Býttu stigini í Gundadali

Man kundi ikki tosa um 90 minuttir av støðugum drama eftir dystin í gjár, men tvey mál og tvey kolldømd mál vitna um tvey lið, ið fóru eftir øllum trimum, men endaðu við at semjast um eitt.

Hettar hevur annars verið ein turbulent tíð fyri okkum øll, ikki bert í Føroyum, men á alheimsplan. Frá at sita inni og gena í vikuvís, so eru vit her í Føroyum so heppin at vit eru sloppin útaftur um bøgarðarnar at reikast, við fyrivarni sjálvandi, meðan aðrar tjóðir enn mugu stríðast við at fáa bilbukt við koronasmittuna, ið heldur at kalla øllum virksemi antin niðri ella á lægri blussi enn áður. Merkisvert er at nógv eru á einum málið um at hóast vit eru og ivaleyst koma at verða rakt fíggjarliga av hesum umfarinum, so eru vit ment, í øllum førum eitt sindur, sum verðinssamfelag og enntá her heima, reint menniskjasligani. Ironiskt nokk, so verður tosað um at koma hvørjum øðrum nærri við, hóast myndugleikarnir leggja doyin á at vit skulu ikki koma hvørjum øðrum nær og tað kann verða ein ávísur sannleiki í hesum. Hvussu so er og ikki, so hava vit fingið eina kalda áminning um hvussu skirvisligt lívið kann verða um vit ikki hava eitt samfelag, ið stendur saman og at vit hjálpa hvørjum øðrum.

Føroyingar hava tíbetur verið so hjálpsamir at vit hava megna at basa smittuni á okkara klettum. Hettar hevur elvt til at vit klára at fáa okkara egna lítla samfelag eitt sindur upp í ferð, tí hóast nýggjan lærdóm um at virða samveru við hvørjum øðrum og meiri tíð til annað enn tað bera arbeiða, so mugu vit arbeiða til lívsins uppihald og tað er eisini eitt krav frá menniskjans síðu, at vit sleppa tað. Samstundis so vilja vit helst forvalta okkara frítíð, sum í hesum døgum møguliga er meiri vird og vit vilja fáa møguleikarnar aftur at gera tað okkum lystir, so vítt møguligt. Hettar hevur elvt til at m.a. fótbóltur er komin í gongd aftur, eftir fráveru í fleiri mánaðar. Her at byrja við, so eru tað báðar Betri deildirnar hjá kvinnum og monnum, umframt 1. deild menn, ið sleppa í gongd við dystirnar, men mánaðarskifti mei/juni, tá er ætlan um at aðrar kappingar skulu spælast eisini.

 

Varislig byrjan

Hettar við at byrja varisliga aftur hevur verið ein mantra fyri okkum øll, endurtikið ferð eftir ferð frá landsins síðu og møguliga er tað hettar sum gjørdi at okkara menn eisini fóru varisliga í holt við fótbóltsdystin í gjár kl. 15.00 í Gundadali.

B71 lá afturi og vardi at byrja við og bólturin gekk ógvuliga nógv aftur ímillum miðju og verju, meðan vit leitaðu eftir einum gloppi frameftir at spæla bóltin ígjøgnum og vónandi fáa bygt eitt álop upp. Tað kendist sum um vit høvdu nógv av spælinum í fyrra hálvleiki, men tað var so HB, ið gav okkum ein skjótan skrekk í fyrru hálvu av hálvleikinum tá teir sleppa ígjøgnum og fáa sett bóltin í málið. Linjuverjin hevur tó flaggið á lofti, ið vitnar um at álopsleikarin hevur verið ov langt frammanfyri okkara verjuleikarar. Dómarin floytar fyri rangstøðu og enn er støðan 0-0.

Møguliga var hettar eitt signal til okkara menn um at vit máttu fáa eitt sindur meira ferð á bóltin og flyta okkum longur frameftir, áðrenn vit mistu tamarhaldið. Í øllum førum so gerast vit naskari og koma oftari fram til hálvar málmøguleikar at HB málinum. Beint áðrenn hálvur tími var leiktur vóru vit enn einaferð í HB hálvuni og eitt innlegg innfyri dettur fyri føturnar á Áka Hentze, ið stendur ódekkaður á sekstanmeturinum. Hann høggur til og bólturin brestur í tvørtræið. Enn 0-0, men B71ararnir eru við at gerast heitir.

Dysturin er javnur, men tað kenst sum um B71 eru meiri við hesa løtuna minuttirnir krúpa avstað og hálvleikurin nærkast. Spælið gongur væl, men kanska nakað seint. 45 minuttir eru nú spældir og B71 er enn einaferð í HB hálvuni og leita eftir møguleikanum frameftir. Kristian Krog Hentze fær bóltin í vinstru síðu og sær at Clayton Soares hevur flutt seg inn í sekstanmeturin og verjuleikararnir rundanum hann gáa ikki eftir at markera hann tætt. Kristian tekur eina skjóta og rætta avgerð og smekkar bóltin innfyri, hóast ungi evnaríki Sámuel Johansen Chukwudi, ið spældi ein góðan dyst í miðverjuni, hevur hæddina at forða fyri luftbóltum, so hevur Kristian lagt bóltin akkurát nóg høgt til at geva honum trupulleikar og Clayton móttekur bóltin við bringuni og temur hann. Bólturin støkkur í vøllin og Clayton leggur seg at hálvflukta bóltin í netið. Ein lítil perla av einum málið og so er 0-1 til útliðið.

Vanliga er eitt mál fyri hálvleik eitt sindur av einum smeiti fyri mótstøðuliðið, men HB kemur út til 2. hálvleik við góðari innstilling og roynir aftur tað teir eru mentir at javnað. Hettar eydnast eisini eftir smáar 10 minuttir tá Jógvan Skeel Nolsø verður spældur tætt uppundir B71 málinum og bara nýtist at klikkja bóltin inn við uttarusíðuni og so er 1-1. Hettar kenst eitt sindur for nemt, serliga við atliti til at liðið stóð sera sterkt móti álopum úr HB leguni í gjár.

Bæði liðini leita eftir sigursmálinum, hóast nógvir minuttir fara við spæl úr verjustøðu, fram á miðjuna, aftur í verjustøðu út í bæði borðini og so framvegis. Onki beinleiðis galið í tí, møguliga var hettar enntá rætt, men áskoðararnir manglaðu eitt sindur av spenningini, tí tað var ikki heilt nemt at sita stillur í kalda lotinum í Bygdarskýlinum í Gundadali í gjár.

Ein glotti var tó at hóma rundanum 70. minutt, tá áskoðararnir sluppu upp úr stólunum eina løtu. Clayton fær bóltin inn í sekstanmeturin og klárar at rysta verjuleikaran av sær. Komin ímóti baklinjuni, leggur hann bóltin innfyri málið og nýtilkomni danin Gustav Wassman, ið spældi ein góðan dyst í gjár, er komin upp á pláss og kann pota bóltin í kassan. Tíverri fyri okkum so metir linjuverjin at Gustav hevur verið rangstaddur í hesi støðuni, so dómarin kolldømir eisini hettar málið.

Síðstu minuttirnir koma og fara, bæði B71 og HB royna sítt besta at fáa øll trý stigini, men onki gongur. Nakrar fáar minuttir fyri leiklok, so roynir B71 venjarin, Richard Goffe, eina síðstu rokadu og tekur Clayton og Gustav út og koyrir Hans O. Hentze og Gunnar Lydersen inn at gera um seg í álopinum. Hettar eydnast eisini til fulnar, m.a. sleppur Gunnar Lydersen hegnisliga leysur inn í sekstanmeturin, men vandastøðan elvir tíverri ikki til mál. Hans nýtir eisini ferðina væl úti í vinstru síðu, men møguliga var tað ov seint at gera hettar skifti. Vit hava ikki nóg nógva tíð eftir at byggja fleiri álop upp og dómarin floytar fyri seinastu ferð stutt eftir.

 

Eitt stig er betri enn onki stig

Man ynskir sær so at siga altíð alt. Um B71 so spældi ímóti Brasilien, so hevði eg vilja at B71 fór eftir trimum stigum og tí er tað nokk bara gott at har sita roynd fólk á bonkinum og stýra liðið, umframt royndar og evnaríkar leikarar á vøllinum, ið hava vant og fyrireika seg til eina uppgávu. Tá avtornaði, so var javnleikur eitt rættvíst úrslit, tá man hyggur eftir leikgongdini. Møguliga kundu vit við B71 brillum sagt at fóru vit meiri direkta eftir seinna málinum í 2. hálvleiki, so hevði hettar eisini eydnast, men hinvegin so kundu vit líka so væl opna upp fyri mótálopum og tapt dystin. Hettar hevði sviðið øgiligt í ársins fyrsta dysti (fyri aðru ferð) og tí skilir man væl at menn vóru varligir og vildu helst ikki seta stigini upp á spæl.

Eitt stig er ikki at kimsa at á útivølli. Klárar man at lata vera við at missa stig á útivølli og vinnur heima, so eru vit beinanvegin væl stillaði í deildini. Vónandi verður tað hettar og nógv meira víðari í ár, men vit taka so ein dyst at gangin. Úrslitini í deildini háttaðu seg tíbetur so at onki lið hevur fult stigatal eftir tvey umfør. KÍ liggur fremst við 4 stigum, men B71 liggur á sjeynda plássi við 2 stigum. Einasta lið við ongum stigum í ár er AB á síðsta plássi og tað er júst AB, ið kemur suður at vitja leygardagin í næstu viku 23.05.

Hettar verður ein sera spennandi uppgáva fyri bæði liðini. AB fer ivaleyst eftir at fáa fyrstu stigini, meðan B71 hevur eittans endamál og tað er at vinna hvønn dyst og fáa so nógv stig sum yvirhøvur til ber. Vit eru eitt sterkari lið í ár enn vit hava verið leingi, tað tora vit at siga, men ongin uppgáva skal vera skýrd løtt. Argjamenn hava nógvar góðar leikarar og sjálvt um teir eru uppflytarar, so fara teir ikki at leggja seg niður tá teir koma inn í Dalin komandi leygardag.

Latum okkum venja væl fram ímóti uppgávuni. Standa stinnir og loypa á tá møguleikin býðir seg. So koppa úrslitini ivaleyst okkara veg.

Drívið á B71! Gott at vera í gongd aftur!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 3 4 7
2 B68 3 4 7
3 B36 3 1 6
4 B71 3 2 5
5 3 1 4
6 NSÍ 3 0 4
7 07 Vestur 3 0 3
8 HB 3 -2 2
9 FC Hoyvík 3 -5 1
10 AB 3 -5 0
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur 0 0 0
2 AB 0 0 0
3 0 0 0
4 NSÍ 0 0 0
5 HB 0 0 0
6 ÍF/Víkingur/B68 0 0 0
7 TB/FCS/Royn 0 0 0
8 AB/B71 0 0 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar