Ungur danskur áloypari

Í steðginum leitaði B71 sær eyka styrk frameftir, í einari roynd at vinna okkum enn longur uppeftir á stigatalvuni í aðru hálvu.

Valdemar Schousboe er navnið hjá 22 ára gamli dananum, ið sandoyingar vónandi fara at síggja meir enn einaferð á máltalvuni komandi mánaðirnar.

Í hálvuni vendi ein fyrrverandi B71 venjari seg til okkum, er hann nevndur er hann kendur, og fortaldi okkum um ein leikara, ið hann fegin vildi fáa til Føroyar at royna seg. B71 hevur nógvar mans í hópinum í ár, so tað var við stórum fyrivarni at vit tóku avgerðina at taka mannin heim at royndarvenja i nakrar dagar, men ungi danskarin hevur gjørt um seg teir fáu dagarnar hann hevur verið her, bæði hvat fótbóltsevnir viðvíkir, men eisini í sinnalagið og verumáta. Tað er ongin loyna at ein stórur partur av arbeiðinum ið liggur í at uppbyggja eitt nýtt ættarlið av B71arum kann skjótt fara fyri skeyti, um okkara besta liðs leikarar ikki taka uppgávuna at vera andlitið úteftir í allarstørsta álvara. Tí er tað ikki altíð fótbóltsførleikar sum eru einamest avgerandi fyri at man sleppur at leika fótbólt í Sandoynni, men eisini um man hevur rættan hugburð.

Felagið er sannført um at Valdemar fer at passa væl inn í bæði spælskipan og hóp, men eisini samfelagið her suðuri og tískil gjørdu vit eina avtalu, ið vónandi og væntandi fer at gagna báðum pørtum.

Valdemar skiftir felag til B71 frá Marienlyst í Danmark og verður lýstur sum ein væl vaksin, sterkur og tekniskt góður leikari, við serliga sterkum mentaliteti.

Føgur orð, men vit fáa tað vónandi eisini at síggja og prógva á leikvølli longu í morgin tá FC Hoyvík vitjar inni í Dal.

Hjartaliga vælkomin í felagið Valdemar og drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 14 17 29
2 NSÍ 13 12 26
3 HB 13 4 24
4 14 1 23
5 B71 14 2 19
6 B68 14 4 18
7 07 Vestur 14 -2 17
8 B36 14 -3 17
9 FC Hoyvík 14 -22 9
10 AB 14 -13 8
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur 8 15 18
2 AB/B71 7 27 15
3 HB 8 2 15
4 ÍF/Víkingur/B68 7 1 15
5 TB/FCS/Royn 8 -12 7
6 AB 8 -5 6
7 8 -28 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar