Enn ein rutsjibani!

U21 liðið hevur ein tendens til at lata spælið fara eitt sindur í hundarnar í byrjanini, fyri síðani at fáa eitt úrslit til høldar.

Tað eru fleiri og ymiskar orsøkir til hvat og hví og hvussu, so svingandi úrslit koma fyri í hesi deildini, men í seinasta enda er nokk týdningarmesta orsøkin tann við manning og hvør sleppur at spæla hvar og nær.

Eitt av teimum mest fantastisku tingunum við U21, fyri okkara viðkomandi, er at tað gevur tilboð til eina breiða viftu av leikarum úr Sandoynni og gevur hesum møguleikum at leika fótbólt og læra ímóti líka stórari viftu av mótstøðuliðum. Seinasta 1½ árið, ið vit hava havt U21 lið meldað til kapping, so hava okkara leikarar leikt ímóti alt í verðini for góðari mótstøðu og blivnir hólvaðir av, fyri síðani at leika fult upp til sama lið nakrar mánaðir seinni. Samstundis vinna vit av og á og kunnu enntá fara flerii dystir uttan tap, hettar hóast manningin skiftir støðugt, hóast vit hava ein bul av 16-17 ára gomlum leikarum, ið gera tað møguligt at stilla við minst 11 monnum hvørja ferð. Afturat teimum er ein skiftandi manning av leikarum, sum antin spældu for lítið á besta liðnum ella sum melda seg tøkar dyst fyri dyst og hjálpa til.

Tað er torført at manna lið uppá hendan mátan og á ongan hátt optimalt. Men tað vísir seg, við nógvari vælvild frá leikarunum, at rigga og viðhvørt síggja vit sera góð úrslit, hóast fortreytirnar ikki eru allarbest og um tað ikki altíð er so pent og polerað, so er tað ótrúliga sjarmerandi at síggja ungu mennirnar stríðast fyri hvørjum einasta meturi. Týdningarmest er tó lærdómurin og at menn fáa leiktíð í beinini, tá hettar fyrireikar teir til størri og torførari uppgávur fyri framman, m.a. á besta liðnum hjá felagnum.

Sum sagt so dáma vit alt ov væl at gera okkum uppgávuna nógv truplari enn neyðugt í hesi deildini. Næstseinastu ferð vit leiktu U21 dyst, so vitjaðu vit Undrið á sama leikvølli uppi í Hoyvík, har vit fóru afturum 3-0 og endaðu við at vinna 3-4. Hesuferð gjørdu vit tað nærum líka trupult, fóru afturum 3-1, síðani framum 3-4, áðrenn liðini samdust um ein 4-4 janvleik.

Fyrstu 40 minuttirnar eru hoyvíksingar nógv betri fyri enn vit. Onki sær út til at fungera hjá vitjandi liðnum úr Sandoynni, ið hevur sera trupult at fóta sær sami maður sleppur sera lættliga afturum B71 verjuna og forbí málverja okkara tværreisur og áðrenn vit vita av, so er 2-0 til heimaliðið. Tíbetur fáa vit minkað um munin, tá Bogi J. Petersen tekur brottspark og hamrar bóltin ovarlaga og mitt í málið beint áðrenn hálvleiksbríksl, men so pínadoy um vit ikki aftur lorkað eitt mál burtur til hoyvíksingar tá 2. hálvleikur bert akkurát er komin í gongd. 3-1 og ein heilur hálvleikur eftir at leika.

At byrja við sær tað ikki út til at sandoyingar fara at gera nakað merkisvert í hesum dystinum, heldur øvugt, men tá hálvur tími er eftir at leika, so broytist okkurt og vit koma væl betri við í dystin. Alvi Jespersen leikti ikki fullan dyst inni í Dal í vikuskiftinum, so hann sat á bonkinum og kom inn í 2. hálvleiki og fór at fáa ein høvuðsleiklut seinni í dystinum. Eyðun Funn Joensen úr Skopun kom somuleiðis inn fyri fyrstu ferð í ár, eftir ein longri steðg frá fótbólti, men hettar var ikki so eyðsýnt og leikti hann væl.

Menn ressast meira við og mál fylgja í kjalarvørrinum á hesum. Hans O. Hentze, ið er glóðheitur í løtuni, minkar um munin frá 11 metur blettinum í 75. minutti og bert nakrar minuttir seinni brýtir ein minst líka heitur maður, Jónatan Kjærbo, ígjøgnum verjuna og javnar fyri sandoyingar. Alt er knappliga vent á høvdið og eina løtu sær tað út til at vit ætla okkum avstað við øllum og hettar gerst enn meira trúligt í 80. minutti tá Alvi Jespersen hapsar ein bólt, ið dettur niður eftir horna og smekkar hann í kassan til eina 3-4 leiðslu. Hoyvíkingar hava ikki verið serliga væl við hesa seinastu løtuna, so sigurin sær ikki so óvissur út, men lagnan vil tað ofta øðrvísi. Hepnir eru teir, men naskir, tá teir trýsta seg ígjøgnum verju okkara í 84. minutt og fáa manerera bóltin í mál til 4-4.

Seinastu minuttirnar kundu vit havt skorað vinnaramálið fleiri ferðirnar. Jónatan, Hans og Bogi Petersen stilla seg nærum í kø at brenna eini 3-4 víðopnar møguleikar, men tað var ikki í dag at sigurin skuldi fáast í hús. Dysturin endar 4-4, ið er eitt sera væl uppiborið úrslit hóast alt fyri báðar partar, ið, man kann siga, áttu hvønn sín hálvleik.

Hvussu so er og ikki, so kann man staðfesta at tað er ótrúliga stuttligt at fylgja við í U21 fótbólti. Serliga tá B71 spælir, tí tað er nærum ógjørligt at spáa um hvønn veg dysturin fer at halla. Tey minstu tingini gera stóran mun í hesi deildini og tað ber nógv tíðum undarlig, irriterandi og/ella fantastisk úrslit við sær. Viðvørt í eina og sama dysti.

Gott kempað ungu menn. Stuttligt verður at fylgja tykkum enn einaferð til næstu uppgávu, ið verður triðji útidystur á rað, hesuferð ímóti KÍ í Klaksvík.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar