Aðalfundur 31.03.2020

Við fyrivarni fyri møguligum broytingum, so er aðalfundurin hjá B71 hervið lýstur at vera týskvøldið 31.03.2020, kl. 18.00.

Hesir fyrstu mánaðirnir av 2020 gingu sína gongd og starvsnevndin hevur arbeitt hart við at gera felagið klárt til kappingarbyrjan á øllum økjum.

Ein týdningarmikil partur av felagsarbeiðinum og skylda mótvegis limum okkara, er árligi ársaðalfundurin, ið ífylgi viðtøkum felagsins eigur at vera hildin innan 01. apríl.

Tað var altíð ætlan okkara at halda aðalfund miðskeiðis í mars mánaði; hettar tí vit arbeiddu við at avgreiða ymisk mál og fyrireika ætlanir sum liggja fyri framman, at avdúka á ársaðalfundinum og tí mettu vit tað vera skilagott at geva okkum nóg nógva tíð at fáa øll viðurskiftir í rættlag. Men vit roknaðu tíverri ikki við Corona smittu, ið hevur lagt nógv tilboð lamin í felagnum fyribils. Hóast vit her á landið hava fingið boðini um at leggja alt virksemið niður í 14 dagar, tvs. til og við 29. mars, so finst tað ongin vissa fyri at tað til ta tíð verður mett ráðiligt at savnast.

Møguleiki er tí fyri at vit mugu finna aðrar loysnir, antin við at útseta, ella halda aðalfund á øðrvísi hátt enn vanligt er. Tó, so hava vit viðtøkur, ið vit mugu halda okkum til og hesar broytast vanliga ikki uttan víðari. Hinvegin, so má ársaðalfundurin avgreiðast fyrr ella seinni, so vit lata líka hesar 14 dagarnar ganga og vita hvussu samfelagið er fyri til ta tíð. Síðani taka vit eina avgerð um hvat er skilabest at gera.

Men inntil annað verður fráboðað, so er ætlanin at halda ársaðalfundin týskvøldið 31.03.2020, kl. 18.00.

Skrá sambært lógum felagsins.

Kunning

Vinnaratøl til jólabingo 2019

Ljósareyður seðil nr. 263

Ljósareyður seðil nr. 398

Gulur seðil nr. 320

Gulur seðil nr. 399

Grønur seðil nr. 70

Grønur seðil nr. 108

Grønur seðil nr. 171

Bláur seðil nr. 917

Bláur seðil nr. 985

Ljósabláur seðil nr. 708

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin!

Vinnarar kunnu venda sær til Gittu á tlf. 263676!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 27 38 57
2 Víkingur 27 24 55
3 NSÍ 27 28 53
4 07 Vestur 27 9 44
5 B68 27 0 35
6 B36 27 -2 30
7 B71 27 -23 30
8 HB 27 -3 29
9 Skála 27 -10 28
10 EB/Streymur 27 -61 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 15 35 38
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 15 16 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 21 45 50
2 Víkingur 20 34 44
3 B71 21 0 36
4 ÍF 21 -1 34
5 KÍ (b) 19 -4 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 18 -2 17
8 NSÍ (b) 21 -50 13

Høvuðsstuðul

Stuðlar