Riggaði ikki

Aftaná ein dyst við hópin av málmøguleikum fyri eini viku síðani, so fingu vit tað øgvugta, men kortini tað sama. Fáir møguleikar og onki burturúr.

B71 byrjaði dystin best og skoraðu longu í 3. minutti. Valdemar Schousboe er enn einaferð á blettinum og at byrja við sær tað út til at vit ordiliga fara at hevna vána úrtøkuna fyri eini viku síðani. Men so var ikki. AB fáa tillutað brotsspark og skora stutt fyri steðgin og so er javnleikur til hálvleik.

Í 54. og 59 minutti fáa teir økt um munin til 1-3 og okkara leikarar fáa púrt onki at fungera stóran part av 2. hálvleiki.

Ímóti endanum av hálvleikinum gekk eitt sindur betur og okkara komu nærri og nærri. Eini 10 minuttir fyri leiklok feiðar ein AB beinini undan verjuleikara okkara Brian Okpala, ið um hetta mundið er fluttur upp í álopið at royna at minkað um munin, men dómarin veipar tað burtur. Hann dømdi sum heild í síni egnu verð.

Vit fáa brotsspark, men djúpt inni í yvirtíðini, og dómarin floytar eisini av so skjótt sum spælið verður sett í gongd aftur.

Føðingardagsbarnð, Klayver S. Do Nascimento, ið fylti 21 ár, fekk minkað um munin frá brotssparksblettinum við einum sera flottum skotið ið fór í yvirleggjaran og inn, men sum sagt, ov lítið og ov seint.

Dysturin endar enn einaferð við einum 2-3 ósigri, tó at hesu ferð var tað ikki óuppiborið at mótstøðuliðið fór avstað við øllum.

Tað vóru ikki nógv ljóspunkt í dystinum, men tað var tó stutligt at síggja unga Jónatan Kjærbo koma inn í 77. minutti og fáa eitt sindur av spælitíð á vonginum, har hann trívist stak væl. Hann rann nógv og helt seg framat. Somuleiðis var tað, hóast hann, eins og aðrir, ikki fingu so velduga nógv burturúr akkurát hesum dystinum, týdningarmikið og kærkomið at Hans O. Hentze slapp við frá byrjan.

Sostatt er ikki alt forferdiligt, hóast tað er ræðuligt at klodda 6 stig frá sær, ið man hevði góðan møguleika at ogna sær.

Møguliga hava vit havt ov stórt fokus á uppflytingina, ið hevur fylt nógv í høvdinum seinastu tíðina. Komandi dystirnar eiga vit heldur at hugsa um hvønn dyst sær og royna at fáa sum mest burturúr einstøkum dystum og ikki hyggja upp á uppflytingarplássini so nógv sum vit annars hava gjørt tað. Uppflyting verður, ella verður hon ikki. Tað sum hevur týdning er at vit gera arbeiðið til lítar komandi tíðina og bara lova leikarunum at spæla sítt spæl.

Næsti dystur er á Toftum longu týskvøldið. Vit royna aftur tá.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar