Reið um snarið!
Næstbesta mansliðið mundi lorkað ein, at byrja við, tryggan sigur burtur, men sluppu við skrekkinum.
Tað sá út til at ganga sum eftir ánni tá B71 skoraði trý mál í fyrra hálvleiki leygarkvøldið inni í Dal. Gunnar Lydersen, Karl Fríði Vestergaard og Mads Hentze komu allir á máltalvuna í fyrra hálvleiki og spælið var sum heild sera gott.
Í øðrum hálvleiki byrjaðu leikararnir har teir sleptu, men tað gekk ikki long tíð, so sá tað út til at ganga meir og meiri striltið. Fyrsta ávaringin kemur nokkso tíðliga í 2. hálvleiki tá fyrrverandi B71 leikarin Bjørgfinnur Winther verður spældur leysur ímóti málinum, men tíbetur fyri okkara, so stóð hann langt offside og linjuverjin koyrir sum púra rætt er, flaggið upp.
Ávaringin var tó ikki nóg mikið til at B71 kundi fáa takið ordiliga á dystinum og Undri setur bóltin tværreisur í kassan hereftir og eitt fitt petti restar í av dystinum tá úrslitið er 3-2 til B71.
Tað gekk tó væl seinastu løtuna og heimaliðið vardi væl. Dómarin floytar dystin av og øll trý stigini verða eftir hjá teimum gul/bláu.
Komandi vikuskiftið verður dystur í Klaksvík ímóti KÍ. Flestallar dystir higartil í 2. hálvu hevur B71 staðið seg sera væl, so vit vóna sjálvandi at tað fer at halda á fram komandi tíðina.
Drívið á B71!