17 ára gamli polski føroyingurin

Pápi Dawid kom til B71 og gjørdist landskendur í málinum og nú roynir Nowicki yngri seg somuleiðis ímillum stengurnar.

So at siga øll pláss í felagnum eru í løtuni væl uppdekkaði við nógvum valmøguleikum og málmansplássið er tíbetur onki øðrvísi. Við sáttmálanum sum bleiv undirskrivaður í gjár, so er Dawid Nowicki triðji málmaðurin í besta liðs hópinum, har evnaríku menninir Jóhan Herálvur Hentze og Gerhard P. Lognberg somuleiðis eru rundanum. Málverjar munnu, í øllum førum til tíðir, hava torførastu uppgávuna av øllum at vinna sær pláss á einum liðið, tá man hugsar um at bert eitt pláss er at kappast um, umframt at tað at vera málverji ofta tekur nógv ár at meistra. Harafturat er tað ikki vanligt at málverjar flyta til onnur pláss á vøllinum at leika, tó at tað heldur ikki er óhoyrt.

Av tí sama, so kann tað vera at Dawid verður noyddur at brynja seg við tolið, til hann fær møguleikan, hóast óvæntaðir skaðar og leikbann skjótt hevur tað við at venda alt á høvdið og til tað tíð, so má man hava fyrireikað seg og verða klárur, tí møguleikin kemur oftari skjótari enn man heldur, tá fyrst man hevur lagt seg eftir tí man vil hava.

Dawid er 17 ára gamal og málverji og er í tí hepnu støðu at hann hevur atgongd til ein sera dugnaligan málverja og málmansvenjara 24 tímar um døgni í pápa sínum Waldemar Nowicki.

Sum persónur er Dawid blíður og tíður og óluksáliga nógv skal til fyri at fáa øði í hendan unga mannin, hóast tað munnu vera nakrir ið hava roynt seg við speiskum viðmerkingum, ið er gerandiskostur í B71 hópinum. Eins og pápin, so svarar Dawid bara seigliga aftur og so er látur í væntu.

Dawid hevur eins og javnaldrar sínir skriva undir uppá at vera við B71 í kappingarárunum 2021 og 2022 og hóast møguleikin á besta liðnum kann lata bíða eftir sær, so er bæði næstbesta liðið og U21 í kortunum komandi áriini, so ungi maðurin hevur allar møguleikar at menna seg sum leikari.

Hjartaliga tillukku við sáttmálanum Dawid og drív nú á!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar