Hati at skriva hesar dystarfrásagnirnar

Eitt tað modnasta við at tapa umaftur og umaftur, er at man noyðist umaftur og umaftur at skriva um tað.

Fyri triðju ferð í fimm dystum fara vit av aftur leikvøllinum við einum 3-2 tapi í hendi og hvørja ferð hava vit verið frammanfyri, fyri síðani at missa alt á gólvið í seinastu minuttunum.

Ímóti NSÍ á heimavølli vóru vit frammanfyri 2-0, ið vit hildu til 20 minuttir vóru eftir, ið NSÍ síðani vann 2-3. Ímóti AB vóru vit frammanfyri 1-0 beinanvegin í triðja minutti, men mistu gradvíst alt í seinnu helvt av dystinum, meðan vit í gjárkvøldið stríddu okkum framum aftur 1-2 og hildu Víking væl frá fatinum, fyri síðani at lorka øll stigini burtur í yvirtíðini.

Afturat hesum, so fekk Alvi Jespersen eitt býtt reytt kort, tá hann letur ein leikara hjá Víkingi tirra seg, soleiðis sum bert ein Víkingur leikari dugir, og slær hondina hjá viðkomandi burtur og rakar hann í bringuna. Øll vita at eitt lítið slag í bringuna er tað versta í allari verðini og tí dettur leikarin niður sum ein eplasekkur og skríggjar av pínu. Flovisligt, men hettar er livibreyðið hjá mótstøðuliðnum og tað áttu okkara leikarar at vita, tá teir gerast so tilkomnir og ikki geva teimum tað teir vilja hava.

Sum rætt er, so kemur dómarin yvir og gevur Alva gult kort og av tí at hann hevði gult kort frammanundan, so fær hann tískil eisini reytt kort og má sita úti enn einaferð.

Fýra minuttir í yvirtíðini ger dómarin, ið stórar partar av dystinum dømdi hampuligani og til tíðir heilt væl, ein stóran brølara, tá hann dømir brotsspark til Víking. Ein Víkinga leikari sleppur leysur ímóti málmanninum og Jónatan Kjærbo, ið var komin inn á høgra bakk, rennir aftaná. Hann forstýrar hann aftanífrá, tá hann ikki megnar at fanga hann, men sær annars ikki út til at hann ger nakað beinleiðis ólógligt og Víkinga leikarin verður eisini leysur av honum og sleppur at royna seg ein ímóti ein ímóti Gerhardi í málinum. Gerhard stórbjargar, men dómarin velur tá at draga tað aftur og døma brotsspark, og harvið geva Víkingum enn ein møguleika at skora. Ein sokallaðan dupult møguleika, ið man vanliga sigur at ein dómari ikki skal døma. Var nakað har, ið er ivasamt, so skal Jónatan fáa gult kort tá spælið steðgar næstu ferð. Kanska var tað nógvi intensiteturin og róparíið sum elvdi til hettar mistakið og friður verið við tí. Men mistak meta vit tað vera kortini.

Annars fingu hesir brotsspark 6 minuttir í yvirtíðini, so tað hevði nokk ikki havt stórar avleiðingar fyri B71, ið man realistiskt sæð kundi sagt ikki hevði nógvar møguleikar at javna um hettar mundi, men tað veit man so ikki. Tað ger tað heldur ikki verrið at Gerhard í málinum bjargar einum rættuliga tamum brotssparkið ið fylgdi og helt støðuni niðri á 3-2, ið var ringt nokk.

Annars er vert at nevna málið hjá Klayver til 1-1, ið var eitt kanónskot av einum langskotið, ið dykkar niður í málið, har málverjin er púrasta ófyrireikaður. Pápin Clayton økir fýra minuttir seinni til 2-1 og hendan støðan heldur til góðir 20 minuttir resta í dystinum, tá Eirikur Jacobsen er so óheppin at stúta bóltin í egið net eftir eitt innlegg úr vinstru síðu. Í yvirtíðini meta vit at dysturin fer at enda 2-2 og eru fyrireikaði uppá at taka eina stigið, hóast Víkingur ikki heilt hevur víst nakað stórspæl, men sum sagt, so gekk tað ikki. Víkingur fær triðja og vinnandi málið í yvirtíðini og hóast B71 hevur nøkur vandamikil álop í endanum meðan vit royna at fáa fatur á tí eina stiginum, so ber tað ikki til hesu ferð. Tað verður eitt tap.

 

Vit verða betur og betur

Tað er ræðuligt at blíva við at tapa soleiðis. Tað kenst eitt sindur sum um alt gongur av helviti til, hóast vit hava nógv góð úrslit hettar árið at vísa á, umframt at taka vit allar ósigrarnar, so fylgja nærum allir sama mynstrinum at vit leika væl, men duga ov illa at lukka dystir. Nógvir av dystunum høvdu endað við tryggum sigrum til B71, um vit høvdu meiri rutinu á liðnum og stabilitet. Í ár hava vit tó satsað stórt uppá ungdómin, størri enn nakrantíð áður, men hettar ber eisini við sær at vit hava sett nøkur stig uppá spæl til tíðir og tað er sjálvsagt spell, men absolutt neyðugt skulu vit koyra eitt lið í stilling sum heldur saman í meir enn eitt, tvey ella trý ár. Ætlanirnar eru størri enn at flyta upp og so flyta niður aftur. Vit byggja eitt lið upp frá grundini og tí verða ópopulerar avgerðir tiknar, ið eru hugsaðir við langtíðar ætlanum fyri eyga, heldur enn stutt tíðar úrslitum.

Kundu vit sett meiri rutineraðar menn inn sum ongantíð venja og vunnið fleiri stig gjøgnum árið? Allarhelst ja. Hevði tað verið rætt at gjørt. Absolutt ikki. Vit mugu altíð velja út frá teimum leikarunum sum vísa mest nú í løtuni og harnæst hvør fer at geva okkum mest uppá sikt. Tað er frustrerandi, tí vit seta eina evt. uppflyting í vanda av tí sama, men her frá skal ljóða mest týdningarmikla útsøgnin í ár, ið er hundra prosent sannleiki, ið ongin ynskir at hoyra. Vit tveita allar uppflytingar í skrell, áðrenn vit ganga uppá kompromis við menningina hjá felagnum og prinsippini vit liva eftir.

Onkuntíð hava vit lorað í prinsippunum í neyðstøðum og tað er tað tað er, slíkt kann eisini gerast neyðugt, men í tí stóra og heila, so taka vit kjansin við leikarum sum ynskja at arbeiða fyri at koma á liðið og bera felagið frameftir.

At enda, so er vert at sjálvandi ásannað at mistøk verða gjørd. Man heldur at okkurt fer at riggað og at hettar er rætta tíðin at royna eitthvørt og so tekur man tann møguleikan, bara fyri at síggja at tað gongur øvugtan veg. Hettar mugu vit sjálvsagt duga at práta um og síggja í eyguni, men samstundis mugu vit minnast at vit eru øll á sama liðið og ongin ynskir at mótarbeiða nøkrum øðrum. Hettar hevði verið reint idioti og vit eru ikki idiotar. Tað er í øllum førum ikki kenslan man situr eftir við tá man prátar við leikarar og venjarar. Ein væl samanspæld eind, sum tó manglar at fáa nøkur ting uppá pláss. Einasti máti at koma á mál er at royna aftur og aftur og aftur og læra hvørja ferð.

Komandi týskvøld so savna vit hópin aftur, ferðast til Havnar og spæla ímóti næstbesta B36 liðnum. Tá verður enn ein møguleiki at vita um vit ikki kunnu fáa ein vælsignaðan sigur í hús. Nú er tað eitt sindur síðan seinast, so latum okkum miða ímóti tí.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar