Hart arbeiði

Tað var eitt skert lið ið loksins fór norðeftir at leika, hóast vit vóru um at geva avboð fleiri ferðir.

Summir dystir eru torførari at manna enn aðrir. Dysturin í gjár var ein av teimum torførastu higartil. Nógvir skaðar, sjúka, trý leikbann og nógv avboð, merkti at vit sama morgunin vóru niðri á 7 leikarum, við lítlum ella ongum møguleika fyri fleiri leikarum. Áki Hentze og Kristian Krog Hentze dragast sum kunnugt báðir við knæskaðar, meðan Klayver, Jónas Warner og Alvi Jespersen allir leiktu fullan dyst í 1. deild beint frammanundan. Bogi Hentze keikti fótin í sama dysti, Fróði Højsted lá sjúkur, meðan Brian Á. Erlingson fór niður aftur í útbúgvingarørindum sama dag. Roynt var at fritta okkara góða hjálparfólk, ið gera ein stóran innsats at hjálpa til at mannað liðið, men tað vísti seg at tað tíverri ikki vóru so nógvir, ið høvdu møguleikan at hjálpa hesu ferð.

Avgjørt var faktiskt fleiri ferðir at boða frá at vit máttu geva avboð, men í sjeynda tíma eydnaðist tað at finna síðstu menninar og farið var avstað. Vónirnar vóru ikki av teimum allarbestu av tí sama, men tað skuldi vísa seg at teir 12 sum fóru avstað í gjár ætlaðu sær ikki at leggja seg niður.

Tað byrjar væl. Eitt álop frá B71 endar við at Jógvan Finnur Thomsen fær skotið á inni sekstanmeturinum, har málmaðurin parerar, men út til Jógvan Woxnæs Olsen, ið hevði forbarmað seg yvir okkara søk og kom við at hjálpa. Rætt gjørdi hann og fyrsta málið (møguliga fyrsta nakrantíð?) fær hann afturfyri.

Gleðin er tó stokkut og bert nakrar fáar minuttir seinni, so er støðan 1-1 og verður bæði 2-1 og 3-1 til KÍ áðrenn hálvleikurin er av.

3-1 til hálvleiks var tó ikki nakað vánaligt úrslit fyri okkum í verandi støðu og av tí sama vóru ongar súrar minur til hálvleiks. Hinvegin tóktust ungu menninir vera uppsettir uppá at gera tað enn betur, tí hóast teir vóru afturút, so vóru glottar at hóma í spælinum.

Annar hálvleikur er bæði stuttligari og betri fyri okkara viðkomandi, vit trýsta væl og leingi og tvey skot úti frá gera at vit koma við aftur í dystin. Málið til 3-2 er eitt sera flott langskot, ið syngur í málið, meðan útjavnandi málið kemur eftir fríspark í høgru síðu, ið ferðast allan vegin framvið leikarunum og inn í málið vinstrumegin. 3-3 javnleikur og 15 minuttir eftir.

Lagnan vil tó ikki spæla við meira og løtu seinni brýtir KÍ ígjøgnum við einum skjótum álopið í høgru síðu. Verjan fær ikki fylgt við og bólturin verður lagdur inn til ein KÍ leikara, ið fær sneitt bóltin framvið einum annars sera vælspælandi Dawid Nowicki í B71 málinum. 4-3 til KÍ og hettar er eisini tað seinasta ið hendir í dystinum.

KÍ vinnur tepurt, men B71 hevur greitt sín setning um at møta upp og geva heimaliðnum kamp til strikuna. Vit kunnu vera errin av ungu monnunum, ið ongantíð góvu upp og sum vera man, munnu vera sera troyttir í dag, men allarhelst glaðir fyri góða avrikið. Vónandi eru vit fleiri til næsta dyst, men gott at vita at vit megna nógv, hóast vit eru fáir.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar