Eitt øgiligt comeback

Tað tóktist fara vera ein ringur dagur hjá U21 liðnum í gjárkvøldi, tá teir fóru afturút við trimum málum, men so vendu teir knappliga øllum á høvdið og vunnu dystin ístaðin!

Tað er ikki altíð nemt at samskipa dystir hjá B71. Nógv er at taka hædd fyri tá man ikki hevur fast samband við meginøkið og nógvar forvitnisligt kemur man út fyri. Ikki altíð er tað nemt. Í gjár var óstøðugt ferðasamband yvirum fjørðin og tískil høvdu vit biðið um at fáa dystin framskundaðan eitt sindur, tí knapplig boð vóru komin um at næstseinasti túrur bleiv ikki sigldur og betri var um man slapp undan at vera við hús á midnátt fyri einaferð skyld. Tá avtornaði, so kláraðu vit tað kortini ikki, orsaka av eini ógvuliga óhepnari hending 10 minuttir áðrenn tíð, tá Jóhan Petur K. Hentze liggur á vøllinum eftir ein samanbrest við ein mótstøðuleikara og ábyrgdarfólk á staðnum vóru á einum málið um at ivaleyst hevði maðurin fingið heilaskjálvta. Tílíkt er ikki at spæla við og tá sovorði kemur fyri, so mugu allar tíðarfreistir víkja, meðan vit tíverri fyri aðru ferð í trekk mugu koyra ein B71 leikara í sjúkrabil í samband við ein U21 dyst. Sera, sera trist og óheppi og vit ynskja Jóhan Peturi góðan betring hiðani.

Dysturin verður tó av fyrsta tíð floytaður í gongd kl. 17.45 og um hettar mundi royna vit enn at náa ein bát, so tað verður ikki tann stóra upphitingin á hesum sinnið. Upphitingin gongur fyri tað mesta fyri seg inni á vøllinum og er ivaleyst partur av orsøkini til at vit koma so illa frá byrjan sum tilfeldið var. Tá 25 minuttir eru leiktir, so er Undrið longu 3-0 á odda og tað sær ikki út til at vit fara at fáa stórvegis nógv burturúr dystinum. Treyðugt so; B71 leikararnir vóru naskir frameftir hesa løtuna eisini, so tað kendist eisini sum um vit líka máttu spæla okkum heitar. Í sovorðnum støðum so er ofta bert tvey ting í at velja. Antin binda fyri og vóna at man fær okkurt burturúr, ella spakuliga máa burturav leiðsluni og leita sær eitt mál fyri og annað eftir, og tað er júst hettar seinna sum B71ararnir gera restina av dystinum.

Undrið leikararnir tykjast gerast troyttari og troyttari, meðan okkara leikarar spæla sítt spæl við nógvum skjót álopum, ið Undrið leikararnir hava tað sera torført við. Jónatan Kjærbo og Hans O. Hentze fremst gera serliga nógv um seg við teirra skjótleika og tekniska førleika. Tað er tó Bogi Hentze, nýliga afturkomin úr Danmark, ið fær sett hol á við fyrsta málinum, tá Hans verður feldur inni í brotsteiginum og brotsspark verður dømt. Bogi avgreiðir trygt og so er munurin bert tvinni mál. 3-1 til Undrið tá farið verður til hálvleiks.

Seinni hálvleikur byrjar við meiri góðum B71 spælið og longu í 53. minutti er boð eftir málmanninum í mótstøðumálinum. Eitt langskot frá Jónatani verður ikki hildið av Undrið málmanninum, ið, ífylgi linjuverjanum, missir hann innum strikuna og so er munurin bert tað eina málið. 3-2. Løtu seinni so er tað aftur Jónatan Kjærbo, ið sum sagt var sera sjónligur í B71 álopinum, ið javnar fyri teir gul/bláu.

Seinasta málið í dystinum vísir allarbestu eginleikarnar sum Hans Hentze hevur sum fótbóltsleikari, tá hann setur fleiri leikarar av og rekir allan vegin inn í sekstanmeturin, skýtir lágt og trygt í málið og avgerð dystin fyri B71. 4-3 og ikki eitt mál man sær oftani í eldru deildunum. Sera flott einmansavrik í einum dysti, ið annars í stóran mun var vunnin orsaka av liðavrikinum. Verja og álop leiktu sum ein samanhangandi eind í seinna hálveiki og góvu alt fyri at tað skuldi bera til. Og tað bar eisini til.

Eftir áðurnevndu og sera óhepna skaða hjá Jóhan Peturi, ið harafturat endar við reyðum korti til sama leikara í 80. minutti, so geldir tað um at halda fast í leiðsluni og hettar klára B71 leikararnir væl, eisini um steðgurin var drúgvur og síðstu 10 minuttirnir ikki blíva settir í gongd fyrrenn eini 15-20 minuttir eftir. Onki meira hendir síðsta petti av dystinum og B71 leikararnir kunnu fara væl nøgdir suðuraftur síðsta túr við øllum trimum stigunum.

Næsti U21 dystur er um Ólavssøkutíð 27.07 og tá skulu vit aftur til Hoyvíkar at leika ímóti FC Hoyvík.

Tillukku við einum væl leiktum dysti og uppibornum góðum úrslitið dreingir!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar