Skrædl í fyrra hálvleiki

Hóast vónirnar vóru høgar, so byrjaðu vit árið við einari ordans kaldari brúsu.

Tað snøgt sagt regnaði inn við málum tíðliga í fyrra hálvleiki í Sarpugerði farna mánakvøld, áðrenn alt Fótbóltsføroyar fóru í Corona-dvala, ið í fyrstu atløgu skal vara í 2 vikur.

Uppgávan var torfør áðrenn dystarbyrjan, bæði tí Víkingur er eitt sterkt lið, óansæð um vit hitta teimum heima ella úti, men eisini tí liðið í ár er at kallað spildurnýtt. Hettar skal tó ikki vera ein umbering, tí hettar var sjálvsagt eisini fyrsti dystur hjá Víkingi í U21 kappingarárinum og ivaleyst eru har eisini fleiri leikarar, ið skulu spælast saman eins og vit hava tað. Harafturat var tað stórur munur á hálvleikunum báðum, ið sigur okkum so mikið sum at liðið var kappingarført, tá fyrst vit funnu stevið.

1. hálvleikur er ikki meir enn 16 minuttir gamal og útivalla liðið hevur longu latið 5 mál inn í skeiva endan. Víkingur hevði tað leikandi lætt at spæla fríløbarar afturum verjuna, ið bæði setti seg sjálva undir trýst, men sum eisini mátti líða undir at fremru liðirnir, miðja og álop, ikki megnaðu at fáa nakað líkinda spæl í gongd frameftir vøllinum og tískil fór bólturin úr verjustøðu hjá B71, fram í álop og síðani beinleiðis í mótálop ímóti B71 málinum. 6-0 málið til Víking verður skorað 10 minuttir seinni í 26. minutti. Fyrst nú fær B71 eitt sindur av tak á spælið og klárar at halda tætt næstu 20 minuttirnar til hálvleiks. Tað vóru mótfalnir menn, ið fóru til hálvleiks, men hóast vit leikliga vóru langt frá tí støðið sum Víkinga leikararnir løgdu fyri við, so vistu vit eisini at her búði meira í okkara egnu enn teir megnaðu at vísa at byrja við.

2. hálvleikur var ikki beinleiðis góður, í øllum førum at byrja við, men meira skil sást á spælinum og einkult álop fingu vit, mótvegis fyrra hálvleiki har tað var gúpp og renn. Tað skuldi tó blíva bæði 7 og 8-0 til Vìking í 67. og 70. minutti, áðrenn vit fingu nakað sum helst at smílast um.

Kristian Krog Hentze og Jónas Warner høvdu leikt dyst tveir dagar frammanundan, men avtala var gjørd at teir kundu sleppa at royna seg síðstu 20 minuttirnar. Leikliga hevði tað gingið eitt sindur frægari hjá B71, hóast tað enn vóru útlit til stórtap, men innskiftingar av hesum báðum monnunum, ið venja regluliga og leika á hægsta B71 støðið broytti liðið fullkomiliga. Hesar síðstu 20 minuttirnar var liðið sum hamskift og Jónas Warner byrjar sum eitt óløgi; fyrst við einum perlumálið av einum langskotið langt úti frá í vinstru síðu og dygst út í høgru samankoming og minuttin eftir við einum hørðum og flottum jørðstrúkara, ið gera støðuna frægari. Støðan er 8-2 nú og lagið eitt sindur betur úti við B71 bonkin, har vit enntá høvdu nakrar áskoðarar, ið høvdu ferðast við norður at stuðla.

Triðja og seinasta B71 málið skorar nýtilkomni Gustav Wassman, ið stútar hann sera hegnisliga í kassan til 8-3. Víkingur megnar tíverri eitt mál afturat tveir minuttir seinni í 83. minutti, ið samstundis verður seinasta mál í dystinum. 9-3 gerst endaliga støðan og spurningurin er síðani hvat lærdi man av hesum sera blandaða dystinum?

Hvat nú?

Tað neiliga sigur næstan seg sjálvt og tað er m.a. at munurin millum okkara leikarar og hettar liðið var sera stórur. Okkara leikarar eru rímiliga væl fyri sum fótbóltsleikarar, men av tí at nógvir av okkara eru heintaðir inn fyri at hjálpa til at manna lið og ikki venja regluliga, so er konditiónin ofta so sum so. At enda er okkara lið enn ungt og óroynt og ofta hitta hesir liðum har miðalaldurin er hægri, ið hartil ger ein mun.

Hinvegin, so eru nógv jalig ting at heinta frá dystinum, óansæð úrslit. Tað var gott at koma í gongd aftur og fáa eitt tiltrongt realitetstjekk beinanvegin og við nýggum venjara, so er tað sjálvsagt, at venjari og leikarar mugu koma at kenna hvønn annan og finna ein spælistíl, har vit fáa sum mest burtur. Corona smittugongdin hevur fyribils sett ein stoppara fyri hesum arbeiði, men í minsta lagið fingu vit fyrsta dystin í beinini og vita hvar vit flóta í løtuni. At enda, so er tað ongin loyna at okkara lið er ein "broget forsamling", sum danir siga. Vit hava leikarar ið koma frá øllum møguligum herðashornum, umhvørvum og fótbóltsførleikastigum. Summir hava ongantíð nortið ein bólt fyrrenn í ár/fjør, meðan aðrir eru landsliðsaktuellir og sokallaði "talent". Hettar merkir at vit kunnu vinna onkrar dystir 1-0, tapa 10-0 vikuna eftir og smildra tað næsta liðið sundir triðju vikuna, ofta við somu leikarum. Tað er bæði forferdiligt og fantastiska stuttligt at vera við til at upplivað viku inn og viku út. Forferdiligt, tí tey sum ikki kenna fortreytirnar síggja hesi stórtap og døma hart, men fantastiska stuttligt tá vit bara vikuna eftir fáa fín úrslit og spæla yvir evnir, men kanska vinna bara 1-0. Um man ikki konsekvent er til staðar og sær hvussu nógv allir U21 leikarar leggja fyri dagin, so kann man fyrigevast fyri at halda at hettar ikki gevur leikarunum nakað og "bara" er til stuttleikar.

Haðani fara vit at enda við tí boðskapi at hettar er ikki "bara" til stuttleikar fyri okkara viðkomandi. Ja, vit spæla "bara" í b-bólkinum. Ja, vit spæla við leikarum sum ongantíð venja, ongantíð hava spælt fótbólt fyrr, nýliga eru afturkomnir av skipi, koma beinleiðis frá arbeiði og so inn á vøllin, umframt leikrarar sum venja viku inn og viku út. Ja, viðhvørt viðførir hettar at fólk flenna eftir okkum. MEN! Eftir 78 minuttir av látur úr Víkinga leguni mánakvøldið, so skoraðu okkara trý mál uppá tríggjar minuttir og knappliga var friður. Hóast tað ikki nakrantíð lá í kortinum at vit fóru at gera nakað comeback, so var tað ongin sum flenti, tað sum restaði í av dystinum.

Smáir sigrar, lítlar gevandi løtur. Tað er tað vit í B71 liva fyri, tí mótgongd koma vit altíð at upplivað. Einasti máti vit fáa svara aftur er at royna aftur, og aftur, og aftur. Til tað bragdar.

Komandi vikurnar verður friður og so fáa vit at síggja um tíðin er búgvin at spæla fótbólt aftur, ella um vit mugu brynja okkum við meira tolið. Latum okkum bara vóna at vit í felag halda áfram at gera tað rætta.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl til jólabingo 2019

Ljósareyður seðil nr. 263

Ljósareyður seðil nr. 398

Gulur seðil nr. 320

Gulur seðil nr. 399

Grønur seðil nr. 70

Grønur seðil nr. 108

Grønur seðil nr. 171

Bláur seðil nr. 917

Bláur seðil nr. 985

Ljósabláur seðil nr. 708

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin!

Vinnarar kunnu venda sær til Gittu á tlf. 263676!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 27 38 57
2 Víkingur 27 24 55
3 NSÍ 27 28 53
4 07 Vestur 27 9 44
5 B68 27 0 35
6 B36 27 -2 30
7 B71 27 -23 30
8 HB 27 -3 29
9 Skála 27 -10 28
10 EB/Streymur 27 -61 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 15 35 38
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 15 16 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 21 45 50
2 Víkingur 20 34 44
3 B71 21 0 36
4 ÍF 21 -1 34
5 KÍ (b) 19 -4 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 18 -2 17
8 NSÍ (b) 21 -50 13

Høvuðsstuðul

Stuðlar