Argaðu í væl yvir ein tíma

Eitt skúla eksempul um eitt úrslit, ið lýgir stórliga um dystargongdina sum heild.

Tey sum ikki vóru inni í Dal í gjárkvøldi fara sikkurt at hyggja at úrslitinum 2-7 og hugsa at B36 koyrdi sigurin trygt og gott heim. Veruleikin er tó at B71 spældi fult upp til eitt ósannførandi B36 lið í 1. hálvleiki, har støðan enn bert var 1-2, umframt væl inn í 2. hálvleik. Ivaleyst var tað orkan sum gekk undan tá avtornaði, men tað skuldi ein tími til áðrenn B36 skorar triðja málið og hóttanin um javnleikin hvørvir eitt sindur.

B36 skorað annars næstan beinanvegin eftir at dómarin hevur byrjað dystin. Eitt langt (møguliga ólógligt) innkast verður tveitt inn í sekstanmeturin og ein misskiljing millum málmann okkara og verju ger at Stefan Radosavljevic fær stungið høvdið ímillum og snittað bóltin uppum allar í trunkanum og inn í málið til 0-1. Ein sera ring byrjan, men B71 svara aftur í stórum stílið. Innlegg úr vinstru síðu í 17. minutti endar hjá Clayton Soares við aftastu stong, ið skallar bóltin innfyri mál aftur. Brian Okpala bíðar mitt fyri og fær sett høvdið á bóltin og í málið til 1-1. Javnleikurin heldur nærum til hálvleiks, men tíverri so vil Martin Agnarsson tað øðrvísi, tá hann økir til hálvleiksstøðuna 1-2 í 40. minutti.

Hóast vit ikki fara at pástanda at tað ikki var B36, ið hevði yvirvág fyrsta tíman, so spældu okkara gul/bláu leikarar væl og komu fram til nógvar fínar málmøguleikar. Hettar var eyðsæð ikki tað havnamenn høvdu væntað, sjálvt um teir nokk at enda fingu tað úrslitið teir væntaðu og vónaðu kortini. Árni Frederiksberg var nokk maðurin sum elvdi til at vit mistu tamarhaldið á dystinum. Fyrst skorar hann til 1-3 í 60. minutti, men bert lítla løtu seinni sær tað ikki mætari út enn at B71 fer at minkað um munin til 2-3. Óskil í verjuni hjá B36 og Tijani Mohammed verður sendur púra leysur ímóti B36 málmanninum. Tijani sær út til at vera steinsikkur at skorað tá hann velur at skjóta skjótt og tíðliga, men skotið er ikki av tí besta og trillar framvið vinstru stong til málspark. Ergiligt, tí nervarnir sótu eitt sindur uttaná hjá havnamonnunum í hvítum hesa løtuna. Skoraðu vit har, so kanska man kundi havt dúvað uppá at liggja og bíða eftir einum skjótálopið. Ístaðin so økja Árni Frederiksberg til 1-4 og so er tað Stefan Radosavljevic, ið 5 minuttir seinni í 77. minutti leggur B36 framum 1-5.

Hannes Agnarson varð innskiftur tá góður tími var leiktur og hesin økir til 1-6 í 80. minutti. Nú sær meir ella minni út til at vit mugu binda um heilan fingur, so støðan ikki gerst verrið, men B71ararnir hava rós uppiborið fyri góðan hugburð, tí hóast tað ikki er stuttligt at tapa somikið stórt, so steðgaðu teir ongantíð at leita eftir málinum, men lógu framvið, so sandoyingar eisini kundu fáa eitt sindur av undirhaldið. Úrslitið av hesum kemur eisini í 85. minutti tá Tijani Mohammed loksins fær málið hann leitaði eftir og minkar um munin til 2-6. Hettar kundi saktans verið endaliga úrslitið, men Stefan Radosavljevic vildi hava eitt afturat og tveir minuttir seinni, so er bólturin enn einaferð í B71 málinum. 2-7 gerst endaliga støðan og B36 fer trygt víðari til næsta umfar.

 

Munur á; og tó

Tá man tapur við 5 málum, so er torført ikki at innsíggja tað at munurin millum liðini er stórur. Og tó; 2/3 av dystinum sást ikki tann villi munurin á nr. 8 í 1. deild og nr. 4 í Betri deildini. Tað var seinasti triðjingurin ið veruliga koppaði dystin til havnamenn, ið frammanundan hesum ikki høvdu fingið tingini serveraði. Dysturin í gjár svaraði nøkrum spurningum, ið vit hava gingið og hugsað um. M.a. er B71 nóg gott at flyta upp í Betri deildina? Svarið er nei. Ikki meðan vit enn eru í 1. deild. Við hesum meinast við at B71 fer ongantíð at koma har til at vit fara at halda allan dystin ímóti besta liðnum hjá B36, meðan vit til dagligt spæla ímóti næstbesta liðnum hjá B36. Eiheldur kunnu vit ganga og bíða eftir at vit hava eitt lið, ið er tjokkfult av ungum evnaríkum sandoyingum, ið vilja spæla B71 upp í bestu deildina, tí vandin er at bíða vit ov leingi, so fer m.a. B36 avstað við teimum bestu.

Loysnin er at taka okkum til rættis tá vit hava møguleikan. Vit vildu prógva okkurt í gjár og tað gjørdu vit. Eina løtu. Tá avtornaði, so gekk tað akkurát sum øll høvdu væntað, men tað bilar onki. Hóast vit øll droymdu um ein steypadyst har vit bukta B36 niður, so er tað altíð meiri sannlíkt at tað er umvent. Hettar er givið, men góðtaka vit tær premissurnar og leggja okkum niður áðrenn síðsta bríksl, so hava vit so slett onki at gera í bestu deildini í føroyskum fótbólti.

Tá støvið hevur lagt seg og síðsta skotið er skotið, so skal B71 altíð verða kent sum eitt lið sum ongantíð leggur seg niður; altíð droymir um okkurt størri og berjast fyri okkara tilverugrundarlagið, hóast tey eru nógv sum ynskja okkum av fananum til. Tey eru bangin. Tí vit eru á rættari leið, óansæð hvat hini munnu siga. Haldið fast í øllum tí góða og sleppið tí ringa. Tá vinna vit persónligar sigrar, ið styrkja okkara roynd at vinna sigrar á leikvølli munandi.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 14 17 29
2 NSÍ 13 12 26
3 HB 13 4 24
4 14 1 23
5 B71 14 2 19
6 B68 14 4 18
7 07 Vestur 14 -2 17
8 B36 14 -3 17
9 FC Hoyvík 14 -22 9
10 AB 14 -13 8
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur 8 15 18
2 AB/B71 7 27 15
3 HB 8 2 15
4 ÍF/Víkingur/B68 7 1 15
5 TB/FCS/Royn 8 -12 7
6 AB 8 -5 6
7 8 -28 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar