Ein smá óvæntað málveitsla

Eftir fýra ósigrar á rað og stórtap í nærum hvørjum dysti, so vendu U21 ungdómarnir alt á høvdið í gjárkvøldi.

Tað hevur gingið striltið at fingið nøkur líkandi úrslit í U21 deildini í ár hjá B71 higartil í ár. Korona steðgurin merkti at lið úr A bólkinum duttu niður í B bólkarnar og nýløgd og meiri tættpakkað dystarskrá merkir at færri møguleikar eru at brúka 1. deildar ungdómar í U21, ið veruliga hava fingið flog undir veingirnar í ár og meiri spælitíð enn áður. Ógvuliga jaligt fyri ungdómin sum rykkir upp, men væl skilligt frustrerandi fyri hinar, ið leika meginpartin av sínum fótbólti við m.a. U21.

Tí var tað ógvuliga kærkomið at tað bert er tann eini dysturin um vikuna at hugsa um komandi tvær vikurnar. Kristian Krog Hentze spældi sín fyrsta dyst í U21 í gjár, saman við Alva Jespersen, ið er leikbannaður til dystin komandi leygardag ímóti AB á Argjum. Tað er sjálvsagt ikki bara hesir báðir, ið koppaðu úrslitið okkara veg í gjár, allir U21 leikararnir vóru væl hvíldir til dyst og tingini gingu upp í eina hægri eind.

Sjálvur dysturin var merktur av góðum B71 spælið og nógvum møguleikum frá fyrsta bríksli. Tá avtornaði, so kundi sigurin verið uppaftur størri.

 

Dysturin og málini

Fyrsta málið verður skorað longu í 11. minutti, tá eitt hornaspark úr vinstru ikki verður beint burtur í fyrstu atløgu. Liðskiparin, og nýggi maðurin á defensivari miðju, Alvi Jespersen trýstir verjuleikararnar tætt uppundir mál og úrslitið er at bólturin fer í málið og Alvi verður noteraður sum málskorari.

HB roynir at trýsta, men B71 hevur sera gott tak á dystinum og í 31. minutti trýsta Hans O. Hentze og Rói Klementsen aftasta verjuleikara og Hans vinnur bóltin. Einsamallur ímóti málmanninum fær hann prika bóltin forbí og í mál til 0-2 leiðslu.

Jónatan Kjærbo hevði høvuðsleiklutin næstu løtuna. Fyrst í 37. minutti tá hann driblar forbí HB verjuleikara og inn í sekstanmeturin. Verjuleikarin kennir seg noyddan at fella skopuningin sum er í fullari ferð ímóti málinum. Brotsspark og Jónatan tekur tað sjálvur og skorar trygt til hálvleiksstøðuna 0-3.

Annar hálvleikur er eini 10 minuttir gamal tá B71 aftur er uppá spæl. Hesu ferð er tað skálvíksingurin Jákup Høgnason, ið er hægstur eftir hornaspark og skallar ímóti málinum. Sjálvir meta B71ararnir at Jákup eigur málið, men dómarin metir at bólturin verður rættaður av á veg inn og verður tí skrivað upp sum fyrsta sjálvmáli av tveimum.

Lítla løtu seinni er tað Kristian Krog Hentze og Jónatan Kjærbo, ið eru í felag um fimta málið. Fyrst vinnur Kristian bóltin í egnari hálvu, setir tveir leikarar av og spælir síðani Jónatan frían ímóti málinum. Skopuningurin ger ikki mætari enn at lobba bóltin hegnisliga uppum málmannin og í mál.

Kristian er harafturat høvuðsmaður til síðsta málið, tá hann setur fleiri leikarar av og vinnur fríspark í seinasta minutti. Heimasandsmaðurin tekur sjálvur og skýtir lágt og hart út í høgru síðu. Bólturin rakar ein HB'ara og fer í mál, dygst ímóti stongini.

 

Gott fyri sjálvsálitið

U21 luttøkan í fjør snúði seg ongantíð um nøkur serlig úrslit. Meiningin við at melda U21 lið til, var at tryggjað einum breiðum skara av sera ivrigum ungum monnum í 16-20 árs aldrinum eitt munagott fótbóltstilboð við sínum javnaldrum og menna hesar í harðari kapping við javnlíkar aðrastaðni í landinum. Samstundis sóu vit týðiliga at U21 tilboðið bleiv gagnýtt av øðrum leikarum, ið ikki vandu miðvíst, men gjarna vildu hjálpa til at manna liðið tá á stóð. Samstundis fingu hesir seinnu nógv góð upplivilsir í felag við vinmonnum sínum, hóast teir sikkurt høvdu avskrivað nakað fótbóltsspæl framyvir. Ongin hevði tá væntað at gongdin fór at vera somikið góð at ungu meninnir endaðu árið á einum triðja plássi í bólki sínum, men soleiðis bleiv eftir ein sera góðan endaspurt.

Í ár eru fortreytirnar nakað tað sama við fólki, men sjálv leiksskráin er, partvíst orsaka av korona, nógv harðari fyri øll tilmeldaði lið. Nógvir ókendir faktorar, ið ikki vóru til staðar frammanundan ger at tað er alsamt torførari at mannað U21 liðið til ymsu dystirnar. Tískil hava vit ikki havt møguleika at heinta nøkur líkinda úrslit undanfarin umfør.

Sæð í hesum ljósinum so var sigurin í gjár ógvuliga kærkomin, tí hann prógvar at U21 liðið tørvar bert einkultar justeringar og eitt sindur av hvíld, so spæla leikararnir upp til eitthvørt annað U21 lið í deildini. Tað sum vit ikki eiga í leikaratilfeingið, tað eiga vit í hjarta og stríðsvilja. Viðhvørt ber hettar á mál aleina, men til tíðir krevst meira.

Sigurin í dag merkir at B71 endar á næstaftasta plássið í B-bólkinum og tað má bara vera so. Vit vita ikki enn hvussu FSF fer at skipa U21 kappingina hjá okkum í aðru hálvu, men vónandi verður tað styrkismett eitt sindur betri, so vit ikki møta alt í verðini for torførari uppgávu, tá vit frammanundan hava trupulleikar við at mannað lið til allar dystir. Hóast úrslitini ikki eru tað primera, so vilja vit gjarna hava at liðið er kappingarført við hini og fáa avbjóðingar svarandi til støðið og fortreytirnar sum vit arbeiða út frá. Vónandi verður tað tikið hædd fyri hesum í seinnu hálvu. Livst so spyrst.

Fyribils eru vit væl nøgd við at seinasta royndin spældi væl av. Hettar taka vit við okkum til fyrstu uppgávu tá U21 fer í gongd aftur, nær tað so verður.

 

Drívið á B71!

 

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar