MOWI stuðlar U21 liðnum

Hóast Sandoy Seafood varð kunngjørdur nýggjur høvuðsstuðul hjá felagnum komandi árini, so er at gleðast um at MOWI áhaldandi ynskir at stuðla felagnum og Sandoynni.

MOWI, ið fyri nøkrum árum síðani var kent sum Marine Harvest, hevur stuðlað felagnum síðani 2015, tá teir gjørdust nýggir høvuðsstuðlar hjá felagnum. Teirra fíggjarliga ískoyti og hjálp, saman við sølu av leikara, navnliga Brandi Olsen, setti felagið á røttu kós fíggjarliga og hesa hjálpina høvdu vit næstan ikki kunnað verið fyri uttan. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga at felagið møguliga ikki var til í tí líki tað er í dag, uttan hendan dygga fíggjarliga stuðulin.

Saman við okkara samstarvsfelaga, so hava vit ment eitt meiri nýmótans, trygt og gott felag, ið tekur atlit til tey røttu tingini, virkar sera væl ítróttarliga og sum felagsskapur eru vit errin av gongdini.

Tí harmar tað okkum sjálvsagt at síggja í eyguni at tíðin var komin til eina broyting, men broytingin fer vónandi at verða góð fyri allar partar kortini og lukkutíð so fingu vit eina avtalu í lag við MOWI, ið enntá halda á fram við dygga stuðulinum frá fyrr av.

Vit kunnu ikki annað enn vera ovurfegin um hvussu væl tingini hava hilnast og vit kunngera við hesum eisini at hóast MOWI ikki er høvuðsstuðul hjá bestu mans- og kvinnuliðnum hjá felagnum meira, so leikar sera týdningarmikla U21 liðið hjá okkum í snotiligu RINKA blusunum frá MOWI.

Ein hjartans tøkk til MOWI fyri dyggan stuðul og samstarv undanfarin ár, við ynski um framhaldandi gott samstarv í framtíðini.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 3 4 7
2 B68 3 4 7
3 B36 3 1 6
4 B71 3 2 5
5 3 1 4
6 NSÍ 3 0 4
7 07 Vestur 3 0 3
8 HB 3 -2 2
9 FC Hoyvík 3 -5 1
10 AB 3 -5 0
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur 0 0 0
2 AB 0 0 0
3 0 0 0
4 NSÍ 0 0 0
5 HB 0 0 0
6 ÍF/Víkingur/B68 0 0 0
7 TB/FCS/Royn 0 0 0
8 AB/B71 0 0 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar