Leingi er tað ið væl skal verða

Bronsa í 2017, silvur í 2018 og 2019, men í 2020 eydnaðist tað felagsliðnum at vinna gullið!

Tað tók eina løtu at koma uppá ovasta plássið í deildini og mangan hevur tað eisini verið buldrut á leiðini, sum man má vænta fer at vera við tí at man fæst við okkurt ið man gongur uppí við lív og sál.

Tó hava vit ongantíð hesi farnu fýra árini verið í iva um at dagurin fór at koma tá ungu og eldru kvinnurnar fóru at standa við gullkrúnum um hálsin; klárar til næsta stigið.

Felags samstarvið millum Argja Bóltfelag og Sandoyar Ítróttarfelag B71 hevur havt og fer framvegis at vera av alstórum týdningi fyri fremjing av kvinnufótbólti, ikki bert í okkara oyggjarfelagið, men ivaleyst eisini á Argjum. Saman hava vit staðið sterk og fyri okkara viðkomandi, so hava vit notið hvørja løtu í samstarvið og samveru við argjafólk, venjarar, foreldur, fjepparar við meira.

Undan dystinum í dag, so var tað enn ein evarska lítil møguleiki fyri at AB/B71 ikki fór avstað við gullinum og tá royndirnar at fáa dyst ímóti suðuroyingum fullu til jarðar, so var onki annað at gera enn at royna at avgera tað í Klaksvík ímóti næstbesta KÍ liðnum.

Sigast kann ikki annað enn at tá avtornaði, so var onki ivamál, hvørki um hvør rætti vinnarin av dystinum var, eiheldur av deildini.

3-18 var endaliga úrslitið (um vit væl at merkja taldu rætt) og tað er hopleyst at fara og gjøgnumganga málini í hesi dystarfrásøgnini. Vit kunnu viðmerkja at KÍ kvinnurnar, hóast fáar, løgdu seg ikki niður, hóast tær vóru við dyggum undirluta og seinna málið hjá teimum var eitt serstakliga flott fríspark langt úti frá. Tá avtornaði, so vóru AB/B71 kvinnurnar tó komnar norð við øllum kanónunum og uppsettar uppá at beina hvørt einasta ivamál av vegnum og tað gekk so útyvir klaksvíkskvinnur á hesum sinnið. Tær kunnu troysta seg við at teirra besta lið fær møguleikan at hevna seg tá vit aftur leika ímóti KÍ í steypakappingini mikudagin 28. oktober. Hvat hendir tann dagin, er so ein onnur søga.

Enn einaferð, eitt sindur torført at taka samanum tá man ikki er 100% vísur í endaliga úrslitinum og hvør skoraði øll málini, men okkara kvalifiseraða git eftir dyst var at Fridrikka M. Clementsen hevði skorað 9 av 18 málunum, meðan toppskjúttin í deildini, Judith E. Rasmussen skeyt 5. Kristianna av Lofti Haraldsen, Elsa Dalsgaard, Sólrun H. Sørensen og Sonja T. Dalsgaard skutu harafturat hvør sítt.

Eftir loknan dyst fingu kvinnurnar og venjarar steyp handað og gullmedaljur um hálsin. Tað er onki at ivast í at, serliga við teimum málveitslum sum hava verið í seinastuni, at felagsliðið hevur stóran tørv á størri avbjóðingum og einasti mátin at fáa tílíkar er í bestu deildini. Tað er vón okkara at felags samstarvið hevur lív lagað í nógv ár afturat og at tær sum hava verið so ídnar at virka fyri samstarvinum halda á fram at vera ein partur av arbeiðnum at fáa kvinnufótbólt á breddan ikki bert her í oynni hjá okkum, men eisini á Argjum. Enn er nógv arbeiði, sum skal gerast fyri at hava kappingarført lið í bestu deildini og man er naivur, um man heldur at man bara kann koma spadserandi inn í bestu deildina úr næstbestu deildini og alt fer at rigga per automatik. Tað fer tað óivað ikki. Um eitt gott og grundigt forarbeiði ikki verður gjørt, so skal man ikki vænta sær at tað fundamentið man byggir á ikki fer at ridla.

Higartil hava vit duga stak væl at leggja hettar vælsignaða fundament, sum komandi ættarlið skulu nýta gott av og latið nú góðu taktirnar halda á fram í felagsskapi.

Hjartaliga tillukku leikarar, venjarar, foreldur, familja, fjepparar og øll tit sum hettar kappingarárið og kappingarárini frammanundan góvu tykkara íkast til at okkara kvinnur hettar sunnukvøldið í oktober kundu nýta teirra løtu í rampuljósinum sum vinnarar av 1. deild hjá kvinnum í 2020!

Drívið á AB/B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar