Danskur miðvallari afturat hópinum

Gustav Tjørnelund Wassman eitur danin, ið kappingarárið 2020 er klárur at tørnað út fyri Sandoyar Ítróttarfelag B71.

Tá vit fyrr í dag kunngjørdu at vit høvdu fingið lagt nigerianskt fødda amerikumannin, Brian Okpala, afturat hópinum, so lá tað í luftini at hann var einasti útlendski styrkurin í ár, men hettar er tekniskt sæð ikki rætt, tí um sama mundi sum vit fingu samband við Brian, so høvdu vit longu samband við danska Gustav og ein svenskan leikara afturat, ið báðir vóru og royndarvandu við felagnum.

Støðan hjá B71 sum eitt tað minsta felagið í landinum, við ivaleyst einum tí lægsta lønarlistanum í føroyskum fótbólti, ger at vit mugu venda hvørjari krónu, áðrenn vit taka avgerð um m.a. leikaraflyting. Farnar eru tíðirnar har vit gita um førleikan at forsvara útreiðslurnar í leikarahópinum og ístaðin royna vit sum frægast at balansera útreiðslur og inntøkur við so nógvum umhugsni sum gjørligt. Tað er í hesum andanum at vit í vetur valdu at fara nýggjar leiðir, at leita eftir leikarum. Ivaleyst finnast tað nøkur, ið hava snerkt tá tey her fyri hoyrdu um eitt føroyskt fótbóltsfelag, ið lýsti eftir fótbóltsleikarum gjøgnum Nordjobb og tí reaktiónina skilja vit fyri sovítt eisini. Men sum felag eru vit ongantíð for stoltir til at royna ting, ið onnur aftra sær at royna, serliga tí vit hvíla í okkum sjálvum og teimum fortreytunum sum vit arbeiða undir.

Í dag angra vit eiheldur at vit royndu hettar, tí hóast vit ikki fingu hópin av leikarum, so fingu vit samband við ein ungan evnaríkan dana, umframt ein svia, ígjøgnum Nordjobb og tá royndartíðin var av, so tóku vit avgerðina at vit vildu hava Gustav at halda á fram, meðan sviin, Elias Boström, tíverri ikki strekti til á hesum sinni.

Gustav er 20 ár, miðvallari og aldan tí hann er bæði skjótur og tekniskt væl fyri, so trívist hann best á vonginum.

Vit eru sera glaðir fyri at Gustav er komin til felagið at royna at lyfta okkum upp ímillum tey bestu og ynskja honum hjartaliga tillukki við sáttmálanum og allarbestu eydnu við kappingarárinum 2020!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar