Sandoyingar fáa verjustyrk

Nigerianskt føddi Brian Chukwudubem Okpala skrivaði undir við B71 í mars, men orsaka av korona seinkingum, bleiv arbeiðsloyvið seinkað. Nú er tó klárt!

B71 er ikki ókent við at heinta útlendskar leikarar til felagið. Líka síðani meistaraheitið í 89, hevur felagið í Sandoynni støðugt havt útlendingar, nærum hvørt ár í bestu deildini, umframt fleiri ár í lægru deildunum.

Til kappingarárið 2020, arbeiddu vit miðvíst saman við høvuðsvenjaranum Richard Goffe, at syrgja fyri at vit fingu fatur á røttum leikara, at loysa eina uppgávu har tørvurin var størstur. Verjuparturin, serliga miðverjan, var mett at vera plássið í hópinum, ið minst av leikaratilfeingið var til staðar. Tá Richard so fekk boðið at luttaka á eini royndarvenjingarlegu í USA tíðliga í árinum, sóu vit tað sum eitt upplagt høvið at fáa nógv góð boð uppá leikarar.

Útav teimum gott 100 leikarunum sum venjarin sá, og vandi, á uttanlanda ferðini, var Brian fyrsta valið. Felagið hevur bert fíggjarligt rásarúm til ein sáttmálabundnan útlending og tí var avgerðin løtt at taka.

Tíverri fyri bæði okkum, men serliga Brian sjálvan, so rakti koronakreppan nærum í somu løtu, ið vit væntaðu arbeiðs- og uppihaldsloyvið at vera komið undir land. Úrslitið er at kappingin bleiv útsett til nú um eina góða viku og arbeiðsloyvið hevur bíðað til um somu tíð. Í síðstu viku kom loyvið tó endiliga og Brian kundi flytast til felagið, eini 2 mánaðir eftir.

Brian er miðverjuleikari, ið tosar og leiðir nógv í verjuni, umframt at hann er bæði stórur og sterkur leikari. Vónandi og væntandi fer maðurin at trívast væl í føroyskum fótbólti og hjálpa B71 í málsetninginum at leita sær uppeftir stigatalvuni hettar kappingarárið.

Vit kunu gleðast um at føroyingar hava duga somikið væl at bast sjúkuni, so landið kundi opnast aftur, so m.a. vit kundu byrjað okkara virksemi á nýggjum. Fyrsti dystur verður leygardagin 16.05.2020 ímóti HB í Gundadali og tá verður Brian tískil eisini at síggja á vøllinum.

Eitt seinkað alment hjartaliga tillukku við sáttmálanum, Brian og drívið á, ungir sum eldri!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 3 4 7
2 B68 3 4 7
3 B36 3 1 6
4 B71 3 2 5
5 3 1 4
6 NSÍ 3 0 4
7 07 Vestur 3 0 3
8 HB 3 -2 2
9 FC Hoyvík 3 -5 1
10 AB 3 -5 0
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur 0 0 0
2 AB 0 0 0
3 0 0 0
4 NSÍ 0 0 0
5 HB 0 0 0
6 ÍF/Víkingur/B68 0 0 0
7 TB/FCS/Royn 0 0 0
8 AB/B71 0 0 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar