Byrjaði fínt, men so skrædnaði

Tað hevur ikki gingið nakran serligan veg hjá U21 í ár. Fjórði ósigurin á rað og hesuferð bleiv tað nógv.

Í fjør var fyrstu ferð at B71 hevði eitt U21 lið til og ikki síðani eina einkulta ferð ella tvær áður hava vit havt eitt tílíkt ungdómslið, so vónirnar vóru høgar, men forvæntningarnar lágar. Hettar spældi væl inn í hondina hjá okkum, tá vit løgdu fyri at basa B68 á útivølli í fyrsta umfari og fingu hópin av góðum úrslitum í B bólkinum tað árið. Endaðu enntá á einum flottum og sera óvæntaðum 3. plássið.

Spola so nakrar mánaðir fram og vónirnar eru aftur góðar og kanska tíverri eru forvæntningarnar hækkaðar munandi. Vit meldað U21 lið til á sama hátt sum áður við nakað tí sama leikaragrundarlagnum sum í fjør. Tað er tungt at mannað, men als ikki ógjørligt. Vit náa at spæla ein dyst ímóti Víkingi har vit tapa stórt, áðrenn korona kreppan kemur og ger av við kappingina fyribils.

Spola so eini tveir mánaðir afturat fram í tíð og nú er klárt at fara undir kappingina á nýggjum, men nú er kappingin løgd um og lið sum meldaðu til í A bólki eru nú meldaði til í B bólki. Ivaleyst eru skilagóðar orsøkir til tess, men tað er sera óheppi fyri okkum, ið hava øgiligar ungar mans í hópinum og skiftandi manning hvønn dyst, afturat tí at vit til tíðir bara akkurát mannað lið. Tað sigur tá næstan seg sjálvt at gongdin verður hendan.

Vit hava tó roynt okkara besta, men tað hevur víst seg at komið til kort, serliga nú tað sera jaliga er hent at fleiri U21 leikarar eru tiknir við upp í besta liðs fótbólt, umframt tí at 3. deildar liðið hjá B71 hevur havt góðar dagar í seinastuni, væl hjálptir av besta liðs kreftum. Uppá tann mátan, so kunnu vit gleðast um at vit megna at býta kreftirnar millum hesi trý liðini, ið øll hava hvør sítt at stríðast við og fyri.

Eftir stendur tó tað faktum at U21 liðið leitar eftir enn eftir stigum her í undankappingini, ið telir fimm dystir. Fýra dystir eru spældir og seinasti dysturin verður so spældur í Gundadali ímóti HB. Vit vóna sjálvandi tað besta og tað kundi verið gott um vit rundaðu innleiðandi kappingina av við onkrum stigi, men latum okkum fyrst síggja hvussu lið verður mannað á degnum og hvussu mótstøðan er.

Dysturin í gjár var annars javnur tað fyrstu løtuna. Tað er Undrið, ið kemur framum við einum og tveimum málum áðrenn hálvleiks. Tað verður 3-0 í øðrum hálvleiki, áðrenn B71 klárar at fáa bóltin í netið og minka um munin til 1-3, tá Fróði Højsted rennur innfyri eftir fríspark og potar bóltin í netið. Málið er tó stokkut gleði, tí Undrið leikararnir fáa mál til bæði 1-4 og 1-5 og so missa okkara mótið heilt. Tvey mál afturat koma áðrenn bríksl, umframt at Jógvan Finnur Thomsen sær reytt tá hann og ein leikari hjá Undrinum, ið somuleiðis fær reytt, taka í hvønn annan. Ikki serliga fornuftigt, tá man hugsar um hvussu torført tað er at mannað lið til U21, men vónandi læra dreingirnir av hesum barnalótunum, ið teir helst skulu sleppa av við áðrenn teir fara víðari upp í vaksnamannafótbólt.

Nú málað vit kanska eitt eitt sindur svartskygt bílæt av støðuni, men tað er nú ikki soleiðis meint at alt er ringt. U21 var ein sólsskinssøga í fjør og tað er hon aftur í ár. Deildin gevur regluliga spælitíð til ungdómsleikarar, ið hava tørv á góðari mótstøðu, eitt tilboð til leikarar sum bert vilja vera við viðhvørt, men ikki fáa vant og leiktíð til teir, ið annars ongantíð høvdu nortið ein bólt gjøgnum árið og so ikki høvdu merkt gott samanhald og stuttleika saman við sínum javnlíkum av Sandoynni.

Alt hettar er altíð til staðar, hóast vit tapa stórt og nógv ferð eftir ferð. Man skal altíð verða fortroystningsfullur, tí okkara dreingir læra líka nógv av mótgongd sum teir gera tá tað gongur væl. Kanska ikki meira, men man hevur sum menniskja brúk fyri at læra bæði.

Drívið tí á tit ungu menn í B71 og latið ikki vánalig úrslit steðgað tykkum at gagnnýta U21 tilboðið fult út.

Næsta uppgáva er um eina viku; 22.06.2020 í Gundadali ímóti HB.

Síggjast tá!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar