Svumu í møguleikum

Hóast vit at endans staðfestu sigurin og vunnu 4-2, so sá tað eina løtu út sum um B71 fór at missa fleiri stig orsaka av at bólturin ikki vil yvirum strikuna.

Undan dystinum í gjár, so vóru teir gul/bláu trongdir eitt sindur upp í ein krók. Tríggir ósigrar á rað elva ikki beinleiðis til nøgdsemi á einum fótbóltsliðið. Hinvegin, so hevur tað ikki beinleiðis bila við innsatsi og møguleikum í undanfarnu dystum. Úrslitiini hava væl kunnað koppað okkara veg í øllum trimum dystum, men hava bara ikki gjørt hettar til sjeynd og seinast.

B71 byrjar hinvegin sum eitt óløgið og leikararnir virka svangir og óávirkaðir av ringu gongdini í seinastuni. Aron Clementsen er afturkomin úr Danmark við einum endamálið og tað er at bumbað kassar inn fyri B71 og hann sveik ikki álitið í gjár. Í øðrum minutti verður ein avlevering frá Claytoni Soares steðgað í HB verjuni og Aron Clementsen er fyrstur á bóltinum og smekkar hann í kassan til eina skjóta 1-0 leiðslu.

Heimaliðið situr á so at siga øllum í fyrra hálvleiki og spurningurin er mestsum bara nær vit skora seinna málið. Tì er tað serliga ófordragiligt, tá verjuvillur og manglandi samskifti elvir til at HBarar koma at standa leysir í okkara sekstanmeturi, beint áðrenn hálvleik. Bólturin verður lagdur inn til ein HB leikara, ið stendur ytst á sekstanmeturinum. Tá verjan roynir at stilla seg fyri skotið, so leggur leikarin bóltin ístaðin afturum seg mitt fyri málið, har Leivur Fossdal Guttesen kann seta bóltin høgt og trygt í netið vinstru megna. Jóhan Herálvur Hentze í málinum hevur ongan livandi møguleika og so er javnleikur, beinleiðis ímóti spælinum annars.

Annar hálvleikur er hinvegin ikki meir enn floytaður í gongd, so er aftur galið. Hesuferð er tað Rói av Fløtum hjá HB, ið leggur útliðið á odda 1-2 og nú byrjar dysturin tíverri at líkjast øðrum heimadystum í seinastuni, har B71 liggur á øllum spælinum, men fær onki burturúr.

Næstu løtuna fáa okkara lítið burturúr og alt er eitt stórt rót. Tøgnin er larmandi inni í Dal, men so smátt byrja B71 leikararnir at taka seg meira saman. Í 62. minutti er tað nýinnkomni høgri bakkurin Karl Fríði Vestergaard, ið vinnur bóltin frá HB, spælir frameftir til ein sera vælleikandi Clayton Soares, ið leggur bóltin av til Jónas Warner, ið hamrar til úr 20 metrum til 2-2! Júst tað sum skal til fyri at fýra uppundir aftur ketlarnar, ið vóru í vanda fyri at brenna út.

Eftir hettar og restina av dystinum svimja B71 regulert í møguleikum. Tijani brennir fleiri, Aron megnar at misnýta eitt vælspælt álop og fleiri aðrir leikarar gera ov lítið við annahvørt stórar møguleikar ella góð álop.

Í tílíkum førum er tað øgiliga vanligt at mótstøðuliðið aftur gagnýtir sínar møguleikar, men hóast teir ikki høvdu nógvar, so var í øllum førum ein 100% møguleiki misnýttur av HB hesa løtuna áðrenn leiðslumál hjá B71. Tíbetur.

Í 75. minutti fær B71 horna í vinstru síðu. Aron Clementsen svingar innleggið inn til handaru stong, har Clayton Soares er hægstur og skallar bóltin høgt upp í høgru síðu og ongin møguleiki hjá HB málmanninum Kristian Dam Petersen at taka. Stór frøði, bæði á heimaliðnum og heima áskoðarunum, umframt ein stórur lætti at vit loksins fingu gagnýtt ein av nógvum møguleikum.

Sum sagt, so fær B71 møguleika omaná møguleika og restina av dystinum sær tað ikki út til at vit fara at missa leiðsluna. Sigurin verður tó ikki endaliga staðfestur fyrrenn í 90. minutti, men sikken ein staðfesting. Eirikur Jacobsen spælir ein langan bólt frameftir til Aron Clementsen í vinstru síðu, ið sneiðir inn í banan og hevur frítt útsýnið til mál, hann ivast ikki, høggur til uttanfyri sekstanmeturin og bólturin brestur í innnarusíðuna av stongini og inn. Enn eitt perlumál!

Bert ein dystur eftir í 1. hálvu

Tað er sjálvasgt óheppi at vit hava verið eitt sindur svingandi og óhepnir frammanundan, men gleðiligt er at tá tað sær ljósari út við at loysa teir trupulleikar, ið munnu stinga seg upp eitt tílíkt kappingarár. Dystarskráin er krevjandi og vit hava ymiskar luksustrupulleikar, ið vit eru nokkso óvanir við, navnliga at vit hava nógvar mans, ið banka uppá at fáa møguleikan á nógvum plássum. Summir leika støðugt væl og sita tungt á plássum, aðrir leita enn eftir støðugum dagsformi og aftur aðrir lúra eftir at fáa so nógvar minuttir á vøllinum sum til ber. Hettar er sera sunt, men kann sjálvandi elva til eitt sindur av frustratión, tá tað vanliga er at liðið telir teir somu 11 nærum hvørja ferð gjøgnum árið. Sjálvsagt mugu vit satsa uppá at vit uppá okkurt tíðspunkt síggja meir ella minni teir somu 11 á vøllinum ferð eftir ferð, men ymiskt kann stinga seg upp, ið ger at onkur rokada má gerast. Tað kann vera alt frá at onkur leikari verður mettur at rigga betri til einkultar dystir ella hátt at spæla uppá, men tað kann líka so væl vera tað at menn mugu sparast fyri at umgangast skaðar gjøgnum árið. Vit hava longu upplivað at nógv lið, bæði undir og yvir okkum eru sera skaðaplágað og tað er ikki av tilvild. Tætta leiksskráin setur størri krøv til smærru liðini við tynri hópum enn nakrantíð áður. Tíbetur fyri okkum hava vit nógv gott, ungt og eldri fólk, ið allir vilja sleppa uppí part.

Í seinasta enda so eru vit vísir í at allir leikarar gera sítt ítarsta fyri felagið og evsta málið, ið er at flyta upp. Hettar seinasta sær eitt sindur minni sannlíkt út enn tá vit byrjaðu árið, men týdningarmikið er at taka ein dyst fyri og annan eftir og spakuliga klóra so langt uppeftir stigatalvuni sum til ber. So við ársenda kunnu vit gera upp um tað er nóg mikið til uppflyting ella ei. Fyrst og fremst so skulu vit hugsa um avrik dyst fyri dyst og menning hjá nógvu evnaríku leikarum okkara.

Í gjár fingu vit loksins smekka nakrar kassar inn, hóast tað kanska átti at verið væl størri sigur. Hettar er eitt stig á leiðini og tað er týdningarmikið at síggja at vit mennast so hvørt.

Mikukvøldið fáa vit vitjan av veruligum tungvektarum úr Betri deildini tá besta liðið hjá B36 kemur suður at leika steypakappingardyst. Hesin dysturin verður forvitnisligur og stuttligur, hóast vit ikki beinleiðis vænta okkum stórt meira enn ein heilhjartaðan innsats frá okkara gul/bláu monnum og ein stuttligan steypadag.

Sunnudagin 12.07 er hinvegin ein meiri týðandi uppgáva fyri framman tá B71 skal vestur í Vágarnar at leika síðsta dyst í fyrru helvt. Stig eru ein fortreyt so vit leggja okkum væl fyri at byrja aðru helvt 26.07, men eitt ting at gangin.

Síggjast aftur mikukvøldið til steypadyst og enn ein góðan dag inni í Dal.

Drívið á B71!

 

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 14 17 29
2 NSÍ 13 12 26
3 HB 13 4 24
4 14 1 23
5 B71 14 2 19
6 B68 14 4 18
7 07 Vestur 14 -2 17
8 B36 14 -3 17
9 FC Hoyvík 14 -22 9
10 AB 14 -13 8
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur 8 15 18
2 AB/B71 7 27 15
3 HB 8 2 15
4 ÍF/Víkingur/B68 7 1 15
5 TB/FCS/Royn 8 -12 7
6 AB 8 -5 6
7 8 -28 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar