Legestue

HB hava havt tað trupult seinastu tíðina í 1. deild og eftir 9-1 tap ímóti NSÍ, so rendu teir seg aftur inn í eina vælsmurda maskinu.

Sum skilst, so var hettar ikki sterkasta uppstilling sum HB kundu bjóða okkum upp til dans við, eins og teirra 9-1 ósigur ímóti runavíkingum var merkti av tí sama. Men hóast mótstøðan ikki var so dygg, sum hon onkuntíð hevur verið áður, so skerst tað ikki burtur at B71ararnir spældu góðan fótbólt og skaptu nógv. Møguliga vit skulu hugsa um at verið meiri effektivir til tíðir, tí sigurin kundi verið væl meira enn 0-4 um vit vóru neyvari og hugsaðu okkum betur um. Men! Nú skal man ikki vera grádigur. Vit eru í einum góðum stima beint nú og fáa betri sjálvsálit fyri hvønn dag ið fer.

Aðrastaðni leiktu 07 Vestur og B68 ímóti hvørjum øðrum, har vágamenn vunnu, ið merkir at vit hála inn á okkara kappingarneytar og kunnu koma at gera tað aftur næsta leygardag, tá vit spæla á heimavølli ímóti B36, meðan B68 og 07 Vestur aftur skulu spæla innanhýsis dyst. Vit skulu sostatt avgreiða okkara uppgávu til fulnar og so kunnu vit ikki umgangast at nærkast kappingarneytunum.

Sum sagt, so bjóðaði B71 uppá gott spæl og góðar taktir í einum dysti har tað vóru vit sum vóru nógv mest á bóltinum.

Fyrsta málið kemur eftir 18 minuttirs leiktíð eftir eitt horna. Eitt sindur aftur og fram, men Jónas Warner fær so at enda bóltin inn fyri til Valdemar Schousboe, ið skorar fyri 9. ferð hettar kappingarárið í líka nógvum dystum.

Beint fyri hálvleiksbríksl kemur seinna málið, har Valdemar leggur bóltin inn fyri. Mótstøðuleikari fær ikki beint bóltin burtur og ístaðin er tað Hans O. Hentze ið fær økt til 0-2 og seinna mál sítt hettar kappingarárið.

Triðja málið kemur eftir at HB roynir at trýsta allarsíðstu løtuna av 1. hálvleiki og missa bóltin eftir fríspark og Jónas Warner smekkar bóltin fram til Valdemar Schousboe, ið leysut ímóti málinum setur bóltin í netið til hálvleiksstøðuna 0-3.

Annar hálvleikur bjóðaði ikki uppá líka nógv mál, men var ein møguleiki at fáa frískari bein á vøllin og meiri spælitíð til aðrar leikarar.

Har kom eittans mál, men tað er eisini ein perla. Klayver gandar á vinstra bakki og setur leikarar av áðrenn hann avleverar til pápa sín Clayton, ið lobbar bóltin innum verjuna til Jónas Warner, ið rennur í bakrúmið. Púra leysur ímóti málverjanum og lobbar bóltin uppum mannin og í mál. Sá leikandi lætt út, men alt sum verður gjørt væl, kemur at síggja lætt út. Fantastiskt at síggja so væl upplagdar menn á øllum plássum.

Verjuparturin var eisini ein heldur nýggj konstellatión. Símin Hansen vendi aftur til miðverjuplássið, hesuferð saman við Alva Jespersen, ið loksins slapp at royna seg í miðverjuni aftur eftir nógvar dystir á høgra bakki og mitt fyri á miðjuni. Báðir gjørdu arbeiði sítt til lítar, saman við Jákupi Høgnason á høgra bakki fyri aðru ferð í trekk og so sjálvandi Klayver, ið situr tungt á vinstra bakks plássinum.

Bogi Hentze var valdur aftur at leika á miðjuni, saman við Jónasi, eftir ein sera góðan dyst týskvøldið. Hans O. Hentze og Tijani leiktu á hvørjum sínum vongi og Clayton og Valdemar vóru so fremstu menninir.

Gjørt var av at heilgardera seg í dag og taka fleiri leikarar við til dyst enn vanligt og hugaligt at síggja bæði Fróða Højsted, men eisini Brian Á. Erlingson við til dyst. Hesir fingu tíverri ikki minuttir á hesum sinni, men eins og hjá nógvum øðrum, so er tað væntandi bert ein spurningur um tíð. Jónatan Kjærbo fekk aftur minuttir at royna seg, saman við Gustavi Wassman ið loysti Hans av og at enda kom Áki Hentze inn og leikti ein hálvleik hesuferð.

Málið til 0-4 varð skorað í 51. minutti og tað koma ikki fleiri mál í dystinum, hóast nógv vandamikil álop og nakrar naskar royndir. Var kanska væntandi, men absolutt góðtikið. Vit mugu halda á fram at koma til møguleikarnar og seta teir í kassan, samstundis sum vit byggja verjupartin upp, so tað verður torførari og torførari at bróta okkum niður. Eitt arbeiði skal enn gerast og spennandi verður at fylgja við komandi vikurnar.

 

B71 situr við trumfunum

Uttan at taka nakað frá mótstøðuliðum okkara, so er tað B71 sum knappliga eftir eina langa rekkju av vánaligum úrslitum, sum hevur vent alt á høvdið og kann enda við at gera ein fúlan endaspurt.

Sum sagt, so leiktu kappingarneytarnir B68 og 07 Vestur ímóti hvørjum øðrum í kvøld og koma at gera tað aftur næsta leygardag. Við sigrinum í dag, hava vit stytt okkum um leiðina upp til B68, ið tapti og vit fara at gera tað aftur komandi viku um vit megna uppgávuna heima ímóti B36.

Eftir umfarið 10.10, so førka vit okkum til næsta umfar, har B71 skal til Klaksvíkar at spæla ímóti KÍ, meðan B68 og 07 Vestur hava dystir ímóti ávikavist Víkingi og NSÍ. Alt sjálvandi spekulatiónir, men á pappírinum í minsta lagið, eiga vit nógv tann mest yvirkomiliga dystin, hóast KÍ ikki skal undirmetast, hóast vit vundu burturúr teimum seinastu ferð.

Tá hesir dystirnir eru farnir afturum, so eru tvey tey næstu umførini eitt sindur blandað bomm í torleika og umstøðum.

24.10 má B71 til Runavíkar, ið tíðum er strævið, meðan 07 Vestur hevur ein truplan dyst ímóti Víkingi á útivølli. B68 spælir í Havn ímóti B36.

Tríggjar dagar seinni er tað okkara túrur at vitja B36 í Havn, meðan 07 Vestur fær vitjan av botnliðnum AB, meðan B68 hevur uppá besyndarligasta og djúpt órættvísan máta fingið avgreitt sín dyst ein farnan týsdag, har m.a. vit vóru vissaði um at allir dystir blivu avlýstir. Høvdu vit vita at vit høvdu møguleikan at bestemma sjálvi, so kanska vit burdu umhugsað tað, men enn einferð so vísir Fótbóltssambandið komplett manglandi ryggrad og letur tvey lið avgreiða ein dyst, because reasons. Flott.

Hettar merkir eina fína lítla pausu hjá B68 í endaspurtinum meðan hini bæði liðini oksa seg ígjøgnum tríggjar dystir uppá 7 dagar. Omaná tað heila, so er seinasti dysturin í maratonviku nr. 1000 hettar árið ein eventuel monstur uppgerð millum B71 og 07 Vestur á heimavølli okkara inni í Dal leygardagin 31. oktober, meðan eitt væl úthvílt B68 lið sleppur at leika á heimavølli ímóti FC Hoyvík.

Endaliga umfarið bjóðar so uppá ein potentiellan stórdyst afturat tá vit bjóða B68 í oynna fríggjakvøldið 06. november.

Tað tit góðu lesarar, ið tímdu at lesa líka til endans, kunnu taka burtur frá hesum her, er staðfestingin at lagt er alvorliga upp til kakkelovnin seinasta mánaðin í 1. deild. B71 er uppá ongan máta burtur úr uppflytingarstríðnum, hóast øll møgulig úrslit, sum man væntar fara onkran veg, enn saktans kunnu fara øvugtan veg á degnum.

Hettar er einans vert at vera varugur við, men vit skulu sjálvsagt "hytta okkara egna skinn" fyrst og fremst og avgreiða ein sigur fyri og annan eftir, skulu vit hava vónir um at tøppa munin millum okkum og ovaru liðini. Tí sigrar skulu til um tað skal blíva ein stuttligur og spennandi endaspurtur.

B71 er í einum sera góðum stað í løtuni, við einum ungum og evnaríkum hópi, óansæð hvat hendir, so missa vit stevið og megna tað ikki í endanum, so er tað ikki nøkur ólukka. Men tað kundi verið stuttligt at verið uppi aftur har neistarnir flúgva og kappingin er hørð. Knallhørð! Tað er har vit hoyra heima. Tað er har vit vilja vera.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar