Kviki Hans í 2021 og 2022!

Hans Oddson Hentze er ikki nakað nýtt andlit í B71. Hann er "tann elsti av teimum yngstu" og hevur víst sera góðar taktir seinastu tíðina á besta liðnum.

Hóast Hans hevur verið rundanum besta liðið í longri tíð, so var tað ikki fyrrenn í fjør og ofta í samand við U21 liðið at Hans veruliga vísti tey fótbóltskynstur sum vit altíð hava vita at hann hevur.

Stútt og støðugt hevur ungi heimasandsmaðurin tikið seg fram og í dag er hann sjálvskrivaður partur av 1. liðshópinum og er hann ikki við frá byrjan á leikdegi, so er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn hann verður skiftur inn at seta ferð á.

Afturat góðu evnunum, so er Hans arbeiðssinnaður og trupult er at ganga í ringum lag tá man sær hann koma ímóti tær við eyðkenda smílinum og viðhvørt skálkabrosinum. Ikki alt her í verðini fer at ganga okkara veg og tá er viðhvørt gott at persónar sum Hans kunnu minna okkum uppá at verðin ikki steðgar upp, men heldur á fram, dag um dag.

Eitt kappingarført B71 lið komandi árini má hava fleiri streingir at spæla uppá og harafturat so hevur B71 altíð verið kent fyri stórar persónligheitir og øðrvísi fólkasamansetingar. Hettar liggur í fólkinum sum býr her og ilt er at ímynda sær eitt keðiligt B71 lið. Vit eru nógv ting ímillum ár og dag, men keðilig er ikki eitt av teimum.

Hjartaliga tillukku við 2 ára sáttmálanum, Hans! Størri og betri ting liggja fyri framman.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar