Stórsigur í mýðandi áarføri

Alt her í verðini er ikki nemt, men hóast kvinnurnar vóru vátar og kaldar, so fløvaðu málini nakað.

Tað vóru ikki góð líkindir at spæla í gjár. Lítil og ongin vindur, men nakað so vemmiliga vátt, serliga í fyrra hálvleiki, men ikki nógv frægari í 2. hálvleiki. Tá kundi tað sjálvandi eisini næstan gera tað sama, tí tá vóru øll á kroppi frammanundan. Men! Fótbóltur kann spælast í regni og hóast tað ikki er serliga tespiligt og stimbrar gott fótbóltsspæl, so er tað kortini ongin orsøk at floyta dystir av.

Tað sum gjørdi tað ilt verrið vóru hinvegin at fortreytirnar at spæla vóru undir miðal fyri bæði okkum, men eisini heimaliðið, ið sum skilst stóð uttan venjara ella fyriskipara uppi í Hoyvíkini, ið ikki er teirra vanligi heimavøllur. Ongir linjuverjar, ongi fløgg og lítil stýring á nær og hvussu skuldi spælast. Dómari var tíbetur skaffaður, so vit tóku eina síðu, meðan HB tók vinkaði á eini síðu, men bert í fyrra hálvleiki. Tey sum møttu upp í Hoyvík eiga tó ikki skyldina í hesum. HB kundi, hóast vit vita at bæði besta mans- og kvinnuliðið spældu hendan dagin, havt borið so í bandi at tríggir dómarar møttu upp, umframt at ein tók sær av HB liðnum, ið stóð púra einsamalt og máttu so gera sum frægast sjálvar. Ongin katastrofa sjálvandi, vit gjørdu øll sum frægast. Men, men. Hesin parturin kundi og átti at verið gjørdur betri til eina aðru ferð.

Nokk um hattar hesu ferð, ið tíverri ikki er nakað eindømi tá tað kemur til næstbestu deildina í kvinnufótbólti.

Dysturin var nærum reinur einvegis trafikkur í fyrra hálvleiki. Elin Højsted elvir til fyrsta málið eftir bert 7 minuttir, tá hon skýtir útifrá og bólturin verður rættaður av einum HB leikara og í mál. 0-1 til útiliðið og mótbrekka hjá HB. Gerda Magnussen økir í 13. minutti og skorar næsta málið hjá okkum í dystinum, men eisini sær sjálvum hettar kappingarárið. 0-2 og enn manglar HB at koma framum miðjuna.

Málslúkararnir á AB/B71 liðnum Fridrikka Clementsen og Judith Rasmussen økja til 0-3 og 0-4 í ávikavíst 19. og 27. minutti, áðrenn spælið dovnar eitt vet til hálvleiks. 0-4 er hálvleiksstøðan.

Í øðrum hálvleiki gera vit útskiftingar og hettar elvir kanska til at HB fær eitt sindur lættari at spæla, meðan nýggja fólki finnur fótafestið í dystinum. Av tí sama, so koma tær nærri at málinum, men ongantíð gerst tað heilt vandamikið. Jóna Nicolajsen hevur ikki tað stóra at gera í málinum og tað sama er galdandi fyri eykamálverjan Eyðbjørg Reynslág, ið kemur inn at royna seg í 2. hálvleiki. Hon tekur tað sum takast skal, umframt at hon beinir bóltin fínt burtur í eini duell við ein HB leikara, tí einu ferðina. Hettar fór samstundis at vera vandamiklasta royndin hjá HB leikarunum í 2. hálvleiki.

Ístaðin er tað AB/B71 ið finnur stevið aftur ímóti endanum og tá serliga Fridrikka Clementsen, ið støðugt ger lívið trupult fyri HB úti í vinstra borði. Fyrst økir hon til 0-5 í 78. minutti, áðrenn hon rundar dystin av við seinasta málinum, ið var ein sonn perla av einum langskotið úr vinstru síðu. Hart og høgt upp í høgru síðu og so er 0-6 til AB/B71.

Seks máls leiðslan gerst eisini endaliga úrslitið og var tað ikki fyri at 07 Vestur leikti ein dyst, ið tær vunnu, so lógu okkara á deildum 1. plássið við fýra onnur lið á 15 stigum, men við nógv tí besta málmuninum. Ístaðin liggja vit á 2. plássi (fyribils), við einum øgiligum málmuni á +27 mál.

 

Langur støgur fyri framman

Nú er tað soleiðis at fáir dystir eru eftir at leika í næstbestu kvinnudeildini og hettar merkir at steðgirnir vera fleiri og onkur leingi. Í okkara førið, so verður 10. umfar í næstbestu kvinnudeildini ikki leikt fyrrenn um 3 vikur, sunnudagin 23.08. So verða trý umfør avgreidd komandi tríggjar vikurnar, áðrenn tað aftur verður steðgur í 3 vikur og so verða síðstu tvey umførini avgreidd. Sindur bronglut at arbeiða við, men soleiðis eru treytirnar tá man ikki spælir meir enn 14 umfør.

Fyrsti dysturin, ið sum sagt verður um 3 vikur, verður hinvegin ein sannur toppdystur, tí tá vitjar 07 Vestur okkara heimavøll inni í Dal og hesin dysturin kann koma at vera avgerandi. 07 Vestur liggur á 1. plássinum við 18 stigum, meðan AB/B71 hevur 15 stig. Vit hava tó leikt ein dyst minni, orsaka av at NSÍ tók lið sítt úr kapping áðrenn kappingarbyrjan og vit tí vórðu umlopin fyrsta umfar. Hettar javnar tó seg sjálvt, tí øll sita eitt umfar um í 2. helvt eisini, so í veruleikanum, so kann man siga at liðini effektivt liggja á jøvnum í løtuni. Vinnur 07 Vestur hinvegin har suðuri, so eru tær hinvegin 3 stig frammanfyri okkum og tá kann tað blíva torført at fanga tær aftur, hóast úrslitini í ár hava vitnað um at dystirnir eru umskiftiligir og at øll kunnu taka stig frá øllum.

Best man tó vera at orna tað sjálvar og í allarminsta førið ikki tapa dystin inni í Dal. Útgangsstøðið er tó altíð ein sigur í ár, so vit vóna at kvinnurnar venja væl og miðvíst hesar vikurnar tær hava "frí" og gera seg klárar til ein branddyst um nakrar vikur.

Tá mugu vit vera klár at fara inn í Dal at stuðla og rópa okkara liðið til sigurs.

Drívið á AB/B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar