Hart vunnið stig

Tað stóð á at fáa stigið til høldar at endans, men B71 bardist manniliga og tiltuskaðu sær eitt væl uppiborið stig.

Tað sá torførari út enn aðrar dystir hettar kappingarárið, áðrenn sandoyingar skuldu ferðast norðeftir til útidyst ímóti Víkingum á 1. plássinum.

Nóvir skaðar og fólk sum vóru burtur merkti at vit máttu senda eitt enn ungari og óroyndari lið enn áður, men tá avtornaði, so gjørdu allir mans sína uppgávu til lítar og vit fingu uppaftur fleiri prógv um at ungdómurin er vegurin fram uppá sikt.

Markus Clementsen og Hans O. Hentze vóru báðir smáskaddir til hendan dystin, ið løgdust afturat okkara skaðalista, ið m.a. telir Áka Hentze og Kristian K. Hentze frammanundan, umframt at málverji Jóhan Herálvur Hentze hevur verið plágaður av sjúku. Eirikur Jacobsen var ikki við í hópinum og Símin Hansen er og ferðast. Nú vóru longu nógvir sum annars hava figurera nógv á besta liðnum í ár. Í teirra stað komu nýggjastu menninir á liðnum Fróði Højsted og Jónatan Kjærbo og ungi Jákup Høgnason var afturat teimum, saman við áðurnevnda Jóhan Herálvi, ið er við at koma seg aftur eftir sjúkralegu.

Hóast allar áðurnevndu trupulleikar við vantandi fólki, so eru vit í tí hepnu støðu at hópurin er breiður við, gott nokk óroyndum, men ágrýtnum og góðum leikarum á øllum plássum. Hartil hava vit fingið góðan styrk frameftir í føðingardagsbarninum Valdemar Schousboe, ið skuldi vísa seg at fáa lyklaleiklut í júst hesum dystinum.

B71 byrja dystin væl og leggja trýst á Víkingar. Dysturin er ógvuliga javnur í fyrra hálvleiki. Tykist sum um bæði liðini eru varin og vilja ikki geva ov nógvar møguleikar beinanvegin. Sandoyingar eru tó teir sum fáa gjøgnumbrotið fyrst, tá ein okkara verður feldur beint uttanfyri brotsteigin og fríspark verður dømt í sera góðari støðu. B71 hevur nógvar góðar frísparksskjúttar, m.a. Aron Clementsen og Klayver, ið báðir hava høgt bóltin í kassan meir enn einaferð.

Báðir standa klárir at skjóta, men hesuferð er tað Aron Clementsen, ið rennnir fram og høggir til bóltin, ið ferðast høgt og til høgru og syngur í netmeskunum til 0-1. Stór frøði á teimum vitjandi áskoðarunum og leikarum á vøllinum. Sera týdningarmikið var tað at koma væl frá byrjan í hesum dystinum, tí Víkingar hava gott lið og eru ringir at syfta.

Í øðrum hálvleiki byrjar møðin at síggjast meira hjá B71 og tað gerst torførari og torførari at nokta Víkingum møguleikar inni á okkara hálvu. Vit gera fleiri feilir og taka verri avgerðir hesa løtuna og tað gevur úrslit í 59. minutti, tá ein bóltur sleppur at ferðast inn í feltið og verður sneiddur framvið einum annars sera væl leikandi Gerhardi P. Lognberg í málinum. 1-1.

Í 66. minutti er ein støða í brotsteiginum millum sama málverja, ein Víkinga leikara og nýinnkomna verjuleikaran Jákup Høgnason, ið loysti Boga Hentze av á høgra bakki. Víkinga leikarin er millum verjuleikara og málverja okkara beint við stongina og baklinjuna og vit berjast at fáa bóltin út, meðan Vìkinga leikarin roynir at fáa skot uppá mál. Víkinga leikarin tykist detta oman á Jákup í hesi støðuni, dómarin bíðar eina løtu, men dregur so leika aftur tí nú skal tað vera brotsspark. Hettar hóvar sjálvsagt ikki sandoyingum væl og forvirringurin verður totalur tá tað Jákup Høgnason fær gula kortið og mettur at hava gjørt brotsspark, ið av teimum trimum í duellini, sá minst út til at hava nakra skyld í at mótstøðuleikarin koppaði. Men brotsspark verður dømt og har er so onki meir at gera við tað. Víkingur setir bóltin trygt í netið til eina 2-1 leiðslu og nú sær torførari út aftur.

Vit royna av øllum alvi at fáa ordiligt tak á dystin, men menn hava kempað hart og leingi, so tað er trupult at berja seg ígjøgnum eina væl spælandi Víkinga verju. Víkingur ger sær eisini dælt av at B71 noyðist at trýsta meir og títtari, og fær umstillingar og skjótálop hesa síðstu løtuna, men lukkutíð stendur verja okkara manniliga og noktar teimum meir enn hálvar møguleikar. B71 fær ein stóran møguleika í 80. minutt, tá bólturin endar hjá Aron Clementsen í trunkanum í Víkinga brotsteiginum, hann høggir til og bólturin brestir í stongina. Komin innaftur í sekstanmeturin mitt fyri málið, er tað føðingardagsbarnið í gjár, Valdemar Schousboe, ið rennir seg beint á bóltin og stútar hann í netið til 2-2. Forloysandi frøði, men nú er spurningurin so annaðhvørt tað er fornuftigari at verja hesa hart kempaðu leiðslu ella gera sær dælt av forvirringinum og royna eftir sigursmálinum.

Fleiri mál koma tó ikki í dystinum, hóast bæði liðini gera eina roynd. Dysturin endar 2-2, ið ikki er eitt órættvíst úrslit fyri bæði liðini, tá alt kemur til alt.

B71 er nú á 5. plássinum í deildini og liggur á tí famøsa uppflytingarplássinum, ið sum kunnugt verður tillutað teimum bestu út av B71, B68, 07 Vestur og FC Hoyvík. Kappingin er hinvegin long og vit eru bara komin í helvt. Enn kann tað koppa allar vegir og tí er ongin orsøk hvørki at frøðast ella skeldast ov nógv inná einkult avrik. Næsta uppgáva er komandi vikuskiftið, aftur á útivølli. Hesuferð ímóti argastu kappingarneytunum í løtuni; B68.

 

Debut!

B71 er í ferð við at uppala eitt nýtt ættarlið av ungum og evnaríkum fótbóltsleikarum, ið vit so ofta hava gjør áður. Av tí sama, so kunnu vit ikki bert fokusera á avrikini í einkultu dystunum í hesum, eiheldur komandi kappingarárið, annaðhvørt tað verður í næstbestu ella bestu deildini í føroyskum fótbólti. Vit hava eina langtíðarætlan, ið skal forða okkum at velja stuttskygdar loysnir, um hettar merkir at vit samstundis velja okkara egna unga fólk frá ov ofta. Hettar kemur sjálvsagt fyri av og á og tað er altíð ein meting frá venjaranum, hvørt tíðin er tann rætta at geva leiktíð til yngri fólk og viðhvørt er valið so einfalt, av tí at vit hava onki annað val. Hesuferð kundi man sagt at vit høvdu lítið annað í at velja enn at geva ungum fólki leiktíð og hesuferð spældi tað væl av. Bogi Hentze og Jákup Høgnason á høgra bakki góvu alt teir høvdu, hóast fortreytirnar vóru torførar og tað spældi sum heild væl av.

Jónatan Kjærbo og Fróði Højsted, báðir nýliga fyltir 16 ár, blivu báðir skiftir inn og vístu sínar dygdir ta løtuna teir vóru inni til teirra debut dyst á besta mansliðnum hjá B71. Vit eru sera heppin at vit eiga so nógv gott ungt fólk og hettar skulu vit eiheldur taka fyri givið. Samstundis mugu vit venja okkara unga fólk við tankan um at teir eiga ongantíð ein sjálvskrivaðan leiklut á besta liðnum. Vit hava sett krøv til unga fólkið at tað krevir arbeiði at fáa minuttir á besta liðnum og vit hava longu nógvar góðar etableraðar leikarar, ið ikki ætla sær at geva síni pláss lættligani frá sær. Hettar er sera sunt og kann geva ógvuliga góð úrslit, um allir partar vita hvat skal til fyri at eydnast. Miðvíst arbeiði. Venjing, venjing og meiri venjing. Fleiri minuttir, meiri royndir á leikvølli og tá dagurin so er komin at sláa til og krevja sín rætt, so skal man vera klárur.

Hjartaliga tillukku tit ið fingu tykkara fyrstu minuttir í gjár og tit sum fingu uppaftur fleiri minuttir á besta liðnum. Tit eru framtíðin og koma óivað at ganga á odda fyri enn einum frálíkum B71 ættarliðið.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar