Aðalfundurin avlýstur fyribils

Vit hava útsett aðalfundin nakrar ferðirnar, men eftirsum tað ikki enn liggur fyri at savnast nøktandi, so velja vit at avlýsa fundin, ið var lýstur at vera í kvøld, fyribils.

Hóast aðalfundurin er týdningarmikil at fáa avgreiddan, so liggur dillemmaið í at ein tílíkur fundur, ið júst er so týdningarmikil, helst skal avgreiðast virðiligani og, fult ella mest møguligt, eftir galdandi reglum felagsins.

Møguleiki var nokk at finna eina loysn onkusvegna at avgreitt fundin, men tíbetur fyri okkara viðkomandi, so eru vit so mikið væl skipaði í løtuni, at vit hava ikki fyri neyðini at skunda undir fundin, men kunnu velja at bíða til vit vónandi fáa ein møguleika eitt sindur seinni.

At fundurin so verður avlýstur og ikki bara útsettur, er bara ein praktiskur spurningur, aldan tí vit ikki fáa spátt um nøktandi dato í løtuni og tískil so bíða vit at melda nýtt dato út, til vit eru vissir í at vit megna at gjøgnumføra fundin.

Vit biðja limir felagsins bera yvir við okkum og vóna at tey taka undir við avgerðini, ið er tikin við tí fyri eyga, ikki at skerja rødd, ávirkan og avgerðarrættin hjá limunum.

Nýtt dato verður kunna skjótast til ber.

- Starvsnevndin

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar