Vit liggja nummar eitt!

Líkindini vóru ótespilig allan vegin upp til dystarbyrjan, men so bleiv tað av allarfagrasta veðrið allar 90 minuttirnar, ið ivaleyst eggjaði kvinnurnar til enn ein stórsigur í dag.

AB/B71, eitt felagslið ið nú koyrir uppá fjórða kappingarárið, hevur ringar royndir ímóti kvinnunum úr økinum kring Gøtu/Leirvík, ið nú telir leikarar úr Fuglafirði og Toftum afturat. Nógvir ósigrar og løk úrslit, men í dag var ongin ivi um hvat betra liðið var í næstbestu kvinnudeildini. AB/B71 kvinnurnar løgdu seg á odda longu í 7. minutti tá eitt lágt skot trillar inn tætt við vinstru stong. AB/B71 kvinnurnar økja leiðsluna longu í 15. minutti við einum flottum málið eftir innlegg úr høgru síðu. Báðu ferðirnar er tað málrevurin av Argjum, Judith Rasmussen, ið fær bóltin seinastu leið í netið.

Nærmasti kappingarneyti hjá Judith eftir toppskorara plássinum, tó at tað manglar nakað í, er Fridrikka M. Clementsen av Sandi, ið økir um leiðsluna eftir hálvleik í 48. minutti.

Anja Hentze Anthoniussen verður skift inn í 56. minutti og tað tekur henni bert 9 minuttir áðrenn hon er leys ímóti málinum sjálv og fær lagt bóltin uppá tvørs av málmanninum og økir til endaliga úrslitið 4-0 til AB/B71.

Sigurin í dag ber við sær at felagsliðið AB/B71 liggur nr. 1 við 12 stigum eftir 5 dystir. HB kvinnurnar hava 9 stig eftir 4 dystir, men hesar mangla ein dyst í Suðuroy, ið verður leiktur nú mikudagin 01. juli. Næsti dystur hereftir hjá HB er harafturat ímóti NSÍ, ið sum kunnugt hevur trekt liðið hjá sær og tá vinna tær dystin við trimum málum uttan at leika.

Vanligt er at viðmerkja at kappingin er long, men í hesum førinum, so er tað ikki heilt soleiðis, tí kappingin í næstbestu kvinnudeildini er "bara" 14 umfør og tá NSÍ hevur valt at trekt lið sítt, so eru tað reelt bert 12 umfør at leika. Hettar merkir at tá 6. umfar verður leikt sunnudagin 05. juli, so er kappingin longu hálvrunnin. Eitt umfar er afturat 12. juli og so er steðgur til 26. juli tá bólturin aftur fer á rull.

Hettar merkir at tá fyrra hálva er liðug leikt 12. juli, so eru bert 5 dystir eftir í kappingini. Vit kunnu tí staðfesta at tað er ótrúliga týdningarmikið at kvinnurnar klára seg væl komandi tvey umførini, tí skal man gera seg galdandi, so skal man eisini duga at spæla við favoritt merkatinum sitandi á sær. Trýstið er á, men higartil sær tað út til at ársins útgáva av AB/B71 kvinnum loysir uppgávurnar til fulnar.

Vit vóna tað besta. Latum okkum enda fyrru hálvu ordiliga og liggja nr. 1 í summarferiuni.

Drívið á AB/B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar