Regulert sorl

Tað er ongantíð stuttligt at vera mótstøðulið tá man tapir dystir so sannførandi. Men heimaliðið hevði møguleikar í ólukkumát at skora og tá málini kunnu koma at vera avgerandi, so taka tær sjálvandi av.

Tað er langt frá success til fiasko, tað kunnu vit fortelja nógvar søgur um her suðuri og ivaleyst eisini hinumegin fjørðin hjá samstarvsfelaganum AB. Í ár hava kvinnurnar miðað ímóti oddasessinum í deildini og tað hevur gingið eftir vild flestu ferðirnar. Fyrstu ferð tær snávaðu var ímóti HB, ið nú situr á oddasessinum, ið okkara so fegnar vilja hava. Ta ferðina varð úrslitið eitt tepurt tap og áðrenn dystinum ímóti KÍ høvdu AB/B71 kvinnurnar tað strævið í Suðuroy har tær aftur taptu tepurt 1-0.

Sovornir ósigrar eru dýrir tá kappingin er so stutt, men so er gott at reisa seg við manér á heimavølli og vinna 12-0 ímóti næstbesta liðnum hjá klaksvíkskvinnum, ið man annars hevði gingið út frá skuldi verið felagið við sterkastu kvinnumanning í landinum. Sigast skal at KÍ kvinnurnar vóru bert tær kravdu 11 til dyst og tað er eheldur nemt at nakran dyst við ongum útskiftarum.

Hvussu so er og ikki, so leggja AB/B71 kvinnurnar út sum eitt óløgið og tær steðgaðu ikki á fyrrenn dysturin var liðin og úrslitið var eisini hareftir. Tað var ongantíð eitt ivamál hvat liðið fór at vinna og tá "Der Bomber", Judith Rasmussen, skorar síni vanligu 4 mál áðrenn hálvleik, so er støðið lagt.

Í øðrum hálvleiki vilja sandoyingar eisini sleppa uppá mállistan og sum vera man er tað Fridrikka Clementsen, ið fær sær eitt mál í 56. minutti og ger støðuna til 5-0. Hereftir koma allir veteranarnir uppí leikin og tað byrjar við at Elin Højsted leggur B71 á odda 6-0, áðrenn verjuskansin Sólrun H. Sørensen ger tað til 7-0 í 72. minutti. Fridrikka loypir so uppaftur ímillum í 79. minutti til 8-0 og so er tað at liðskiparin Gerda Magnussen loksins kemur uppá listan við sínum fyrsta málið í ár og hon ger tað til 9-0.

Judith tóktist vilja sleppa uppí aftur part og rundar av í 85. og í 89. minutti við sínum fimta og sætta málið og nú er støðan 11-0 til AB/B71. Alt tykist leyst og liðugt, men har er eitt mál eftir og enn einaferð er tað aftasta verjuleikari, Sólrun Sørensen, ið ger um seg tá hon skorar seinasta málið í 90. minutti til endaligu støðuna 12-0.

 

2. helvt bíðar

Bæði menn og kvinnur hava eina uppgávu frammanfyri sær í 2. helvt av kappingini, men fortreytirnar eru markant øðrvísi. Hjá monnunm er kappingin væl longur, so teirra 6. pláss er, hóast tað ikki ljóðar gott, ongin katastrofa. Teir hava somikið nógvar dystir eftir at leika at tað ber væl til at hála seg uppeftir, um bert teir eru tolnir og ikki lata einkul vánalig úrslit sláa seg út.

Kvinnurnar eru í tí óhepnu støðu at teirra kapping er so stutt at einhvør snáving á leiðini kostar dýrt. Hinvegin, so er kappingin víðopin við tí at AB/B71, 07 Vestur og ÍVB liggja jøvn á 12 stigum, bert 3 stig upp á fyrsta plássið har HB liggur.

Fyrsti dystur í 2. hálvu verður tíverri óinterresant fyri AB/B71, tí á pappírinum skulu vit leika ímóti NSÍ, ið sum kunnugt trekti lið sítt áðrenn kappingin byrjaði og tí er ongin dystur á Ólavssøku. Ístaðin so verður fyrsti dystur í 2. helvt ikki leiktur fyrrenn 02.08 í Gundadali ímóti júst HB. Tá er neyðugt at kvinnurnar halda tunguna mitt í munninum og avgreiða dystin við einum sigri, tí tað er ikki vist at vit fáa nógv fleiri møguleikar at minkað um munin og vónandi taka fyrsta plássið aftur.

Allarfyrst stendur tó ein onnur uppgáva fyri framman og tað er ein uppreisns dystur inni í Dal ímóti suðuroyingum, ið koma at vitja í samband við 1. umfar í steypakappingini. Hesin dysturin verður leiktur sunnudagin 19.07 og vinnarin av hesum dystinum skal so víðari og hitta sjálvasta oddafiskinum í Betri deildini hjá kvinnum, KÍ.

Hvussu alt hettar fer at spæla av, tað mugu gudarnir vita. Men kvinnurnar hava tíverri ikki tíð til hvíld enn av tí sama. Tær mugu direkta í aftur eldin í vikuskiftinum og so er møguleiki fyri at anda út eina løtu og taka samanum.

Drívið á AB/B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar