Tredje gang er lykkens gang

Fyrst lýstu vit hann, so útsettu vit hann og at enda avlýstu vit hann. Nú endurlýsa vit aðalfundin.

Korona umstøðurnar hava gjørt tað trupult hjá okkum at avgreiða ein aðalfund, ið líktist nøkrum. Hóast undirtøkan til hendan sera týdningarmikla ársfundin ofta er svingandi, so merkir tað ikki at serstaka høvið hjá limum okkara at koma til orðanna og kunna seg um virksemið felagsins, er nakað vit bara skunda ígjøgnum. Aðalfundurin er hægsti myndugleikin í felagnum og tí skal lýsingin og avgreiðslan av hesum eisini vera greið og reiðilig.

Nú tilmælini frá myndugleikunum loyva 50 fólkum at savnast, so er grundarlag fyri at avgreiða aðalfundin og vit lýsa hann tískil at verða 14 dagar frá dags dato:

Mikukvøldið, 20.05.2020, kl. 18.00, í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Skrá sambært lógum felagsins og fyri ein ordans skyld, so sær hendan skrá soleiðis út:

• Frágreiðing fra virki felagsins í farna árið
• Framløga av rokniskapi
• Nevndarval
• Val av 2 tiltakslimum
• Áseta limagjald
• Ymiskt

Vit gleða okkum at bjóða tykkum til ein góðan og siðiligan aðalfund um 2 vikur í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 3 4 7
2 B68 3 4 7
3 B36 3 1 6
4 B71 3 2 5
5 3 1 4
6 NSÍ 3 0 4
7 07 Vestur 3 0 3
8 HB 3 -2 2
9 FC Hoyvík 3 -5 1
10 AB 3 -5 0
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur 0 0 0
2 AB 0 0 0
3 0 0 0
4 NSÍ 0 0 0
5 HB 0 0 0
6 ÍF/Víkingur/B68 0 0 0
7 TB/FCS/Royn 0 0 0
8 AB/B71 0 0 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar