Yngsti Hentze sáttmála fyri fyrstu ferð!

Fleiri leikarar eru blivnir kunngjørdir áður, men hjá 17 ára gamli Bogi Hentze er hettar fyrstu sáttmálin.

Fyrsti sáttmálin kundi ivaleyst verið komin fyrr, men Bogi valdi at fara niður á eftirskúla um sama mundi at hann fylti 16 og er ikki heimafturkomin fyrrenn her fyri. Ikki tí vit væntaðu tað var ein sjálvfylgja, men okkara miðvísa arbeiði fram ímóti at gera felagið sum heild til eitt gott stað at vera, merkir at vit meta okkum hava góð kort á hondunum tá vit royna at sannføra leikarar um at raðfesta upphavið og barndómsfelagið, eisini hóast tað í summum førum merkir økta ferðing og langar dagar. Væl vitandi um at sinnalag og samfelag er ikki sum tað einaferð var, so eru vit eyðmýkir tá okkara felag verður valt til, sum tann truplara, men kanska meiri gevandi loysnin, heldur enn at tann til tíðir nemmari, men í longdini verra loysnin verður vald. Alt B71 hevur arbeitt hart og leingi við tí fyri eyga at gera tað torførari og torførari at fara aðrastaðni, men í seinasta enda so er valið frítt og sum oftast so velja serliga tey ungu í dag B71 framum onnur. Tað sigur eitt sindur.

Ein stór avbjóðing nú vit kunngera allar hesar sáttmálarnir er at tryggja at alt okkara unga fólk fær leiktíð tá teir hava tað uppiborið, umframt at geva teimum pláss og tíð at mennast. Ikki allir vinna sær sæti ímillum teir fyrstu 11 fyrsta dagin, og nakrir vera tíverri eisini noyddir at sláa seg til tols við ikki at vera í hópinum á leikdegi. Hettar eru treytirnar við tí at hópurin veksur, men tað er onki at ivast í at teir leikarar sum leggja mest í uppgávuna, fáa eisini mest burturúr. Soleiðis hevur tað altíð verið, soleiðis fer tað altíð at vera og soleiðis skal tað vera. Teir bestu koma skjótast fremst, men teir ótroyttiligu vinna eisini vegin fram.

Don't take no for an answer. Tað er nokk arbeiðssetningurin hjá øllum teimum sum berjast um plássini. Onkuntíð er tú inni og onkuntíð er tú úti. Viðhvørt vinnur tú og viðhvørt tapir tú. Soleiðis er spælið, soleiðis eru treytirnar. Kapping er góð og elvir til framgongd og økt kapping um plássini er eisini partvíst orsøkin til at vit í dag hava ein stóran 1. deildar hóp, eitt kappingarført U21 lið og eitt sera væl spælandi 3. deildar lið. Vit seta við og hava møguleikar til allar. So er bara eftir at taka av, tá tíðin er komin!

Sum leikari er Bogi tekniskt væl fyri, spælir oftast á miðjuni, umframt at vera blíður og tíður. Er ein av teimum fáu á liðnum sum ikki hevur ræðuliga nógv uppá hjarta alla tíðuna, men tosar heldur akkurát nóg mikið. Væl vald orð og hart arbeiði. Tað er eisini ein góður máti.

Hjartaliga tillukku við fyrsta sáttmálanum Bogi, við vón um nógv góð B71 ár fyri framman!

Drívið á!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar