Højsted klárur til 2021 og 2022

Tað var ongantíð nakað ivamál um at Fróði hevði uppiborið sáttmála og týskvøldið fingu vit loksins sett undirskrift á pappírið.

Eitt sum eyðmerkir nýggju leiðina hjá B71 er tað stóra arbeiði yngstu menninir í B71 gera fyri at koma tættari og tættari at besta liðnum. Fróði Højsted er ein av teimum sum í rúma tíð hava roynt seg ímillum bæði størri og sterkari menn, men ongantíð hildið seg aftur. Bara arbeitt og arbeitt og úrsltini fara uttan iva at síggjast uppaftur betri nú.

Hóast ungi maðurin bert akkurát er blivin 16 ár, so hevur hann longu nógvar royndir ímillum væl eldri leikarar. Okkara væleydnaða roynd at mannað U21 liðið í fjør viðførdi at vit í samráð við venjara og FSF fingu undantaksloyvið til tveir leikarar, harav Fróði var tann eini, ið skuldu hjálpa til og tryggja at U21 liðið kundi møta upp til hvønn einasta leikdag árið á tamb. Hettar eydnaðist so at siga til fulnar og Fróði var ein týdningarmikil liður í hesum arbeiðinum, eins og hann hevur verið tað í ár, hesuferð eitt ár eldri og uttan tørv fyri undantaksloyvi.

Her fyri bleiv hann enntá úttikin fyri fyrstu ferð til 1. deildar hópin, so tað gongur sjón fyri søgn at menningin hevur verið skjót og venjarar og leikarar líta á yngra fólki.

Enn kann man vænta at vegurin er langur hjá so ungum monnum, men framtíðin er bjørt og allir skulu fáa møguleikan at royna seg. Hesir eru framtíðin hjá felagnum og skal framtíðin vera lív lagað, so mugu nýggj fólk allatíðina setast við.

Hjartaliga tillukku við fyrsta sáttmálanum Fróði, hettar verður ivaleyst ikki tann seinasti.

Drívið nú á!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar