Tryggur sigur

B71 mátti brúka allan fyrsta hálvleik og nakað væl afturat áðrenn hol kom á, men stig og sigur kendist so at siga nærum ongantíð vera í vanda.

Man má siga at tað hevur gingið hampuliga væl hjá nýggjastu tilgongdini hjá B71 uppi í álopinum, Valdemar Schousboe, síðani skifti til føroyskan fótbólt í august mánaða.

Higartil hevur evnaríki ungi danin leikt við í 8 dystum og úrtøkan eftir dystin í gjár er 1 mál pr. dyst, ið man má siga er absolutt góðtikið. Harafturat hevur Valdemar verið sera sjónligur og viðvirkandi til fleiri onnur mál seinastu tíðina.

Sum heild má sigast at tað trýtir ikki við álopsdygdum í liðnum í løtuni, tí hóast vit til tíðir hava verið dekan ov oyslutir, so hava vit skorað rímiliga nógv mál. Høvdu vit megnað at hildið høvdið eitt sindur kaldari í verjupartinum oftari, so var onki at ivast í at stigatalvan eisini hevði sæð eitt sindur meiri lovandi út fyri okkara viðkomandi longu nú.

Hettar skal hinvegin ikki skiljast sum ein stikkpilli til verjuleikararnar, tí tað eru ikki bara verjuleikarar sum verja mál. Fótbóltur sum verður spældur nú á døgum, krevir meir enn nakrantíð at man verjir mál sum eitt lið og man byggir upp til mál sum eitt lið. Krøvini eru tíðum somikið høg at tað verður nærum væntað at áloyparar nú á døgum eisini duga at útinna verjuleiklutin, eins væl og verjuleikararnir eiga at duga at føra bóltin frameftir í álop. Tískil er tað ikki at seta verjuleikarar niður tá man sigur at vit hava havt trupulleikar við verjupartinum, tí ongin á vøllinum er undantikin verjuleiklutinum fult og heilt.

Tá alt hettar so er sagt, so hava tað verið ríkiligt av ljósum punktum at bíta merki í alt kappingarárið, bæði hvat álop viðvíkir, men sanniliga eisini í verjuni. Vit hava havt somikið nógv og gott fólk at fyri fyrstu ferð í eitt mannaminnið, so er tað ongin katastrofa um ein annars týdningarmikil leikari dettur úr liðnum við skaða ella leikbanni, tí vit hava fólk at seta inn og ungu menninir serliga eru svangir eftir at taka plássini frá teimum meiri etableraðu. Hettar hevur mangla í langa tíð, men sær loksins út til at broytast. Ongin hevur tann luksus at slappa av ov leingi, tí øll pláss á vøllinum eru í ár mansuppdekkaði av minst einum øðrum leikara. Fantastiskt at síggja menningina, ið enntá bert er byrjað.

 

Høvdu takið allan dystin

Sum sagt, so var ongin slingur í valsinum í gjár hvat úrslitið viðvíkur. Sigurin kendist allatíðina vera ávegis, men tað tók kortini ein góðan tíma áðrenn hol kom á. Clayton Soares, ið hevur funnið gott forstáilsi við nýtilkomna danan, spælir bóltin høgt uppum verjuketuna. Valdemar sleppur afturum í bakrúmið og bólturin hoppar fram fyri seg. Málverjin hjá hoyvíkingum, ið annars spældi ein sera góðan dyst, er ov seinur út til bóltin og Valdemar fær tí skallað bóltin hegnisliga uppum hann og í mál til 1-0.

Eini 10 minuttir seinni er aftur ballada í sekstanmeturinum hjá FC Hoyvík tá Tijani rekir og spælir Valdemar, ið ger seg leysan enn einaferð í brotsteiginum. Hann rekir ímóti baklinjuni og málverjin ger sítt besta at gera vinkulin spískan til skotið, men Valdemar fær beint bóltin framvið og mótvegis málinum. Ein verjuleikari hjá hoyvíkingum stendur mitt fyri og vendir ímóti málinum, men fær ikki beint bóltin, ið trillar inn nakran annan veg enn beint inn í málið. Sjálvmál tá avtornar og so er 2-0 til B71!

B71 situr á øllum spælinum og ongantíð sær tað vandamikið út hjá hoyvíkingum, ið bert vera trýstir meir og meiri aftur. Í 75. minutti skíta vit tó eitt sindur í dansin, tá Brian Okpala verður feldur eftir at hava beint bóltin langt frameftir úr verjustøðu og verður liggjandi. Áloyparin sum feldi mannin fer yvir og fólk vóru ikki á einum málið um hvørt ætlanin var at hjálpa Briani upp ella hála hann upp, men undir øllum umstøðum, so langar Brian út eftir "hjálpandi" hondini og rakar mannin, ið sjálvsagt setir sær fyri at kóka mikið nógva suppu uppá støðuna. Dómarin velur at geva Briani reytt kort fyri atburðin, men, sikkurt ikki skakandi, so eru tað ikki nógv kring vøllin, ið halda tað sama. Harðligani dømt, hóast tað ikki skal valda nakar ivi um at tað sjálvsagt ikki er okey at sláa eftir fólki.

Úrslitið er tó reytt og vit mugu enn einaferð spæla uttan ein týdningarmiklan leikara, í øllum førum partvíst orsaka av egnari býttheit, men hálvt ella heilt, so hendir hettar for ofta. Lærið tykkum tað nú!

Tíbetur, kann man siga, so hevur reyða kortið ikki merkisverda ávirkan á leikgongdina. B71 koyrir sigurin trygt heim hesu ferð og vit fáa enntá eitt mál í 90. minutti tá Símin Hansen, ið hevur fingið reiðiliga uppreisn í seinastuni, smekkar bóltin niðan til Valdemar, ið snarar runt um ein verjuleikara, ið ivaleyst enn í dag leitar hvar danin fór, og plaserar bóltin framvið málverjanum, ið hevur ongan møguleika at forða fyri triðja og seinasta málinum. 3-0 er endaliga støðan og 3 stig afturat á kontoina, ið elva til at vit, í øllum førum fyribils, koma at liggja á 6. plássið

 

Ungir mans buka uppá

Nógv gott kann sigast um dystin í gjár. Okkurt ringt sjálvsagt eisini, men í løtuni hevur tað góða yvirvágin og gott er tað. Tveir 17 ára gamlir, Bogi Hentze og Jákup Høgnason, byrjaðu inni á liðnum í gjár og spældu sera væl, meðan Hans O. Hentze, ið somuleiðis byrjaði, sær stinnari út enn nakrantíð og verður betri fyri hvønn dyst. Jóhan Herálvur var aftur í málinum, eftir at Gerhard var sloppin framat tvær tær síðstu ferðirnar og hevði leikt væl. Ungi málverjin hevði ikki eina rúgvu at gera, men tók sær væl av teimum støðum, har boð vóru eftir sær. Eisini hava vit ein tendens at gloyma hvussu ungur Klayver í grundini er, tí hann bæði sær út og spælir sum ein trøllvaksin maður, men við sínum 21 ungum árum, so er sprenfult av góðsku har longu nú.

Gustav Wassman, ið kom til felagið sum eitt óskrivað blað hevur víst seg við skjótleika og bóltførleika sínum at verið eitt sera týdningarmikið reiðskap, antin hann er við frá byrjan ella kemur inn seinni í dystinum.

Áki Hentze fekk harafturat síðstu 20 minuttirnar av dystinum eftir nógvar mánaðar úti við knæskaða, meðan 16 ára gamli Jónatan Kjærbo, er nærum vísur í at fáa nakrar minuttir hvønn dyst.

Alt hettar og teir ungu menn, ið bíða beint uttanfyri í breidra hópnum, lagt saman, vitnar um vala arbeiði frá øllum okkum sum fáast við og stuðla B71 á okkaru leið ímóti nýggjum tíðum. Tað er stuttligt at fylgja við í løtuni og tað fer at blíva stuttligari enn.

Bíði bara.

Drívið á B71!

 

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar