Smá stig frameftir hvørja ferð

Uppgávan var sera torfør undan dystarbyrjan í gjár, men gul/bláu menninir hildu høvdið kalt og avgreiddu uppgávuna til fulnar.

Tað hevur verið tungur burður viðhvørt hjá B71 hesa fyrstu helvt av kappingarárinum. Vit hava stríðst og strevast, og nógvar ferðirnar hava vit fingið minni enn vit, í øllum førum sjálvur mettu, at vit høvdu uppiborið. Vónirnar eru stórar til liðið hettar kappingarárið. Seinastu árini hava vit bygt upp eitt sera sterkt og væl samanspælt lið og nýggir menn fáa møguleikan meir og meir og vísa sera góðar dygdir. Tað er størri kapping um plássini í ár enn nakrantíð fyrr. Um onkur hevur ein ringan dag ella ikki spælir upp til tað sum mett verður neyðugt, so er næsti maður klárur aftanfyri hann at koma inn og taka av álitinum.

Hettar er sera sera sunt og absolutt eitt úrslit av nógvum og tungum valum, har leikarar, ið áður hava verið sjálvskrivaðir á liðnum, nú upplivað at teir mugu av álvara kempa fyri plássi sínum á liðnum. Summir skilja væl týdningin av hesi menning og aðrir eru sjálvsagt keddir av at leiklutirnir og leiktíðin er minkað, men eitt er vist og sannheit: allir hava ein leiklut at spæla og allir hava týdning. Nú besta mansliðið hevur ment seg til at verða kappingarført í deildini og trýstir seg uppeftir, so verða tað marginalarnir sum koma at skilja okkum og mótstøðuliðini. Marginalarnir eru sum orðið leggur upp til, ofta smáir og tí hava menninir rundanum teir ið byrja inni, eins nógv at siga, sum teir ið byrja frá fyrsta minutti. Tað krevir stóra mentala styrki at sita á bonkinum, men tað er nakað sum er neyðugt hjá fótbóltsleikarum at duga, tí ongin eigur pláss frá byrjan. Man skal arbeiða fyri álitinum, ið verður víst einum, antin tað merkir 90 minuttir, 10 minuttir ella 1 minuttur.

 

Køld høvd vunnu dystin

Hóast úrslitini hava verið svingandi, so hevur eitt tað stórsta ljóspunktið í ár verið at sæð munandi betri mentala styrki hjá leikarunum enn undanfarin ár. Fótbóltsdygdirnar hjá leikarunum hava vit ikki ivast eina løtu í, men tað sum vit leingi hava mangla er mentali parturin. Vánalig disiplin og býttar avgerðir, umframt illsinni og ringur atburður hevur kosta nógv stig fyri besta mansliðið áður og hettar sær út til at verið batnað munandi. Vit eru ikki komnir á mál, verr enn so, men serliga seinastu tíðina hava vit sæð nógv fleiri dømir um góða instilling og mentla styrki, bæði í viðgongd og mótgongd. Skulu vit nakrantíð koma "á mál", so er týdningarmikið at vit menna hendan partin minst líka nógv sum tann tekniska og taktiska partin.

Dysturin bleiv bríkslaður í gongd kl. 15.00 í Sørvági í gjár og B71 trýstir vágamenn frá byrjan og longu í 6. minutti gevur tað úrslit. Jónas Warner vinnir horna fyri B71 og bólturin kemur innfyri. 07 Vestur verjan bokerar eitt skot men fær ikki rudda burtur, bólturin fellir til Aron Clementsen uttanfyri brotsteigin, ið ikki ivast, men høggir til. Bólturin fýkir á høgru stong og inn í málið og so er 0-1 til B71.

Góð byrjan og teir gul/bláu royna at halda trýstinum og megna hettar eina løtu afturat, áðrenn 07 Vestur kemur betur og betur inn í dystin. Í øllum førum seinnu helvt av fyrra hálvleiki eru tað næstan bara vágamenn, ið trýsta B71 og dugdu hesir betri at avslutta álopini, so høvdu teir ivaleyst skorað í øllum førum eitt mál. Hettar gera teir tó ikki og sandoyingar klára at halda fast og fara til hálvleiks við eini 0-1 leiðslu.

Seinni hálvleikur er kanska besti hálvleikurin B71 hevur spælt í ár. Væl samanspæld álop og sannførandi verjuspæl, frustrera vágamenn, ið hava tað sera torført at fóta sær í dystinum aftur. Eitt sindur av hepni skal tó eisini til og eitt av okkara væl samanspældu álopum endar við einum sindri av tilvildarligheit frammanfyri 07 Vestur málið, men danski Gustav Wassman gerst tó fyrstur á einum leysum bólti og so er B71 0-2 á odda tá 15 minuttir resta í.

B71 hevur takið á dystinum, hóast 07 Vestur gera sítt ítarsta at bróta okkum niður. Teir gul/bláu spæla klókt og róligani. Ongin panikkur og hóast nógvir eru ungir, so vísa allir tað rutinuna teir hava og seta ikki bóltin óneyðuga nógv uppá spæl. Tað er ikki okkara dystur at jakstra nú og tað vita menn. Støðan skal verjast og annars royna at gagnnýta tey álop vit fáa sett í gongd.

Seinasti naglið í kistuni kemur ikki fyrrenn í yvirtíðini, tá Markus Clementsen spælir seg inn í sekstanmeturin eftir enn eitt væl samanspælt álop. Eldri bróðurin sleppur ikki ordiliga til skot, so hann velur at leggja bóltin av til yngra bróðurin Aron, ið tekur eitt trekk og bumbar bóltin mitt í málið til endaliga úrslitið 0-3.

Annars er hettar bert aðru ferð í ár at vit hava megnað eitt sokallað "clean-sheet", tvs. eitt úrslit har vit ikki hava latið mál inn. Stórt rós til aftastu verjuketu, Alva, Eirik, Brian og Klayver, og ikki minst málmannin, Jóhan Herálvur, ið fleiri ferðir hava staðið branddystir, men hjá málmonnum og verjuleikarum hevur tað serliga stóran týdning at halda málið reint og tí miðar man sum lið altíð eftir at onki mál skal koma ígjøgnum, óansæð um dysturin er vunnin sannførandi ella ei. Tað sigur seg sjálvt at jú betri vit duga at nokta mótstøðuliðnum mál og álop, jú lættari fara vit at klára at byggja okkara egnu álop upp og vinna dystir.

 

Mugu vísa støði í 2. hálvu

Hóast gongdin er góð í løtuni og hýrurin tað sama, so hevur tað ófatiliga stóran týdning at vit ikki hvíla á laurberum ov leingi. Vit gleðast um at pílarnir venda uppeftir, men so er eisini nóg mikið ryggklapparí. Vit gleðast um at vit nú hava klóra okkum upp mitt á stigatalvuna, men málið var altíð ovara helvtin, so enn kunnu vit ikki veruliga erpa okkum av at vit hava nátt nøkrum málið.

Dreymarnir eru størri fyri felagið enn nakrantíð áðru, so miðalgott er ikki tað vit eru eftir. Um vit spæla upp til okkara besta og úrslitið verður eitt stað í miðjuni, so er tað alt vit hava uppiborið og so mugu vit arbeiða tað harðari næsta ár. Men út frá teimum dystunum sum vit hava spælt í ár, so torir man her frá at leggja høvdið á blokkin og siga at vit hava enn ikki sæð hettar liðið spæla við 100% styrki. Leikararnir hava eitt gear afturat og tá dystirnir byrjað aftur um Ólavssøkumundi, so skulu vit upp í tað geari og vit geara ikki niðuraftur fyrrenn kappingin endar í novembur mánaði. Klára vit gjøgnumgangandi at halda hettar støði, so eru góð úrslit í væntu. Tað er upp til venjararnar og leikararnar at vísa hvørjum stoypningi teir eru gjørdir av og um teir hava tað sum skal til fyri at blanda seg í oddastríðnum.

Ein avbjóðing til allar leikarar er hervið sett. Klára tit at manna tykkum upp til eina aðru hálvu, har tit geva alt tit eiga, við bert einari vón um at tað fer at vera nóg mikið? Ella fara tit at velja mageligaru og absolutt verru loysnina, har tit raðfesta alt møguligt annað enn fótbóltin? Valið er sum altíð tykkara.

Endaliga úrslitið í november fer at reflektera valið tit troffu í dag, so verið vísir í at tit hava valt tað rætta tá avtornar, tí tit fara uttan iva at ergra tykkum grønar við leiklok, um tit geva minni enn tað tit megna og vit standa við kappingarenda við samsvarandi minni enn møguligt var.

Fyrrverandi forsetin í USA, John F. Kennedy, segði einaferð, tá hann skuldi verja landsins avgerð í einari roynd at verja eitt satt ørvitisprosjekt, ið snúði seg um at ferðast til mánan: "We choose to go to the moon; not because it is easy; but because it is hard!"

Vit eru sera hepnir í hesum førinum. Okkum nýtast ikki at ferðast til mánan. Vit skulu bara vinna fótbóltsdystir.

Latum okkum gera tað og onnur munagóð ting.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar