Kjærbo spelandi inn í 2021 og 2022

Man kann næstan ikki eita Kjærbo og ikki duga at spæla fótbólt. Onki undantak her og tí er gott at hann spælir við B71 komandi 2 árini.

Yngsti maðurin sum fær sáttmála í hesum umfarinum er Jónatan Kjærbo. 16 ára gamli driblisterki vongurin hevur vant miðvíst við besta liðnum nú í rúma tíð og úrslitið sæst aftur nú hann er úttikin til 1. deildar hópin fleiri ferðir og enntá spælt nakrar minuttir.

Jónatan hevur evnini og stríðsviljan sum fáur og tá hann brúkar hendan vilja á rættan hátt, so er hann ikki til at steðga á einum fótbóltsvølli. Sum áður nevnt, so er vegurin á besta liðið ikki einsporaður og økta kappingin um plássini ber eisini tað við sær at ungdómurin skal arbeiða harðari enn nakrantíð fyri at prógva at hann hevur uppiborið at koma ímillum aðrar, ið kanska eru størri og sterkari, umframt royndari. Royndirnar vísa tó at hettar ber til, við miðvísum arbeiði og er man góður nokk, so verður man valdur fyrr ella seinni.

Sera spennandi verður at fylgja við menningini hjá øllum okkara unga fólki og Jónatan er ein leikari sum vit leingi hava vita hevur verið á gáttini til besta liðið, so at tað nú er komið fyri ein dag er onki yvirraskilsi. Enn einaferð, hart arbeiði gevur úrslit.

Hjartaliga tillukku við uppibornað sáttmálanum og so til arbeiðis sum allir aðrir!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar