Javnur dystur í køldum veðrið

Víkingur á útivølli er ein trupul dystur, óansæð hvørjar fortreytirnar eru. Í gjár var onki undantak, men taktirnar sóu gott út til tíðir.

Í kjalavørrinum á fyrsta leikdegi hjá Betri deildini í gjár og meðan fótbóltsfepur tykist hava brostið reiðiliga á kring alt Føroya land, umframt partar av Norra og kanska Danmark eisini, so var ein minni umtalaður vinardystur leiktur í Leirvík kl. 13.00 sama dag.
 
Talan var um eina 1. deildar uppgerð millum Víking og B71 og okkara fyrsta dyst síðani fyrsta umfar í 1. deild t. 07. mars.
 
Úrslitið gjørdist ein 5-3 heimasigur til Víkingarnar, eftir at B71 var frammanfyri tværreisur.
 
B71 skoraði beinanvegin í dystinum uppá beinleiðis horna. Tað mundi vera Klayver sum tók tað og so er spurningurin um bólturin fór umvegis nakran annan kropp ávegis inn í málið.
 
Víkingur javnar ímóti endanum av hálvleikinum til hálvleiksstøðuna 1-1. Fyrri hálvleikur var ikki óvæntað merktur av at leikararnir vóru nakað óvandir at leika ordiligan dyst og spælið var eisini hareftir fyri tað mesta.
 
Fyrstu 10 minuttirnir av øðrum hálvleiki eru tó heilt øðrvísi. Sama lið fer út aftur til 2. hálvleik og spælið er beinanvegin heilt øðrvísi og B71 er nógv meiri á bóltinum. Úrslitið er eisini at vit koma framumaftur, tá Clayton fær fatur á bóltinum tætt uppundir málinum í sekstanmeturinum hjá Víkingi og er ósvikaliga tryggur, sum altíð.
 
Venjingardystum líkt, so er tíðin komin at gera útskiftingar og B71 ger allar tær útskiftingarnar sum vit hava møguleika til. Fóru vit eftir sigrinum, so var hettar sjálvsagt eitt trekk, ið kundi sett tann málsetningin uppá spæl, men tá tað ikki var endamálið, so var tað ein risiko vit máttu taka við.
 
Víkingur gjørdi ikki so nógvar útskiftingar um hetta mundi, so tað var ikki óvæntað at vit fóru at missa tamarhaldið, í øllum førum fyrstu løtuna og tað var júst tað sum hendi. Tvey mál komu nokkso skjótt aftaná, bæði til Víking, meðan nýtilkomni Gustav Wassman fær minkað um munin til 4-3, eftir at vera spældur leysur ímóti málmanninum av Gunnari Lydersen.
 
Víkingur økir til 5-3 og tann leiðslan heldur líka til dystarenda.
 
 
Kappingarbyrjanin lúrir
 
 
Leygardagin 16.05.2020 verður tað spennandi í Gundadali í Havn, tá næstbesta liðið hjá HB og besta liðið hjá B71 bresta saman í fyrstu uppgerðini síðani koronakreppan rakti. Ongin fer tó at síggja spenningin, tí tilmælini siga at ongir áskoðarar skulu vera til dystin. Sama skilið verður væntandi vikuna eftir 23.05.2020, tá B71 tekur ímóti AB inni í Dal, har tað er okkum álagt at halda áskoðarum burtur av økinum og kring vøllin, har vit vanliga krevja atgongumerki fyri at loyva fólki inn.
 
Óansæð hvørjar fortreytirnar vera komandi vikurnar uttanfyri vøllin, so hyggja vit miðvíst ímóti fyrstu uppgávuni í Gundadali ímóti HB komandi leygardag og vóna tað besta. Hópurin er so breiður sum ongantíð fyrr og stendur at bresta við ungum og eldri evnaríkum leikarum á øllum plássum. Framtíðin er ljós og hon byrjar nú!
 
Drívið á B71!
 
 
 
Byrjunarlið:
Jóhan Herálvur Hentze, Rani Nicolajsen, Klayver Schimith Do Nascimento, Símin Hansen, Brian Okpala, Karl Fríði Vestergaard, Áki Hentze, Bogi Hentze, Tijani Mohammed, Tummas Pauli Olsen, Clayton Soares.
 
Eyka:
Dawid Nowicki, Eirikur Jacobsen, Gunnar Lydersen, Gustav Wassman, Hans Odsson Hentze, Kristian Krog Hentze, Alvi Jespersen
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 3 4 7
2 B68 3 4 7
3 B36 3 1 6
4 B71 3 2 5
5 3 1 4
6 NSÍ 3 0 4
7 07 Vestur 3 0 3
8 HB 3 -2 2
9 FC Hoyvík 3 -5 1
10 AB 3 -5 0
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur 0 0 0
2 AB 0 0 0
3 0 0 0
4 NSÍ 0 0 0
5 HB 0 0 0
6 ÍF/Víkingur/B68 0 0 0
7 TB/FCS/Royn 0 0 0
8 AB/B71 0 0 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar