Vindurin og Brasilien avgjørdu

Vindur, brasiliumenn og ógvusligt trýst elvdu til ein sigur í allarseinastu sekundunum í 6. umfari.

Veðurvánirnar vóru ikki tær blíðastu undan dystinum í dag. Fitt av vindi merkti at leggjast mátti upp fyri at eina liðið fekk undanvind í fyrra hálvleiki og mótvind í seinna. Spælast mátti tí hareftir. B71 fingu mótvindin bæði so og so í fyrra hálvleiki, men vóru tolnir og klókir og brúktu alla orkuna rætt í einari roynd at klóra øll stigini heimaftur í Sandoynna. Tað eydnast ikki hvørja ferð, men tíbetur eydnaðist tað hesu ferð.

B71 byrjaði hendan dystin øðrvísi enn undanfarnu dystir. Størri broytingar vóru aftur at hóma hesu ferð í bæði formatión og uppstilling, men tað sum møguliga ikki riggaði so væl fyri nøkrum døgum síðani á Sandi, virkaði munandi betur í gjár ímóti FC Hoyvík. Serliga miðjan var ein veikleiki týskvøldið og hendan var so broytt í gjár og Markus Clementsen fekk bæði Alva Jespersen og Jónas Warner rundanum seg at tryggja okkum yvirvág á miðjum vølli, úti í síðunum vóru kringu og kviku menninir Kristian Krog Hentze og Tijani Mohammed, meðan Clayton Soares var aftur í byrjunaruppstillingini sum áloypari. Eirikur Jacobsen, ið sat ein dyst yvir týskvøldið, var aftur í miðverjuni saman við Briani Okpala, meðan Rani Nicolajsen og Klayver vóru í hvør sínum borði sum vant. Jóhan Herálvur Hentze vardi málið.

Nógvar stórar og smærri broytingar, men liðið vísti góðar taktir í fyrra hálvleiki, hóast tað var eyðsæð at vindurin spældi hund við okkum og gav FC Hoyvík nokkso sjálvsagdan yvirvág. Hoyvíksingar megnaðu at fáa eitt mál eftir beinleiðis hornaspark í mál í 36. minutti. Hesi hornaspørkini komu annars at hava ovurstóran týdning fyri allan dystin, men heimaliðið fær tíbetur ikki nógv meira burturúr í fyrra hálvleiki. Aðrir miðlar boða frá dystinum at heimaliðið sat á øllum og vóru sera vandamiklir, men tað veit eg ikki um vit fara at vera heilt samdir í. Hóast B71 ikki spældi so klókt at byrja við og gjørdi nógvar feilir, so sluppu vit forholdsvís óstraffaðir burturúr vandastøðum, meðan vit fingu betri og betri tak á spælið, eisini hóast vit lótu eitt óheppi mál inn í sama hálvleiki. Vóru vit hepnari, so kundu vit líka so væl havt javnað í fyrra hálvleiki, men dómarin bríkslar og støðan er 1-0 til FC Hoyvík tá dysturin er hálvrunnin og arbeiði er eftir at gerast.

Vóru hoyvíksingar leikliga yvirlegnir í fyrra hálvleiki, so var B71 eitt satt lokomotiv í seinna. Fyrstu 10-15 minuttirnar av seinna hálvleiki sluppu svørtklæddu menninirnir ikki úr egnari hálvu, meðan B71 bombarderaði og stjól bóltin ferð eftir ferð.

Spakuliga arbeiðir heimaliðið seg tó innaftur í dystin og fær einkultar góðar møguleikar, men tað er B71, ið svarar aftur í 56. minutti, tá góði gamli Clayton Soares er fyrstur á bóltinum eftir at sonurin Klayver hevur svingað eitt hornaspark inn fyri. Javnleikur 1-1 og forloysingin er stór hjá útiliðnum og áskoðarum teirra, ið høvdu leitað sær niðan í Hoyvíkina.

Sandoyingar halda á fram at trýsta, hoyvíksingar fáa nøkur skjótálop og eitt teirra er um reppið at eydnast, tá fremsti maðurin sleppur púra fríur ímóti málinum, men Brian Okpala rennur hann niður og setur eina ótrúliga týdningarmikla glíðandi takling inn, áðrenn Jóhan Herálvur í málinum nýtist at koma út við nakrari praktbjarging.

Ein lítil hvøkkur, men sum heild stýrir B71 spælinum. Flestu ferðirnar hoyviksingar royna seg frameftir, so er áðurnevnda miðja skjót at loypa á bólthaldaran og pilka bóltin burturfrá mótstøðuliðnum ferð eftir ferð eftir ferð. Alvi Jespersen, ið royndi seg fyri fyrstu ferð nakrantíð á miðjuni, hevur rós uppiborið fyri ótroyttiligt rennarí og harðar, men reinar taklingar. Jónas Warner og Markus Clementsen spældu harafturat ein klassa dyst á miðjun vølli. Yvirhøvur, so eiga allir leikararnir rós fyri tann arbeiðsinnsatsin, ið teir løgdu fyri dagin, tí manglaði bara ein maður, so høvdu vit ivaleyst endað í trupulleikum.

Alt riggaði ikki allatíðina hjá øllum, men mistu vit bóltin, so vóru vit skjótir uppá pláss og arbeiddu steinhart fyri at vinna bóltin aftur. Hendan disiplinin hevur kanska manglað eitt sindur viðhvørt, men í gjár var hon har.

Hóast B71 rakar báðar stengurnar og yvirleggjara, umframt at vit í samband við eitt horna royna febrilskt at sparka bóltin innum mállinjuna í fleiri sekund, afturat tí at fleiri skot fara sentimetrar forbí stongina, so tykist tað ikki vera okkara dagur at skora sigursmálið og tó. Viðhvørt kennir man á sær at tað fer at bera til, hóast alt og tann kenslan var í gjár. Spenningurin var óúthaldiligur seinastu minuttirnar. Venjarin koyrir danska Gustav Wassman inn at avlasta Tijani, ið fer út og hann rennir verjuna troytta. Onki sær út til at nytta, men út ímóti seinasta bríksli so ber til. Trunkaspæl inn fyri mál og ongin av okkum sum eygleiða veit akkurát hvør hevur seinasta fót á í løtuni, men tá avtornar so skilst at Klayver hevur potað bóltin í kassan og skorað sigursmálið til endaliga úrslit 1-2.

Dómarin bríkslar fyri seinastu ferð stutt eftir og frøðin er stór á vitjandi liðnum, meðan skuffilsi sjálvsagt er eyðsæð í andlitinum á heimaliðsleikarunum, ið góvu alt teir vóru mentir, men vóru akkurát ov stuttir. Vit hava mangan verið har, men tíbetur kunnu vit eisini sleppa at upplivað tað øvugta.

 

3 dystir uppá 7 dagar

Loksins eru vit komnir ígjøgnum eina drápiliga viku fyri okkara viðkomandi. 1. deildardyst farna leygardag, síðani týskvøld og at enda í gjár. 3 dystir uppá 7 dagar er ongin ynskistøða og úrtøkan á 3 stig kann man seta spurnartekin við hvørt tað er gott nokk. Man kann eisini siga sum so, at vóru dystirnir lagdir sum vanligt er, so fingu vit eisini fleiri stig. Óheppi at koronatíðin kostar okkum á hendan hátt, men hinvegin so hava øll liðini í 1. deild somu dystarbyrðu, hóast vit ikki altíð hava somu hóp at nýta gott av. Í ár eru vit enntá í tí hepnu støðu at hópurin er væl breidri enn hann onkuntíð hevur verið, men stadigvekk er tað trupult at fáa alt at ganga upp. Summi av trupulleikunum hava vit skaffað okkum sjálvum við áðurnevndum gulum og reyðum kortum, men nú lata vit alt hettar fara fyribils. Hettar er veruleikin og vit fara tíverri at koma út fyri hesum miðvikudystunum nógvar ferðir framyvir eisini, so tað nyttar onki at gráta yvir tað.

Tá avtornaði so fingu vit eina uppreisn í gjár og trý sera týdningarmikil stig at runda eina turbulenta viku av við. Hettar er sera, sera týdningarmikið og ger ivaleyst at leikarar og venjarar fáa eitt tiltrongt sjálvsálits boost.

Úrsltini í hinum dystunum merkja eisini at B71 klatrar upp á eitt 5. pláss í deildini, trý stig aftanfyri toftamenn, ið eru mótstøðuliðið komandi fríggjadag á heimavølli inni í Dal.

Hvat úrtøkan verður hettar kvøldið mugu vit bíða í spenningi eftir, men nú nýta vit fyrst hesi trý stigini og leikararnir fara í holt við fyrireikingarnar til komandi dyst við ivaleyst góðum treysti.

Drívð á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar