"Didn't see this coming"

Áðrenn dystin í gjár í 1. deild vóru AB aftast við 0 stigum. Heldur óvæntað, so tóku teir øll stigini í fyrsta sigrinum í gjár ímóti einum B71 liðið í tómgongd.

Tað kom sum eitt lítið yvirraskilsi tá vit komu út á Argir í gjár. AB liðið sum frammanundan hevði talt heldur nógvar óroyndar leikarar í 1. deildar høpi, taldi knappliga heldur nógvar væl royndar og ikki minst dugnaligar leikarar, ið týðiligvís vóru settir inn til dyst í gjár at royna og bjarga heldur ringu byrjanini á kappingarárinum hjá næstbesta liðnum úti á Argjum. Hettar eydnaðist til fulnar. Dystarfrásøgnin er eitt sindur merkt av at tað bar næstan ikki til at fylgja við í dystinum orsaka av tjúkka mjørkanum ið legðist yvir vøllin sum dysturin fráleið. Ivasamt var annars frammanundan um tað var spælandi orsaka av umstøðunum, men tá tað nærkaðist ásettu dystarbyrjan, so lætnaði somikið at dómarar og feløg mettu at ein roynd var forsvarlig.

Man kann ikki beinleiðis siga at tað vóru fótbóltslíkindir, men tá fyrst vit vóru byrjaðir, so gav tað nærum onga meining at steðga aftur. Korona stegður og tættpakkaða dystarskráin havd í huga, so er tað ein uppaftur størri avbjóðing at avgreiða dystir enn tað hevur verið undanfarin ár. Tískil so máttu vit áskoðarar royna og gita okkum til hvar bólturin vóru meginpartin av tíðini og dystarfrásøgnin ber brá av hesum.

Sum sagt, so taldi liðið hjá Argja monnum gamlar Betri deild profilar sum t.d. Símin Samuelsen og Mikkjal Hentze, harafturat var Sorin Anghel at síggja í byrjunaruppstillingini, saman við nýafturkomna Jónas Stenberg og U21 landsliðsmálmanni Silas Eyðsteinsson. Teirra ávirkan spældi ein stóran leiklut, hóast tað leikaði javnt á at kalla allan dystin. Í seinasta enda er tað B71, ið eins og undanfarnar dystir, ikki umseta møguleikar til mál og alt ov ofta vera vit fangaðir á skeiva beininum. Saman við tí sannroynd at AB spældi væl, so er vandin altíð at stigarmissur er í væntu.

Fyrsta málið kemur eftir eitt sindur jonkasligt verjuspæl, umframt eitt møguligt fríspark, ið skuldi verið dømt til B71 áðrenn álopið fór í gongd. Símin Samuelsen er, sum hann oftani fyrr hevur verið, fyrstur á bóltinum í 34. minutti og skorar leiðslumálið og støðan er 1-0 til AB tá farið verður til hálvleiks.

B71 koma út til 2. hálvleik og nýinnskifti Hans O. Hentze svarar aftur beinanvegin í 48. minutti. tá hann móttekur bóltin eftir nógvan mjørkaleik frammanfyri AB málinum og skorar sítt fyrsta mál í 1. deild og vaksnamannadeildini nakrantíð. Hóast tap var í hondum, so er gleðin altíð stór tá ungdómurin eydnast og eitt hjartaligt tillukku skal ljóða til Hans, ið bert er blivin betri og betri síðani hann vendi aftur at leika miðvíst á besta liðnum í fjør.

Okkara menn hava betri stýr á spælinum í 2. hálvleiki, men tað sæst tíverri alt ov sjáldan aftur í møguleikum. Teir møguleikarnir sum vit koma til verða harafturat ov illa gagnýttir og tá vit ikki fáa skorað, ja so er úrslitið ofta tað umvenda.

Innskifti Rói Klakkstein Vilhelm móttekur bóltin uttanfyri sekstanmeturin í 88. minutti og ótarnaður sleppur hann at smekka bóltin í netið. Ikki gott nokk av okkara monnum og vit søpla tað eina stigið burtur, ið vit illanstíð kundu havt tryggjað okkum og í minsta lagið brotið ringu gongduna sum nú telir tríggjar ósigrar á rað.

Dómarin floytar dystin av og ein 2-1 sigur til AB er staðfestur.

 

Ikki bert neiligt tað heila

Tað nemmasta í verðini tað er at seta seg afturá og bannað og blóta yvir ringu gongdina og byrja at peika fingrar eftir øllum møguligum orsøkum til hví tingini eru sum tey eru. Vónandi eru leikarar og áskoðarar okkara nóg vaksin til at síggja at gongdin er ikki bert svørt/hvít. Tað finnast glottar at hóma í øllum trimum tapunum, hóast ongin nýtist dáma tað faktum at vit eru illa koyrandi í løtuni. Tað er munur á at síggja tað góða í tí vit gera og brúka tað frameftir og at venda blinda eyga til tey neiligu tingini sum vit skulu fáa rættaði.

Sjálvsagt skulu vit taka í egnan barm og hyggja inneftir hvat vit gera galið og hvat skal rættast til næsta dyst, har vit vónandi kunnu skræða okkum ein sigur ímóti havnamonnum, ið vitja komandi fríggjadag.

Hinvegin, so mugu vit ikki missa langtíðar málið úr eygsjón. Vit hava størsta hópin við eini ørgrynnu av ungum og evnaríkum leikarum og allir mugu fáa spælitíð gjøgnum árið, um vit skulu halda á fram við at halda leikaratalið uppi á teimum 15-20 monnunum (viðhvørt fleiri), ið konsekvent hava møtt upp til venjing alt árið á tamb. Við so nógvum møguleikum, so renna vit okkum sjálvsagt eisini í trupulleikar við at onkur verður valdur frá til onkran dyst, til frama fyri ein annan. Men í høvuðsheitum so hevur árið higartil verið sermerkt við at nógvir ungir, ið áður hava sitið nógv á bonkinum, hava fingið spælitíð á besta liðnum. Hettar er ein fortreyt fyri at vit framyvir skulu hava nógvar streingir at spæla á og økta kappingin merkir samstundis at tað verður truplari og truplari hjá teimum sum áður hava verið sjálvskrivaðir at spæla, at halda fast í byrjunarplássinum. Hettar er absolutt eitt sunnheitstekin og tað er ongin orsøk hjá nøkrum at síggja tað sum eitt niðurlag at nógvir ymiskir leikarar banka uppá og taka av møguleikanum tá teir fáa hann bjóðaðan.

Vit taptu enn ein dyst í gjár. Tað var nakað helvitis lort fyri at siga tað bart út. Vit væntaðu og vónaðu okkum ein sigur, hóast hettar ikki merkti at vit undirmettu mótstøðuna, ið vit tó ikki væntaðu fór at vera so dygg, sum tað seinni vísti seg.

Hettar má vendast og tað má vendast skjótt. Alt gott um tað at nógvir leikarar fáa nógva spælitíð og nógv jalig ting eru at hóma, men í seinasta enda, so skulu vit hóast alt fáa stig á kontoina og tíbetur fyri okkum, so halda úrslitini í øðrum dystum á fram at laga seg nøkulunda til at vit, hóast vit liggja á einum snópisligum 8. plássið nú, enn hava møguleikan at leggja okkum væl til rættis, um vit vísa okkum frá okkara bestu síðu síðstu tveir dystirnar í 1. deild í fyrru hálvu ímóti ávíkavíst HB og 07 Vestur.

Nú gloyma vit alla hesa lorta gongdina seinastu tíðina og hyggja frameftir ímóti tveimum týdningarmiklum dystum at enda fyrru hálvu við og so eftirmeta vit og gera okkum til reiðar at vísa okkum frá okkaru bestu síðu í 2. hálvu.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 11 11 22
2 Víkingur 11 9 22
3 11 2 20
4 HB 11 2 18
5 B68 11 8 17
6 B36 11 -1 16
7 07 Vestur 11 1 14
8 B71 11 -1 14
9 FC Hoyvík 11 -18 5
10 AB 11 -13 4
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 5 13 12
2 07 Vestur 5 9 9
3 AB 5 7 9
4 HB 4 4 9
5 ÍF/Víkingur/B68 5 -3 9
6 TB/FCS/Royn 4 -6 4
7 5 -9 4
8 NSÍ 5 -15 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar