Høvdu uppiborið meira

Sigur ímóti FC Hoyvík og B68 undanfarnu dystirnar, men tað strekti akkurát ikki til í gjár í Runavík.

Fortreytirnar undan dystin í gjár vóru sum heild rættuliga góðar, at leita sær stig fyri norðan ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Besta liðið spældi um sama mundið í Havn, so tað kundi hugsast at hettar merkti at ávísir leikarar úr besta liðs hópinum ikki fingu verið við í næstbestu deildini. Um tað veruliga fyrihelt seg soleiðis vita vit tó ikki.

Harafturat komu B71 norð við sjálvsáliti og eini rúgvu av glóðheitum áskoðarum, ið "tevjaðu blóð" sum man sigur. Áki Hentze, ið var spáddur stóran leiklut á liðnum í ár, hevur tíverri verið illa darvaður av knæskaða og hevur tískil bert verið við einkultar dystir. Tijani Mohammed, ið somuleiðis er ein lyklaleikari hjá sandoyingum hevði ein snudd og ikki var mett at vera ráðiligt at taka kjansin longu týskvøldið og satsa uppá vikuskiftið ístaðin.

Hinvegin hava ungu menninir á liðnum veruliga tikið ábyrgdina uppá seg. Jónas Warner er afturkomin eftir hvíld og hevur gjørt tað frálíkt, meðan Kristian Krog Hentze veruliga hevur tikið dik á seg og er ein verulig hóttan frameftir. Alvi Jespersen er komin inn á liðið og gjørdi ein góðan figur bæði í miðverjuni og á defensivari mið, áðrenn hann bleiv fluttur út á høgra bakk, ið hann somuleiðis røkti í dystinum í gjár.

Sera stuttligt og jaligt at nýggir menn blomstra upp og byrja at vísa tær dygdirnar, ið man altíð hevur vita vóru íbornar. Framgongdin eigur bert at peika ein veg og tað er uppeftir, hóast einkult úrslit og avrik peika niðureftir viðhvørt.

Hóast fortreytirnar vóru betri enn vanligt undan útidystinum í gjár, so er tað at siga ov nógv, um man vil vera við at tær vóru beinleiðis góðar. Hettar var stadigvekk ein dystur eitt gerandiskvøld eftir arbeiðstíð, ímóti einum sera sterkum mótstøðuliðið, ið vit sjáldan fáa vundið stig burturúr á útivølli. Nærum ongantíð.

Hóast sandoyingar byrjaðu dystin sum eitt ódnarveður og stressaðu NSÍ manningina nógv fyrsta korteri, so fær NSÍ fóta sær meir og meir og tað eru eisini teir ið leggja seg framum í 18. minutti. B71 er trilvandi eina løtu, men vinna so eitt fríspark beint uttanfyri sekstanmeturin, eftir at Clayton Soares verður taklaður niður av seinasta manni. Undarliga nokk, so fær hettar ongar avleiðingar fyri NSÍ leikaran, dómarin dømir fríspark og so onki meira. Orsøkin var eftir øllum at døma at hann fekk ikki við hvør gjørdi frísparki. Ein sera merkisverd forkláring, tá har bert er ein maður í støðuni tá hon hendur, umframt at dómarin hevur ikki minni enn tveir linjuverjar at hjálpa sær, harav tann eini stendur nærhendis. Frísparkið verður tikið og tíbetur fáa vit mál úr somu hending, tá Clayton smekkar hann lágt og til vinstru. Málmaðurin fær hondina á, men skotið er hart og útsýnið er lítið, so bólturin fer inn. Hettar kann vera eitt lítið plástur uppá sárið, men stórt spurnartekin við førleikan hjá dómarunum longu nú. Tíverri hendir tað sum so ofta hendir í B71 dystum og sær næstan út til at vera eitt afturvendandi ting í Runavík, tá venjarin hjá B71 knappliga fær reytt kort uttan forkláring og verður biðin um at fara av vølli í 35. minutti. Frammanundan hevur hann og onnur verið sint inná eina vanvidstakling hjá NSÍ, men fólk rundanum standa spyrjandi fyri hvat orsøkin er til reyða korti. Í 29. minutti hevur NSÍ so eisini lagt seg á odda 2-1, so nú er uppgávan hjá liðnum at heinta alt innaftur við ongum venjara.

Leikararnir kempa tó væl og koma til nógvar góðar møguleikar, hóast dysturin bylgjar aftur og fram millum liðini bæði. Nýggi leikarin Brian Okpala fær tíbetur javnað beint áðrenn hálvleik, tá hann stútar bóltin í netið eftir horna. 2-2 til hálvleiks.

At dysturin er javnur og undirhaldandi kann ongin ivi vera um, tí NSÍ koma út til 2. hálvleik og brúka ikki nógva tíð at leggja seg framum fyri triðju ferð í 52. minutti. B71 javnar minuttir seinni til 3-3, tá vit vinna bóltin aftur og Kristian Krog Hentze spælir Símin Hansen, ið leggur innfyri til Clayton, ið setur bóltin í netið.

Dysturin heldur á fram við stórum møguleikum til bæði liðini, men NSÍ byrjar tó at fáa yvirtakið tá vit nærkast dystarenda. Troyttleikin byrjar at síggjast og í 86. minutti hendir so tað sum ikki skal henda. Ein stikning verður send avstað og NSÍ áloyparin sleppur ímillum verjuleikararnar, einsamallur ímóti Jóhan Herálvi Hentze í málinum. NSÍ'arin skýtir og Jóhan Herálvur fær kontakt við bóltin, men hann støkkir kortini í málið til 4-3. B71 trýsta seinastu minuttirnar fyri fjórðu javningina, millum annað fær Símin Hansen ein stóran møguleika beint áðrenn bríksl, tá bólturin verður sendur innfyri úr vinstru síðu og Símin skallar, men beint á málmannnin.

Dysturin endar 4-3 til NSÍ, ið ikki er beinleiðis órættvíst, men forreytirnar tiknar í betraktning, so var tað stór synd at okkara menn ikki fingu eitt einasta stig við sær heim. Tað kundi man unt teimum hendan dagin.

 

Status

Undarliga nokk so sær tað ikki so býtt út á stigatalvuni í 1. deild hjá monnum eftir 8 umfør. Tað er ótrúliga tætt frá 3. plássið og niður á 8. pláss, har bert eitt stig skilur liðini. Eitt betri úrslit í gjár hevði næstan lagt okkum upp í oddin, men av tí at tað er so tætt, so kunnu vit næstan eisini klára tað komandi leygardag tá uppgávan eitur KÍ á heimavølli. Gleðin verður tó stokkut um vit ikki byrja at vísa eitt sindur av musklum og avgreiða dystir betri enn vit higartil hava gjørt. Hóast tað gongur væl, so liva vit konstant við reyvini í vatnskorpuni hvat málmunur viðvíkir. Viðhvørt so kundi man eisini bara ynskt sær at B71 kláraði at vinna við fleiri málum, so ikki hvør dystur var ein neglabítari. Av tí sama, so ber so illa til at slúsa yngri og óroyndar kreftir inn á liðið, um teir sum byrja ikki skapa karmarnar fyri úrslitum, ið loyvir eitt sindur av gambling viðhvørt.

Hettar seinasta er tó ynskidreymurin. Týdningarmest av øllum er at úrslitini áhaldandi lagað seg til okkara fyrimuns, so mugu vit leita eftir teimum møguleikum sum eru at klára onnur ting sum eisini skulu raðfestast, sosum at ungir menn úr ungdómsdeildini fáa møguleikan og avbjóðingar á hægsta støðið.

Ongin segði tað skuldi vera nemt, men vit savna tankarnar og halda fokus á næsta dyst leygardagin. Klaksvíkingar vitja og vit leita eftir uppreisn og einum góðum úrslitið. Alt annað má fella í bakgrundina teir 90 minuttirnar, har hendan uppgávan verður raðfest fremst.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 11 11 22
2 Víkingur 11 9 22
3 11 2 20
4 HB 11 2 18
5 B68 11 8 17
6 B36 11 -1 16
7 07 Vestur 11 1 14
8 B71 11 -1 14
9 FC Hoyvík 11 -18 5
10 AB 11 -13 4
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 5 13 12
2 07 Vestur 5 9 9
3 AB 5 7 9
4 HB 4 4 9
5 ÍF/Víkingur/B68 5 -3 9
6 TB/FCS/Royn 4 -6 4
7 5 -9 4
8 NSÍ 5 -15 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar