havt ein vælvirkandi felagsskap sum t.d. B71 at gingið uppí, so er tað trupult at fáa at vita at vit ikki sleppa at virka eftir aðalmálið okkara, navnliga at verða ein savnandi felagsskapur fyri øll fólk í oynni.

Okkara arbeiði er júst tað sum er mest ólógligt í hesum døgum og tað er at savna so nógv sum gjørligt til spæl og felagsskap. Av tí sama, so hava vit gjørt væl minni enn vit ætlaðu og tað sum ger tað ilt verrið er at vit máttu sleppa nærum øllum ætlanum okkara í samband við 50 ára føðingardagin, sum tíverri rakti beint í verstu krepputíð.

Men soleiðis er lívið. Tað finnast ivaleyst verrið lagnir og vit kunnu sjálvsagt tríva í føðingardagin og hátíðarhaldini tá farsóttin er hasað av og óttin er lagstur, hóast tað ikki er meir enn næstbest. Føðingardagurin er í seinasta enda bert eitt tal og 51 ár er líka flott sum 50, hóast hitt leggur meiri natúrligt upp til veitsluróma. Vit koyra á víðari við okkara virksemi hóast alt og síggja frameftir. Hettar eru góðar tíðir fyri felagið og tað fær sjálvt ein farsótt ikki bilbukt við.

 

Eitt gylt ættarlið

Hóast tað seinastu árini hava verið nógvir góðir leikarar og nógv góð úrslit, so er tað sjáldsamt at úrslit ganga so nógv upp í eina hægri eind, eins og tey hava nú í seinastuni. Tað tykist sum miðvísa arbeiðið byrjar av álvara at  geva eitt sindur av leikligum úrslitum av sær, tí nú vit nærkast kappingarenda, so kappast vit á øllum møguligum frontum. Kvinnurnar hjá AB/B71 vunnu gull her fyri og kappingarnar hjá teimum yngstu liðunum endaðu somuleiðis í vikuskiftinum, har, um vit fara og eftirkannað úrslitini hettar árið, U9 og U11 liðini hjá B71 hava vunnið nærum allar dystir alt árið á tamb. Í U13 høvdu vit stórar trupulleikar við manning á bæði dreingja- og gentusíðuni, men vit fingu so eitt dreingjalið upp at standa, sum hevur fingið væl betri úrslit enn vit væntaðu, hóast teir máttu dúva nógv uppá U11 dreingirnar at hjálpa sær. Hjá gentum bleiv kappingin ógvuliga forkølað við tí at vit megnaðu ikki at fáa manning til eitt U13 lið og U15 gentu kappingin bleiv heldur jonkasligani slept uppá fjall, við tí úrslitið at hesar sluppu ongantíð í gongd, hóast samstarv var fingið í lag við Argja Bóltfelag.

U17 dreingir bleiv somuleiðis til onkis, men her var skaðin minni av tí at U21 dúvar uppá somu leikarar kortini, meðan U18 felags gentulið hevur verið ein møguleiki øll seinastu árini og var tað aftur í ár.

Allastaðni finna vit sera góðar leikarar og sera góð úrslit. Eisini har tað stendur allarverst til við manning, so eru glottar at hóma. B71 fær ikki ganda leikarar fram og vit mugu tí finna uppá ráð, so øll sleppa at leika og tað gjørdu vit eftir førimuni í ár, eins og vit arbeiða fram ímóti at veita eitt gott tilboð til oyggjarfólk aftur komandi ár.

 

Dysturin í gjárkvøldi

Nú bleiv hettar nærum ber hugleiðing, men tað er tað sum hendir tá man nærkast endanum av kappingarárinum. Úrslitini vera vigaði uppímóti hvørjum øðrum og status má gerast av arbeiðnum farna árið.

U21 liðið, ið hevur verið eitt sera hent tilboð fyri rættuliga nógvar leikarar hjá B71 í aldursbólkinum 16-21, var aftur á skrá í ár og hóast úrslitini ikki vóru eins góð og í fjør, so vóru tey stadigvekk ógvuliga jalig. Tað sum er sermerkt frá í ár í mun til í fjør, er eisini at vit slúsaðu nógv fleiri U21 leikarar beinleiðis inn í fyrsta liðs hópin enn undanfarna ár. Hettar var altíð væntandi, men tað sum vit ikki væntaðu var at teir fóru at spæla so mikið stóran leiklut at hettar fór at gera tað uppaftur torførari at mannað U21 liðið sum heild. Ein trupulleiki, men ein trupulleiki man sum felag ynskir at hava. Ein fantastiskur trupulleiki, kann man siga.

Í gjár var tó umvenda verð í so máta tí loksins høvdu vit eitt sindur av luft ímillum dystir, umframt at nógvir mans eru tøkir aftur til dystir, ið frammanundan hava manglað. Av tí sama, so var liðið væl mannað í gjárkvøldið og tað sæst eisini aftur á endaliga úrslitinum, umframt á spælinum.

B71 kom framum longu í 5. minutti, tá ein sending innfyri frá høgru, fer móti handaru stong vinstru megna málið har nýafturkomni Áki Hentze er til reiðar og smekkar bóltin mótsattan veg upp í høgra málhorn. Flott mál og 1-0!

Klaksvíksingar, ið uppá ongan máta vóru komnir suður at leggja seg niður, svara aftur longu 4 minuttir seinni tá ein KÍ leikari sleppur leysur ímóti málinum og fær bóltin framvið Dawid Nowicki í málinum til 1-1.

1-1 var eisini hálvleiksstøðan og dysturin var javnur.

Í øðrum hálvleiki koppar spælið meir og meir til B71. Hans O. Hentze og Jónas Warner serliga kombineraðu fantastiska væl saman við Áka og hinum longri afturi á vøllinum og pettaðu verjuna hjá klaksvíksingum sundir fleiri ferðirnar fyrst í 2. hálvleiki. 

Fyrst skorar Hans til 2-1, áðrenn Jónas økir tværreisur til 3-1 og 4-1. KÍ minkar um munin í 63. minutti og so er 4-2, men stokkut er gleði, tí í 65. minutti er Hans aftur á blettinum og økir til 5-2. Tvey mál koma afturat til B71 og aftur er tað Jónas Warner, ið økir til bæði 6-2 og 7-2 í 70. og 78. minutti.

Í 84. minutti verður KÍ leikarin sum skoraði fyrsta mál teirra rikin av vølli, men hettar forðar ikki klaksvíkingum at pynta um úrslitið til 7-3 í 88. minutti, ið somuleiðis gerst endaliga úrslitið.

Ein virðiligur endi á kappingarárið í U21 deildini, ið hevur boðið uppá sera nógvar góðar løtur. Nógvar stuttligar ferðir norðanfjørðs, nógvir túrar í Joe Pizza, nógvir heimadystir við nógvum áskoðarum. Góðar løtur og minni góðar løtur. Alt sum tað eigur at vera og meir afturat.

Vit fara at nýta høvið at takka ungu monnunum, sum tóku sær stundir gjøgnum árið at mannað liðið fyri teirra íkast til felagsarbeiðið og øllum tykkum sum hava hjálpt til uppá ymsar mátar og møtt upp og stuðlað. Uttan hjálp frá øllum frontum, so nyttar onki.

U21 liðið liggur í løtuni á 3. plássinum av 5 liðum í C-bólkinum, javnt í stigum við KÍ, men við verið málmuni. 8 mál afturat, so vóru liðini jøvn í málmuni eisini og 2. plássið ein møguleiki, hóast tað ikki er so farligt akkurát hesuferð. Annars hevur KÍ ein dyst eftir um tvær vikur og minkar mótstøðulið teirra, Víkingur, um málmun teirra tann dagin, so eru vit møguliga knappliga á 2. plássinum kortini, alt eftir hvussu rokna verður. Men tað hevði bara verið ein lítil bonus um so var. Vit takka fyribils øllum liðunum fyri dygga mótstøðu og góðar dystir í ár. Vit síggjast aftur komandi kappingarár.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar